fríggjadagur 16. desember 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 16. desember 2011
6
VIKUSKIFTI
lagt til rættis: Inna Törnroos
Okkara jólaynski!
Vit, sum arbeiða við Vikuskiftinum ynskja okkum
sjálvandi allarmest frið á foldum, og at í menniskjum
verður góður tokki. Men sum nummar tvey og trý
hava vit øll nøkur ynski av tí materiella slagnum
Ipad 2
Eg eri eitt teknik-freak, so eg ynski
mær seinasta fingraskíggjan frá
Apple – Ipad 2. Ein nýggj fartelefon
hevði heldur ikki verið so galin.
Norskar curling-buksir
Eg kundi hugsað mær at verið ílætin sum ein
norskur curling-spælari á føstulávint, so kanska
skuldi eg bara fingið eitt par av teimum nýggju
norsku curling-buksunum í jólagávu. Eru hetta ikki
tær mest fantastisku buskirnar nakrantíð?
Luktilsi frá Marc Jacobs – Daisy
Havi í langa tíð ynskt mær hetta luktilsi,
sum av eini ella aðrari orsøk minnir meg
um summar! Ein frískur og feminiur angi við
einum veti av blómum, jarðber, greypfrukt
og jasmin. Daisy er eitt luktilsi, sum eftir
mínum tykki kann nýtast til eitthvørt høvi.
Simon Talbot
– Damp
Var so heppin
at uppliva
Simon Talbot
við nýggjastu
stand-up
framførsluni í
Århus í august.
Hóast eg ikki eri
størsti fjepparin
av stand-up,
so flenti eg
nærmast
nonstop
eftir øllum teimum stuttligu
søgunum í Damp. DVD´in er
perfekt til hugnakvøld saman
við vinfólki jóladagarnar.
Føroyskur
fótbóltur 2011
Eg havi allar føroysku fótbólts-
árbøkurnar, ið komu út,
áðrenn steðgur tíverri
kom í. Men deiligt aftur
at kunna fáa árbók fyri
føroyska fótbóltin – og ikki
minst tí 2011-útgávan man
vera serliga hugaligur lesnaður
hjá okkum við hvítum hjarta.
Fjallasúkklu
Kanska ikki vanligasta jólagávuynskið, men ein góð
fjallasúkkla er veruliga tað, eg ynski mær, fyri at kombi
nera gongu- og rennitúrarnar eftir hagagøtum.
Føroyskt turriklæði
Næstu mánaðirnar skulu vit ígjøgnum eina kalda
og myrka tíð við illveðri og kava. Gott við einum
føroyskum turriklæði frá Guðrun & Guðrun.
Nýtt bikini
Eg fari eftir ætlan at sóla mær í januar, og
eitt nýtt bikini hevði komið væl við. Hesi
frá Scampi eru góð til okkum sum ikki
viga 45 kg og síggja út sum fotomodellir
Pætur
Eyðunsson Jensen
Rannvá
G. Fossaberg
Barbara
Holm
Rólant
Waag Dam
Eyðun
Klakstein
Inna
Törnroos
»Ghost With Skin«
Eg ynski mær nógvar fløgur,
men mest av øllum ynski eg
mær »Ghost With Skin« hjá
Benjamin. Hann hevði eina av
bestu og mest sannførandi
konsertunum á G! í summar,
sum fekk meg at gloyma alt
um vátar soviposar og vánaligt
veður. Líka síðani havi eg
glett meg til fløguútgávuna.
Mína egnu hálsketu
Tað er kanska á markinum til
at vera eitt sindur platt, men
eg haldi nú hesar hálsketur,
sum Carrie frá Sex and the
City gjørdi heimskendar,
hava eina stóra sjarmu. Mær
dámar væl hesar hálsketur, tí
tær eru ógvuliga persónligar
og kunnu nýtast til øll høvi.
Og sjálvt um hesar hálsketur
eru nógv at síggja, so ynski
eg mær kortini eina
Kevin Murphy vørur
Tær røttu hárvørurnar kunnu bjarga
tær teir dagar, tá ið tú hevur ein ringan
hárdag. Og mær dámar væl javnan at
gera okkurt øðrvísi við mítt hár, og tí
eru hesar vørur á ynskilistanum. Eg havi
roynt okkurt hjá Kevin Murphy, sum
júst hevur funnið sín veg til Føroyar,
og tað er snøgt sagt fantastiskt!
Bókina »Gå –
eller kunsten
at leve et vildt
og poetisk liv«
Eg ynski mær eisini
fleiri bøkur. Ein, sum
stendur ovarliga
á ynskilistanum,
er »Gå – eller
kunsten at leve et
vildt og poetisk
liv«, eftir norska
Tomas Espedal. Bókin varð millum
annað viðgjørd í frálíku bókmentarøðini
Læsegruppen Sundholm, sum eg havi
arbeitt við í samband við lesnaðin.
Nú vil eg sjálvur lesa bókina.