fríggjadagur 16. desember 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 16. desember 2011
7
VIKUSKIFTI
Hví valdi tú at fara upp í politikk?
Áhugin byrjaði, tá eg var í kommunalpolitikki, og tað er
væl áhugin fyri at kunna gera ein mun fyri tí, eg brenni
fyri. Og eg havi altíð brent fyri tí samfelagi, eg livi í,
og kann eg hava eina ávirkan á tað, so ger tað mun.
Hvørji eru tíni hjartamál?
Tað er serliga tað vinnupolitiska, sum hevur mín áhuga,
men eisini ítrótturin. Serliga, at tað sjálvbodna arbeiðið
trívist í samfelagnum, men at vinnulívið hevur tað gott
og trívist og kan skapa fleiri arbeiðspláss, liggur fremst.
Hvussu ber til at samansjóva
tingarbeiðið við borgarliga starvið?
Tað er ikki so trupult, tá man er harri í egnum
húsi. Dagarnir kunnu gerast drúgvir, tá tingarbeiði
er, men í mínum føri ber tað væl til.
Áttu løgtingslimir at havt ein skrivara
at hjálpt sær í tingarbeiðinum?
Ja, tað hevði so ikki verið verri. Nú hava vit ein skrivara
til átta tinglimir, og tað hevði verið tað optimala at
havt ein hvør, fyri at gjørt tingarbeiðið upp aftur betri.
Men eg kann saktans liva við skipanini, sum er.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Mær dámar væl at hyggja eftir føroyskum
sendingum, og mær dámar væl at hyggja at
sendingum frá grannalondunum, og samanbera
mentanina. Eg havi ikki serliga góð bindindi at sita
og hyggja at filmum, men sendingar um tað, ið
rørist í okkara grannalondum, hevur mín áhuga.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Nú havi eg ikki nakað serligt tónleikaoyra sjálvur, haldi
eg, men eg kann lurta eftir øllum, frá einari grøv yvir
í hina. Mær dámar væl popptónleik av ymiskum slag,
og havi ikki bundi meg at nakrari serligari genru.
Hevur tú áhuga fyri ítrótti?
Ja, tað havi eg. Eg havi ongantíð dult fyri, at mín
áhugi liggur í teimum ítróttagreinum, sum vit hava
í mínum nærøki. Kappróður, fótbóltur, hondbóltur
og fimleikur er nakað, sum eg havi áhuga í.
Børnini ganga til ítrótt, tá kemur áhugin av sær
sjálvum, so tað fyllir nógv í okkara samfelag.
Hvør er tín lívrættur?
Mær dámar væl føroyskan mat. Ræst
kjøt og aðrar føroyskar rættir, og eitt
fekst lambstjógv er ikki at forsmáa.
Er fartelefonin eitt vælsignilsi
ella eitt forbannilsi?
Heilt greitt eitt vælsignilsi. Eg eri sera forvitin,
og lati onga samtalu fara afturvið, og fer
nøkur tað, ringi eg upp aftur. So fyri meg er
fartelefonin eitt vælsignisi, sum eg brúki frá tí
eg vakni um morgunin, til eg sovni á kvøldi.
Hevur tú nakra
søguliga fyrimynd?
Onga ítøkiliga, men
fleiri. Politikarar,
sum hava gingið á
odda, og allar úr
mínum egna flokki.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Har liggur sjáldan nøkur bók, men seinastu árini
hava ligið lógaruppskot av ymiskum slag og
løgtingsfíggjarlógir. Tað er tað mesta seinastu árini.
Verður tú framvegis í politikki um 10 ár?
Tað tori eg ikki at siga nakað um í verandi støðu.
Nú havi eg verið í kommunalpolitikki síðani
2000, og hvat framtíðin fer at bjóða veit eg
ikki. Eg fari at taka tíðina sum kemur, og fari at
vita, um vit kunnu fáa nakað burtur úr tí.
mynd: Álvur Haraldsen
Jólini eru langt síðani komin og
hava bitið seg føst millum ælini
og hvirlurnar og á glerinum.
Tey, jólini, ælini eru alt árið,
byrja fyrst í oktober. Tá brestur
farskotið og kapprenningin
byrjar. Ein kapprenning, sum
fær maraton at líkjast einum
spákingartúri hjá svøltandi
pensionistum. Nú rennur annar
hvør føroyingur maraton í
øllum heimsins stórbýum. Men
hvør einasti føroyingur er við í
jólarenningini, eisini øll tey, sum
ikki orka. Jólarenningin er so
drúgv, so drúgv, at hon kann ikki
mátast í kilometrum, men bara í
døgum og vikum og mánaðum.
Hon er bara fyri ironpeople, men
kortini renna øll við. Renna,
renna og renna.
Og fólk eru so sanniliga pøst,
tá tey grulva á mál. Met verða
tikin á hvørjum ári. Dýrari
jólagávur, skreytiligari skreyt,
fleiri, sum ikki eiga pengar at
halda jól fyri í vælferðini, hóast
tey hava tvær arbeiðaralønir um
mánaðin, handilshillarnar bogna
eina gjaldkortsbreidd afturat
uttan at brotna, einglaljóðið
hækkar fýra desibel, og hvar
fanin bleiv Jesus av?
Rennið, rennið, jólini nærkast
enn. Gloymið, at lønin fór niður
í oktober, og keypið dýrari gávur.
Ynskið tykkum eitt stoppur
ella renniskógvar í jólagávu, tí
jólaliðið rennur skjótari næsta ár.
Hjálpið bankunum og takið
pengar út hvønn dag.
Nú hevur kirkjan langt síðani
rænt jólini. Áðrenn hon varð
uppfunnin, fagnaðu tey ókristnu
og aðrir gudar ljósinum, sum
kom aftur, við einum rimmar
balli, sum vardi í nakrar dagar.
Tað gjørdu ballini fyrr í tíðini.
Nú hevur eingin stundir longur
at ballast meira enn sjey tímar
um vikuna. Eingin veit longur,
hvussu himmalskt heiðið tað er
at javna. Jólini nærkast í hvørjum
alt árið.
Men nú halda vit jól, tí Jesus
varð føddur. Tað var so heppið,
at tað hendi júst á jólum, enntá
mitt í einum manntali, sum
kvinnurnar boykottaðu og gjørdu
manngarð um boykottið. Tær
fóru á soppin. Og Jesus taldi ikki
við sum persónur 3.
Jólini eru langt síðani
byrjað. J-dagur hevur verið og
niðurteljingin byrjaði fyrst í
oktober. Tá høvdu lýsingar um
jólaborðhald longu leingi verið
í bløðunum. Tað er hent at vera
væl fyrireikað, so ikki alt skal
gerast í síðstu løtu. So sum at
keypa jólagávur. Eingin fer at
keypa jólagávur jólaaftan, tá tað
kann gerast alt árið.
Ljósið kemur á jólum, ljósið
frá SEV. Gamla ljósið, sum er
komið og farið síðani alheimurin
varð uppfunnin, kemur eisini
aftur, men tað er ikki sum at
tendra eina kontakt. Tað er
spariljós.
Nú sigur SEV, at vit skulu
spara streym, so vit hava ráð til
at gjalda príshækkingina, sum
kemur, tí fólk spara streym. Setið
ikki jólaljósini á standby, sløkkið
tey heilt. Men takið nakrar
myndir av teimum fyrst og festið
tær í trøini og á vindskeiðirnar og
í vindeyguni.
Jólagæsnar vita ikki, at teirra
jóladagar eru taldir.
Og so knarra vit um, at
jólaaftan er leygardagur
og jóladagur sunnudagur.
Arbeiðsgevarajól.
Jólini eru yvirtikin og doypt
og fermd. Gud ræður, hvar
vit drekka okkum skít næsta
jólaaftan.
Ársins kulinariska lágmark,
jólaborðhaldið, hevur verið. Tað
kemur so ikki frá sendistovu
Guds, men úr einum øðrum
suvereniteti, sum hjá nógvum er
næst himmiríki, Danmark.
Har eru sild og dunna
klassikarar. Og har mogga fólk
burtur í slíkum starvsfólkahugna.
Rennið, rennið, rennið, jólini
eru ikki komin enn, ikki heilt.
Men, sum sagt, tey nærkast, visti
onkur at siga.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Rodmundur Nielsen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Fartelefonin er heilt
greitt eitt vælsignilsi
Rodmundur Nielsen var fyrsti eykalimur á
listanum hjá Fólkaflokkinum. Honum dámar væl
eitt feskt lambstjógv, men hevur ikki bindindi
at hyggja eftir filmum í sjónvarpinum
Hvar f
er Jesus?