leygardagur 21. februar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 36 - 21. februar 2004
Nr. 36 - 21. februar 2004
5
FØSTULÁVINT
Tíðindaskriv
Í dag, leygardagin, skipar
Eiðis Bóltfelag fyri føstu-
lávintshaldið fyri børnum
og vaksnum. Tiltakið verð-
ur í fimleikarhøllina í Eiðis
skúla, og byrjar tað kl 15.
Tá koma Angela og
Hannibal, ið eru kend frá
Sjónvarp Føroya at undir-
halda fyri børnum og
vaksnum. Eftir at tey bæði
hava undirhildið verður
tunnusláing fyri børn frá 7
klassa og niðureftir
Eisini verður køkutom-
bola og kaffi og køkur
verða at fáa til keyps.
Tey vaksnu sleppa eisini
uppí part at sláa tunnu. Tað
gongur fyri seg, eins og
undanfarin ár, á vaglinum
kl. 19.30.
– Møtið fjølment og
grýluklødd, heilsa tey av
Eiði.
Stuðulsfelagið
Knørrur skipar í
kvøld fyri dansi við
Juliannu Boys
DANSUR
Tíðindaskriv
Í kvøld, leygarkvøldið kl
23, verður dansur í ítrótt-
arhøllini
á
Hálsi
har
Juliannu Boys spæla undir.
Juliannu Boys eru kendir
um landið sum dansibólkur.
Teir spæla góðan dansitón-
leik fyri allar aldursbólkar.
Teir eru nógv eftirspurdir
og hava tí langan bíðilista.
Høllin verður prýdd við
ljósperum í øllum litum,
borð og stólar verða sett
upp og okkurt verður til
keyps fyri tosta.
Rammurnar um eitt gott
og hugnaligt kvøld, skuldu
sostatt verið av teimum
bestu.
Tað er nýstovnaða stuð-
ulsfelagið hjá Róðrarfelag-
num Knørri, sum skipar
fyri
dansinum.
Felagið
skipaði eisini fyri jóladans-
inum, sum var í desember.
Tað tiltakið eydnaðist stak
væl.
Umleið klokkan 03.15
verður drigið um eina
APEX ferð frá Atlantic
Airways til Keypmanna-
havnar og aftur. Vinnarin
verður sotatt funnin á
staðnum. Tí ræður um at
goyma atgongumerkið og
at verða til staðar í høllini.
Drigið verður til ein
vinnari er funnin.
Róðrarfelagið Knørrur,
varð stovnað í 1985, tá
nakrir ungir dreingir keyptu
gamla
áttamannafarið
Postbátin.
Báturin varð nevndur
»Knørrur«. Fimm ár seinni,
í 1990, keypti felagið ein
bát afturat. Tað var eitt nýtt
seksmannafar, sum Hanus
Jensen bygdi, og varð hann
nevndur Jarnbardur.
Síðani eru báðir bátarnir
útskiftir við nýggjar, sum
Sámal Hansen hevur bygt.
Fyrst Knørrur í 2001 og so
Jarnbardur í ár. Gamli
Knørrur eitur nú Ormurin
Langi, og hann luttøk eisini
í FM kappingini í summar.
Felagið hevur vunnið
fleiri FM meistaraheiti við
bæði Knørri, men serliga
við Jarnbardi.
Øll árini, hevur felagið
hildið til við Lágukai, í
grótneystinum, í krókinum
við Waldemar Lützen, á
Skálatrøð.
Ikki kann sigast at um-
støðurnar eru góðar hjá
felagnum. Neystið hevur
bert til endamáls at fáa
bátarnar undir tak, heitt
vatn er onki og heldur ikki
skiftirúm o.t.
Felagið hevur allatíðina,
síðani tað varð stovnað,
havt ein dreym, um at fáa
eitt tíðarhóskandi neyst.
Men fíggjarliga orkan hjá
felagnum, hevur ikki rokk-
ið stórt longur enn til van-
liga raksturin. Men nú tá
stuðulsfelagið er stovnað,
og farið til verka, sær
framtíðin kanska ljósari út.
Stuðulsfelagið vónar, at
nógv leita sær í dans.
Atgongumerki á kr 100,-
fáast við dyrnar, í forsølu á
Kunningarstovuni og hjá
Fish and Chips á Vaglinum.
Aldursmarkið er 20 ár.
Føstulávintsdansur
í høllini á Hálsi
Angela og Hannibal
á Eiði
Landsstýrismenn og aðalstjórar á
skúlabonki
Nýggju landsstýris-
menninir hava verið á
skeiði í at læra,
hvussu teir skulu bera
seg at
EVNISDAGUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
At verða landsstýrismaður
er ikki bara sum at siga tað.
Tað eru nágreiniligar reglur
fyri, hvussu ein landsstýris-
maður skal bera seg at og
tað eru nágreiniligar reglar
fyri, hvat hann hevur loyvi
til og ikki.
Men samstundis eru tað
nógvar óskrivaðar reglar
fyri, hvussu ein landsstýris-
maður skal bera seg at, fyri
at fáa tað politiska arbeiðið
at glíða.
– Tí gjørdu vit av at skipa
fyri enum evnisdegi her-
fyri, har í landsstýrismenn
og teirra aðalstjórar fingu
undirvísing í, hvussu polit-
iska skipanin í Landssýr-
inum virkar-og eigur at
virka, sigur Jòannes Eides-
gaard, løgmaður.
Tað er ongin loyna, at
undanfarna samgonga var
ikki júst heimsmeistari í at
samskipa tað politiska ar-
beiðið og at fáa tað at glíða.
Avleiðingin av tí var, at tað
var mestsum dagligur kost-
ur, at politikarar úr sam-
gonguni brustu saman í
hørðum orðadrátti fyri opn-
um teppi í Løgtingi og í
fjølmiðlum.
Uttan iva hevur ein høv-
uðsorsøk til tað verið, at tað
knípti við samskiftinum í
landsstýrinum og at tað
politiska arbeiðið í sam-
gonguni varð ikki nógv væl
samskipað. Tí vóru nógv
mál løgd fyri Løgtingið,
áðrenn politisk semja varð
fingin um tey og tað elvdi
til nógv slagsmál í sam-
gonguni fyri opnum teppi.
Forða fyri almennum
ósemjum
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður heldur, at slíkar
innanhýsis ósemjur, sum
vit upplivdu undir farnu
samgongu, eru ógvuliga
uppslítandi og órógvandi
og eru við til at máa støðið
undan álitinum á sam-
gonguna.
Og tað vil hann ger nógv
fyri at spara hesa samgong-
una fyri.
Men tað er onki at ivast í,
at hann fær seg royndan, tí
hetta landsstýrið er eisini í
teirri serligu støðu, at heilir
fimm av teimum sjey
landsstýrismonnunum hava
als ongar royndir úr lands-
stýrinum. Tað eru bara
Jóannes Eidesgaard og
Bjarni Djurholm, sum hava
verið landsstýrismenn áður.
Tí var endamálið við evnis-
degnum at greiða lands-
stýrismonnunum frá, hvat
er røtt og hvat er skeiv
mannagongd.
Og
ikki
minst var evnisdagurin um,
hvat er góður siður og hvat
er vánaligur siður í lands-
stýrisarbeiðnum.
– Endamálið var at kunna
landsstýrismenninar um,
hvat er góður fyrisitingar-
ligur siður. Endamálið var
eisini at kunna teir um tær
mannagongdir, sum eru
galdandi fyri arbeiðið í
landsstýrinum og at greiða
teimum frá lógini um
ábyrgd landsstýrismanna,
styrisskipanarlógini
og
fyrsitingarlógini,
sum
landsstýrismenn
arbeiða
undir, sigur Løgmaður.
Fáa arbeiðið at glíða
Men
samstundis
vóru
landsstýrismenn
eisini
kunnaðir um, hvussu løg-
maður vil hava, at arbeiðið
í
landsstýrinum
verður
skipað.
– Tað er umráðandi at vit
alla tíðina kunna hvønn
annan um tey ymisku
viðurskiftini og at vit eru
opnir fyri hvørjum øðrum.
– Og kanska er tað mest
umráðandi av øllum, at tá
ið trupuleikar taka seg upp,
so verða teir lagdir fyri
samgonuna, áðrenn teir
sleppa at veksa seg so stór-
ar, at aðrir taka teir úr
hondunum á okkum, sigur
Jóannes Eidesgaard og
sipar til andstøðuna.
Hann sigur, at tað er stór-
ur munur á at vera løgtings-
maður, sum kann føra sín
egna, partapolitikk og at
vera landsstýrismaður, sum
varar av einum heilum
málsøki.
– Ein landsstýrismaður
hevur ein heilt annan leik-
lut enn ein tingmaður, tí ein
landsstýrismaður er ein
umsitari av einum málsøki.
Sostatt skal landsstýris-
maðurin
virða
nakrar
mannagongdir og hann
kann ikki taka partapolitisk
atlit í sama mun sum ein
tingmaður.
– Ein landsstýrismaður
hevur eisini ein serligan
leiklut í Løgtinginum, tí
landsstýrismenn eiga, so
vítt gjørligt, bara at viðgera
tey málsøki, teir sjálvir um-
sita og teir eiga helst ikki at
leggja seg út onnur máls-
øki.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at tað varð eisini greitt
frá, hvussu teir politisku
landsstýrisfundirnir
fara
fram, hvussu, og nær lands-
stýrismenn leggja mál fyri
landsstýrið og yvbirhøvur,
hvussu samskiftið í lands-
stýrinum eigur at vera.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at síðani vit fóru yvir til
hesa nýggju skipanina ligg-
ur ein heilt onnur ábyrgd á
hvørjum einstøkum lands-
stýrismanni enn tað gjørdi
undir teirri gomlu skipan-
ini, har landsstýrið var ferl-
ags um allar avgerðir. Nú er
tað hvør landsstýrismaður
sær, sum tekur avgerðir á
sínum øki.
Stór krøv til Løgmann
Jóannes Eidesgaard sigur,
at hetta setir stór krøv til
løgmann,
sum
hevur
ábyrgdina av at samskipa
arbeiðið í landsstýrinum, so
at talan í veruleikanum
verður um eitt landsstýrið
og ikki sum sjey.
Hann sigur, at nú hevur
hann eisini arbeitt undir
eini aðrari skipan, tey árini,
hann, hann sat í fólka-
tinginum.
– Har eru mannagongdir-
nar nógv tryggari og væl
skipaðar enn vit eru von
við. Har var ógvuliga stórur
dentur lagdur, at málini
vóru greið, tá ið tey vóru
løgd fyri fólkatingið og at
samskiftið ímillum ráðharr-
an og tað politiska bak-
landið, fólkatingið, var gott
og og at hvør flokkur hevði
sína støðu greiða, tá ið eitt
mál varð lagt fyri fólkating-
ið - og at hvør flokkur
hevði framsøgufólk, sum
talaði floksins vegna.
– Tað krevur eisini meiri
av teimum politisku flokk-
unum og ein stór uppgáva
hjá løgmanni verður at
trygga samskiftið ímillum
landsstýrið og flokkarnar í
samgonguni.
Tað krevur so aftur, at
flokkarnir í samgonguni
menna seg og gera manna-
gongdir fyri, hvussu teir
viðgera mál innanhýsir og
at teir so viðgerða tey mál,
teir fáa til ummælis frá
landsstýrinum og boða
landsstýrinum frá frá teim-
um viðmerkingum, teir
hava, so at uppskotið er lið-
ugt, tá ið tað verður lagt
fyri tingið, fyri at sleppa
undan innanhýsis stríði í
samgonguni, tá ið lands-
stýrið leggur mál fyri Løg-
tingið, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Næstin allir landsstýrismenninir hava ongar royndir í landsstýrisarbeiði og tí skipaði løgmaður fyri skeiði í at læra teir, hvussu teir eiga at bera seg at
Eisini aðalstjórar vóru á skúlabonki hendan dagin. Løgmaður sigur, at tað kom nógv burturúr.
Her situr Herálvur Joensen, aðalstjóri í Oljumálaráðnum vinstrumegin, og Rúni Joensen,
aðalstjóri í Løgmálaráðnum
C
M
Y
K
5
4
1
vi
ka
í
Da
nl
an
d-
íb
ú
ð
1
vi
ka
á
S
ka
ll
er
u
p
K
li
t
1
v
ik
a
í
D
an
Ce
nt
er
s
u
m
m
a
r
h
ú
s
i
2 vaksin og 2 børn við bili
2 vaksin og 2 børn við bili
2 vaksin og 2 børn við bili
Danland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari,
innan, við wc/bað. Uppihald í Dan land-íbúð í 1 viku
fyri 2 vaksin og 2 børn við bili.
úr 7.950
1,-
Skallerup Klit
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og
aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/
bað. Uppihald í 1 viku á Skallerup
Klit Feriecenter fyri 2 vaksin og
2 børn við bili.
úr 9.400
1,-
DANLAND er vorðið eitt hitt best um tókta
ferða málið hjá føroyingum. Dan land frí tíð-
ardeplarnir hava væl innrætt aðar íbúð ir við
køki og nógv frí tíð artilboð eru fyri bæði
vaksin og børn.
SKALLERUP KLIT FERIECENTER er stór ur
nútímans frítíðardepil av høgari góðsku, ið
er við strond ina millum Blokhus og Hirtshals.
Har er subtropiskt baði land, bónda garður,
ítrivshallir og alskyns uttandura hent leikar.
Summarhús
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og
aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað.
Uppi hald í 1 viku í summarhúsi fyri 2
vaksin og 2 børn við bili.
úr 7.780
1,-
1
vi
k
a
á
Pe
rs
H
ot
el
1
v
i
k
a
í
Di
sn
ey
la
nd
i í
P
ar
ís
Pers Hotel
Íroknað kostnaðin: Sigling Tórshavn-Bergen
og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað.
Hartil 7 gistingar í smáttu, uttan kost, fyri 2
vaksin og 2 børn.
úr 6.890
2,-
Disneyland
Íroknað er: Ferð fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, inn an, við wc/bað. Hartil uppihald 5
nætur á Hotel Santa Fe í Disneylandi á
dupultkamari við 2 upp reiðingum og uppi-
hald 1 nátt á hotelli á út- og heim ferðini.
úr 18.500
3,-
2 vaksin og 2 børn við bili
Ferðin yvir øllum ferðum
Ferðin yvir øllum ferðum
1
v
i
k
a
á
H
o
t
el
li
í
Ís
la
nd
i
Ísland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, innan, við wc/bað. Uppihald í dup ult-
kamari við wc/bað á Foss-hotelli í 7 nætur.
úrúr 4.108
4.108
3,-,-
Fyri hvønn ferðandi
S
u
m
m
a
r
h
ú
s
í
H
e
t
l
a
n
d
i
Hetland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, innan, við wc/bað. Uppi hald í 1 viku í
summarhúsi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili.
úrúr 6.980
6.980
22,-,-
Í risa stuttleikaparkini 40 km
úr París møtir tú kendu
tekni søgu fi gurunum »live«.
2 vaksin og 2 børn við bili
J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
1) Fráferð: 7/5, 14/5, 21/5, 28/5, 4/6, 11/6, 13/8, 20/8, 27/8 og 3/9. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum.
2) Fráferð: 3/5, 10/5, 17/5, 24/5, 31/5, 7/6, 9/8, 16/8, 23/8 og 30/8. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum.
3) Nevnda prísdømi er galdandi fyri lágárstíð. Aðrir prísir eru galdandi um ferðast verður uttanfyri lágárstíð.