Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 36 - 21. februar 2004 Nr. 36 - 21. februar 2004 3 Í dag, leygardagin kl. 14, verður tunnuslátt- ur í høllini á Kambs- dali, og aftaná letur stóra leikalandið upp, har stór og smá kunnu stuttleika sær til mánadagin FØSTULÁVINT Tíðindaskriv Ársins stórsta føstulávints- tiltak verður í høllini á Kambsdali leygardagin 21. til mánadagin 23. februar. Á skránni er tunnusláttur, hoppiborgir, perlur, mini- tivoli og mangt annað til børn og vaksin. Tiltakið er opið soleiðis: Leygardagin 21. februar frá 14-21, sunnudagin 22. februar 14-21 og mána- dagin 23. februar 15-21. Leygardagin kl. 14.00 verður tunnusláttur fyri børnum í aldursbólkunum 0-6 ár og 7-14 ár. Katta- kongurin fær vinning. Eftir tunnuslátturin verður kakao og føstulávintsbollar til øll. Eisini bjóðar MBM børn- unum pop top. Sunnudagin kl. 17 undir- halda Angela og Hannibal. Túra-pass, ið eru gald- andi ein heilan dag kosta 150,- Annars fáast eisini atgongumerki til teir ein- støku aktivitetirnar, og hesi kosta kr. 20,- fyri eitt ella 6 fyri 100,-. Mánadagin 23. februar kl. 21 verður drigið millum øll keypt túra-pass, teir dagarnar tiltakið hevur verið. Vinningurin er flog- ferð fyri tveir persónar frá Atlantic Airways, til eitt av teirra ferðamálum. So kom í ítróttarhøllina á Kambs- dali og hav tað stuttligt saman við okkum. Stórt føstulávints- tiltak á Kambsdali FØSTULÁVINT Sunnudagin kl 14 skipar sjóverjuskipið fyri tunnu- slátri á Tvøroyri. Eftir slátt- urin verður kakao og bollar at fáa og víst verður runt á skipinum. Kl. 16:00 fer tyrlan hjá sjóverjuni at hava fram- sýning á fjørðinum. Tunnusláttur á Tvøroyri BÁTAFELAG Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Gøtumenn vilja nú hava eitt bátafelag ella undirhús. Hetta verður ætlandi av- gjørt á fundi í Glyvrahan- usarhúsi í Norðrgøtu í kvøld kl. 19. »Ætlanin við fundinum er, at eldri fólk í bygdini hava eitt stað, har tey kunnu hittast og taka sær av løttum«. Soleiðis verður sagt í tíð- indaskrivi, sum stigtakar- arnir hava sent fjølmiðlun- um. - Við at lýsa til fundar, vilja vit vita, um áhugi er til staðar. Er áhugi fyri at stovna eitt felag, verður eisini stovnandi aðalfundur í kvøld, siga fyrireikararnir. Dúgvan er til árligt eftirlit og liggur nú við bryggjuna, har restin av arbeiðinum verður gjørt SKIP OG UMVÆLING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu dagarnar hevur skonnartin, Norðlýsið, staðið á bedingini hjá Tórs- havnar Skipasmiðju. Tað er tó ikki stórvegis, sum gjørt verður við skipið. – Hetta er vanligt við- líkahald, sum Birgir Enni sjálvur tekur sær av. Botnurin verður vaskaður og málaður. Á Skipasmiðjuni siga tey, at nú minni er at gera á bedingini, var høvi hjá Birgiri at fáa skonnartina upp. Dúgvan og Vitin Herfyri stóð strandfara- skipið, Dúgvan, á beding- ini. Hon er til árligt eftirlit og liggur nú við bryggjuna, har restin av arbeiðinum verður gjørt. Sandbáturin, Vitin hjá Sandgrevstri í Fuglafirði, er eisini tikin upp, men sum skilst á Tórshavnar Skipa- smiðju, er ikki tað stóra at gera við skipið. – Viðhvørt er gott pláss á bedingini; aðrar tíðir er trongligt. Í løtuni er ikki nógv bedingsvirksemi. So- leiðis er tað nú einaferð í hesi »bransjuni«, siga tey á Tórshavnar Skipasmiðju. Birgir Enni vaskar og málar Norðlýsið Gøtumenn stovna bátafelag ella undirhús Skonnartin, Norðlýsið, stendur á beding á Tórshavnar Skipasmiðju til botnvask og botnmáling Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 3 2 Søkt verður eftir einum skrivstovufólki til av- greiðsl u na á Farma deildini. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. Starvið fevnir um: • Avgreiðslu av inngangandi farmi • Kundaavgreiðslu • Vanligt skrivstovuarbeiði • Tollavgreiðslu Førleikakrøv: Til starvið krevst, at umsøkjarin hevur roynd ir innan skrivstovuarbeiði. Tað er ein fyrimunur, um um søkjarin hevur skrivstovuútbúgving. Neyðugt er, at viðkomandi er vanur at arbeiða við teldu. Dentur verður lagdur á, at viðkomandi kann arb- eiða sjálvstøðugt. Setanarviðurskifti: Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært av talu. Umsóknir: Umsóknir við møguligum prógvum skulu sendast til: Smyril Line c/o Heðin Joensen Postsmoga 370 FO-110 Tórshavn ella við telduposti til: hedinj@smyril-line.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. mars 2004. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heðin Joensen á tlf. 34 59 60. Søkt verður eftir einum fólki til Farmadeildina Smyril Line varð stovnað í 1982, við tí endamáli at knýta saman lond ini í Norðuratlantshavi, Før- oyar, Ísland, Noreg, Hetland og Dan mark. Høvuðsskrivstova felagsins er í Tórs havn. Eisini hevur Smyril Line skrivstovur í Hanstholm, Bergen, Reykjavík og Ler wick. Agentar eru í Svøríki, Finnlandi, Týsklandi, Eysturríki, Sveis, Beneluks, Frak- landi og Italiu. Farmadeildin varð sett á stovn í 1998, við høvuðsskrivstovu í Tórs- havn. Í Dan mark hevur felagið farma støðir í Hanst holm, Kolding og Hede husene. Eystara Bryggja · Postsmoga 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 60 · Fax: 34 59 52 · cargo@smyril-line.fo