fríggjadagur 16. desember 2011síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 16. desember 2011
9
VIKUSKIFTI
Føroysk fløga
Aftur í ár eru nógvar góðar føroyskar fløgur
komnar út. Páll Finnur Páll hava givið sína
helst bestu fløgu út fyri nøkrum vikum síðani,
Lena Anderssen hevur gjørt enn eina framúr
fløgu, og Høgni Reistrup hevur funnið eitt
spennandi úttrykk á sínari seinastu útgávu.
Er maðurin til eitt sindur harðari rock, so eru
nýggjar útgávur við glóð og Fate.
Kilchoman
Á Islay í Skotlandi ger tey framúr gott whisky – ikki
minst Lagavulin og Laphroaig – og nú hava tey fyri
fyrstu ferð í 124 ár fingið ein nýggjan framleiðara
har. Kilchoman destillaríið lat upp í 2005, og hóast
teirra nýggja whisky bert hevur ligið í tunnum í 5 ár,
verður tað mett sum eitt nýtt og gott whisky-slag.
kilchomandestillery.co.uk
Ashmei renniklæði
Nýgga klædnafyritøkan Ashmei lovar
at skapa tey bestu renniklæðini í
heiminum - bæði tá ið tað kemur
til vælveru, avrik og útsjónd. Og
líkt er til, at Ashmei kann fáa fótin
fyri seg, tí fyrstu klæðini tykjast
spennandi. Og so fara klæðini ikki
at forða fyri, at nýggjárslyftini
um meira motión ikki halda.
ashmei.com
Retro ur
Fyri 20 árum kom Casio
við sínum F-91W uri, sum
hevur verið eitt tað mest
seljandi urið nakrantíð hjá
fyritøkuni. Merkisvert nógvir
yvirgangsmenn, sum hava
sitið í Guantánamo, høvdu
hetta urið, tí tað skal verð
so einfalt og álítandi, og
bæði Obama og Osama eru
sæddir við tí. Urið er bíligt
og framvegis væl umtókt.
casio.com
Framúr krimi
Jo Nesbø er framúr sum
krimirithøvundur, og røðin um
Harry Hole er ein tann besta
norðurlendska røðin nú á
døgum. Nýggja bókin Genfærd,
sum er tann 9. í røðini, verður
av fleiri ummælarin roknað
sum árins besta krimisøga.
Hesaferð kemur alkoholikarin
Harry Hole heim til Oslu úr
Hongkong fyri at hjálpa einum
ungum manni, hann kennir.
Dráp í gamla Rom
Er maðurin framvegis ein smádrongur,
sum tímir at spæla telduspøl, so er
“Assasins’s Creed: Brotherhood” eitt av
ársins bestu action-spølum, sum fæst til
PS2, Xbox og PC. Í spælinum eru nógvar
søguligar tilsipingar, og framleiðararnir
hava gjørt sær stóran ómak við klæðum
og arkitekturi í spælinum. Og so ræður tað
um at duga at snúgva sær í gamla Rom.
Taska fyri lívið
Amerikanska Filson, sum framleiðir taskir, brúkar
sloganið “Built to last a lifetime”, og talan er um
framúr vakrar og sterkar taskur, sum kunnu brúkast í
arbeiðsørindum og á ferð. Taskurnar, ið er handgjørdar
í Seattle, kosta eina hálvan bóndagarð, men
afturfyri fæst ein elegant og krútsterk taska.
filson.dk
Premier League
Send mannin á fótbóltsferð
til Onglands, har tað lívliga,
hendingarríka og sjarmerandi
fótbóltsspælið kann upplivast.
Miðskeiðis í februar er stórdystur
millum Manchester United
og Liverpool í Manchester,
og síðst í februar er
grannauppgerð millum Arsenal
og Tottenham í London.
fodboldrejser.dk
Rock-troyggja
Føroyskt design við grunge og rock
úttrykki. Troyggjurnar frá Guðrun &
Guðrun kunnu gleða sjálvt menn.
Hendan kann brúkast bæði í stórari
stødd og kropstættari stødd.
gudrungudrun.com
Frískur luktur
til veturin
Tað riggar altíð at keypa
manninum ein nýggjan
lukt – og úrvalið er
ovurhondsstórt. Gucci
Guilty er eitt intenst
og frískt luktilsi, har
tú hómar bæði sitron,
appelsin og leður.
Heimin í heimið
Ein og hvør maður við virðing fyri
sær sjálvum skal eiga eitt globus,
sum kann fáa hann at fortelja ferðaminni
og droymi seg burtur í onnur lond.