fríggjadagur 16. desember 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 16. desember 2011
8
VIKUSKIFTI
Jólagávur til kvinnur og menn
Nú skulu jólagávurnar keypast, og
vit geva góð ráð um gávur í ymiskum
príslegum til bæði kvinnur og menn
lagt til rættis: Eyðun Klakstein og Barbara Holm
Tín egna hálsketa
Ivast tú, so eru smúkkur altíð eitt trygt val. Flestu kvinnur
elska smúkkur, og tí er tað altíð eitt gott hugskot. Og
velur tú at keypa smúkkur, so er tað eitt gott hugskot at
gera smúkkurnar so persónligar sum gjørligt. Til dømis
at fáa eina hálsketu við navninum hjá viðkomandi í.
Hálsketan gjørdist heimskend, tá ið Carrie Bradshaw frá
sendingini Sex and the City byrjaði hendan mótan fyri
nøkrum árum síðani. Og framvegis er hetta ein hálsketa,
sum er ógvuliga persónlig og samstundis vøkur.
Ger eitt armband
Aftur her er talan um eina persónliga gávu, sum kann útbyggjast
á hvørjum ári. Pandora armbondini eru ótrúliga vøkur og hava
vundið nógv uppá seg seinastu árini. Tú velur sjálvur prýðini, og
til ber at keypa fleiri og fleiri prýði við árunum.
GHD slættijarn
Eitt avgjørt hitt til tær kvinnur, sum dáma
væl at fáast við hármóta, er tað tiltikna GHD
slættijarnið. GHD má metast at vera faðirin
at øllum slættijørnum, og neyvan er nakar ivi
um, at hetta er tað besta á marknaðinum.
Nýtt luktilsi
Matas hevur nærum øll luktilsi tú kanst
ímynda tær, og ein parfuma, sum altíð er eitt
hitt, eru tær hjá kenda sniðgevanum Marc Jacobs,
sum hava ein frískan og femininan dám. Tann
nýggjasta her er Lola, sum sæst á myndini.
Eitt romantiskt vikuskifti
Skalt tú veruliga imponera tína damu, so er eitt romantiskt
vikuskifti júst tað, tú leitar eftir. Tað nýtist ikki at vera
kostnaðarmikið. Eitt vikuskiftið í einum summarhúsum hjá
onkrum í familjuni er eisini romantisk. Hevur tú tó hug til
okkurt serstakt, hevur Hotel Føroyar eitt frálíkt tilboð nú,
sum gevur tær og damuni eina heilt serliga og romantiska
uppliving. Tú kanst keypa tað, sum Hotel Føroyar nevnir
Sveimandi Vikuskifti, sum inniber eina nátt við dupultkamari,
sum er íroknað morgunmat og fýra rættir úr matskránni hjá
frálíku matstovuni Koks á Hotel Føroyum. Tú kanst eisini
bíleggja tað sokallaða Góðmetis Vikuskifti, sum gevur tær og
damuni átta rættir úr matskránni við víni, og vín á kamarið.
Smokey eyes sett
Tað er ótrúliga trupult at keypa
smyrsl til onnur, og tað kann
í veruleikan eisini vera trupult
at keypa smyrsl til seg sjálvan.
Men eitt, sum ein neyvan fer
skeivur við, er eitt smokey eyes
make-up sett, sum inniheldur teir
týdningarmestu eygnaskuggarnir, sum
skulu nýtast til at gera tiltiknu smokey
eyes eyguni, sum neyvan nakrantíð
fara av móta. Slíkt fæst hjá Make-Up
Store, Matas, Body Shop og Cosmeto.
Atgongumerki til Nýggjárs
konsertina hjá Norður
landahúsinum
Er kvinnan til góðan tónleik,
so er nýggjárskonsertin hjá
Norðurlandahúsinum eitt gott boð.
Norðurlandahúsið bjóðar altíð til eina
framúr nýggjárskonsert, og allarhelst
verður tað soleiðis aftur í ár.
Fá Facebook í heimið
Eftirhondini eru tey flestu farin
frá at nýta myndamappur við
teirra familjumyndum – ístaðin
eru myndirnar endaðar á Facebook
og aðrastaðni á netinum. Ein
persónlig og stuttlig gáva hevði
verið at prenta tær bestu ella
stuttligastu myndirnar út, og
síðani sett allar í eina rammu.
Hetta er ivaleyst ein bílig og
rørandi gáva til ein og hvønn.
Kevin Murphy vørur
Kevin Murphy telist millum
kendastu andlit í hárheiminum, og
er hann millum annað persónligi
frisørurin hjá Kylie Minogue,
Cate Blachett, Naomi Watts
og Heidi Klum. Kevin Murphy
framleiðir eisini vørur til hárið, og
eru hansara heimskendi vørur nú
komnar til Føroyar. Um kvinnan
er áhuga í hármóta, so er Kevin
Murphy helst tann rætti maðurin
at leggja undir jólatræi. Vørurnar
kunnu fáast hjá Royal Hárfríðkan,
og serstakliga vørurnar Hair Resort
og Powder Puff kunnu viðmælast.
Vælveru til kropp og sál
Cosmeto hevur eina ørgrynnu av massagum,
viðgerðum og aromaterapi, sum eru freistandi
fyri eina og hvørja kvinnu. Best umtókt er
aromaterpi 2 hjá Cosmeto, sum inniber gosbað
og bjálving við heitari sjokulátu, víndrúvum,
móru ella algum, og sum varðar í 90 minuttir.
Men tilboðini eru fleiri, so tú kanst sjálvur leita
eftir tí, sum tú heldur hóskar best til tína damu.