Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-16, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 146 · 16. desember 2011 10 VIKUSKIFTI húðalitur Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tølini lúgva ikki. Ein kanning, sum felags­skapurin Pro Publica hevur gjørt, og sum blaðið Washington Post hev­ur almannakunngjørt, vísir, at tað loysir seg munandi betur hjá einum hvít­um fanga enn hjá einum fanga úr ein­um av minnilutabólkunum at søkja amerikanska forsetan um grið. Í øllum førum vísa tølini, at lutfalsliga nógv fleiri hvítir fangar fáa játtandi svar úr hvítu Húsunum. Av fangum úr minni­luta­bólkunum eru tað teir við svartari húð, sum hava teir minstu møgu­leikarnar. Í sínari kanning hevur Pro Publica kann­að næstan 500 tilvildarliga valdar umsóknir frá fangum, sum søktu forsetan um grið. Av teimum hvítu fangunum fingu 12 prosent játt­andi svar, og hjá fangum av latín­ameri­ konskum uppruna vórðu 10 prosent av um­sóknunum gingnar á møti. Hin­vegin fekk eingin av teimum 62 afro­ameri­ konsku fangunum játtandi svar. Loynilig viðgerð Frá 1998 til 2008 var Roger Adams stjóri á teirri deildini í løgmálaráðnum, sum tekur sær av umsóknum frá fangum, sum søkja um grið. Hann sigur við Washington Post, at hann er ovfarin av tøl­unum, sum koma fram í kanningini hjá Pro Publica. Sjálvur sigur hann seg minn­ast fleiri afroamerikanarar, sum fingu grið. Roger Adams sigur, at umsóknirnar um grið verða viðgjørdar í trúnaði og næstan í loyndum. Tær verða viðgjørdar á teirri serligu umsóknarkrivstovuni í løg­málaráðnum, og haðani verða tær sendar Hvítu Húsunum við tilmæli um svar. Tá George W. Bush tók við sum forseti í 2001, fekk hann sær tað sum megin­reglu, at forsetin skuldi fylgja tilmælinum frá løgmálaráðnum. Frá 2001 til 2008 avgreiddi hann 1.918 mál um grið til fangar, og tá hann fór úr Hvítu Húsunum, hevði hann givið 189 fang­um grið. Av teimum vóru 176 hvítir. Barack Obama, forseti, hevur higartil givið 22 fongslaðum brotsmonnum grið, og av teimum eru 20 hvítir. Sostatt eru hag­tølini í hansara forsetatíð á leið tey somu sum í tíðini hjá Bush. Munur á viðgerð Pro Publica sigur, at í fleiri førum hev­ ur tað víst seg, at um ein hvítur og ein littur umsøkjari hava havt somu krimi­ nellu lívsleið og framt somu brotsverk, so er tað tann hvíti, sum fær grið og ikki tann litti. Eitt dømi: Ein svartur maður, sum hevði fingið fongsulsrevsing fyri at hava 1,1 gram av rúsevni. Hetta var hans­ara fyrsta brotsverk. Ein hvítur mað­ur, sum var fongslaður fyri fjórðu ferð, hesaferð fyri at hava selt eitt kilo av rús­evni. Báðir søktu um grið, men bara tann hvíti fekk játtandi svar. Vistu ikki húðalitin Fyrrverandi embætisfólk hjá Bush- umsitingini, sum Pro Publica hevur tosað við, hava greitt frá, at forsetin fylgdi tilmælunum frá løgmálaráðnum í næstan øllum málunum, og tey vilja vera við, at forsetin visti ikki, hvønn húða­lit teir einstøku fangarnir høvdu. Tað fekk Pro Publica at venda sín­ari kanning ímóti teirri ser­ligu um­sóknar­ skrivstovuni í løgmála­ráð­num. Tað er í roynd og veru hon, sum tekur tær flestu avgerðirnar, og har vita tey alt um tann einstaka umsøkjaran - eisini hvønn húðalit hann hevur. Tjóðskapurin nógv at siga Í 2007 bleiv tann serliga umsóknar­ skriv­stovan rakt av einari gølu, tá tann táverandi leiðarin, Roger Adams, kom við nøkrum óhepnum orðum í sam­ bandi við eina umsókn frá einum fanga, sum var føddur í Nigeria. Í skrivi til sínar medarbeiðarar skrivaði Adams, at »kanska ljóðar hetta rasistiskt, men eftir mínum tykki er hann so ærligur, sum vit kunnu vænta av einum úr Nigeria. Teir eru tíverri ikki serliga ærligir«. Orðini vaktu ans í teirri deildini, sum hevur eftirlit við arbeiðinum í løg­má­laráðnum, og deildin bað Roger Adams um eina frágreiðing. Hann svar­ aði, at innflytarar úr Nigera »fremja fleiri brotsverk enn onnur fólk«, og at tjóðskapurin hjá einum fanga hevur nógv at siga, tá umsóknir um grið verða mettar. Pro Publica vísir í hesum viðfangi á, at í 2008 setti deildin, sum viðger um­ sóknir frá fangum um grið, fyri fyrstu ferð ein svartan løgfrøðing í starv. Umstríddar avgerðir Hjá teimum politisku flokkunum í USA og hjá teimum einstøku valevnunum er tað umráðandi at fáa sum mest av valstríðnum fíggjað við gávum frá privat­fólki og fyritøkum. Kanningin hjá Pro Publica avdúkar, at 200 kongress­ limir hava verið í sambandi við ta serligu umsóknarskrivstovuna hjá løg­ mála­ráðnum, og at teir høvdu arbeitt við um­sóknum, meðan tær vóru til við­ gerðar har. Í fleiri førum hava avgerðir hjá skift­andi forsetum um at veita fangum grið elvt til kjak. Eitt nú stóðu bæði Bill Clinton og George W. Bush fyri skot­um, tí teir játtaðu umsóknum frá fangum, sum vóru dømdir fyri fíggjar­ lig brotsverk, men sum eftir øllum at døma fingu grið, tí teir ella teirra næstu høvdu hjálpt ávikavist demokratunum og republikanarunum við valpengum. Keldur: Washington Post/Aftenposten) Húðaliturin hevur avgerandi týdning í teirri tilgongdini, sum endar við, at amerikanski forsetin gevur einum fongsulsdømdum brotsmanni grið Forsetin tekur teir hvítu fangarnar fram um teir littu Sambært Pro Publica heldur Barack Obama, forseti, seg til somu siðvenjuna sum undanmaðurin, tá spurningurin er, hvørjir fangar skulu fáa grið