Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 36 - 21. februar 2004 Nr. 36 - 21. februar 2004 7 Tað nyttar einki hjá okkum at fara upp í ALS skipanina, siga tvey ungfólk, sum hava mist arbeiðið, nú kryvjivirkið í Vestmanna letur aftur. Tey ætla at finna sær lærupláss ella fara í skúla ARBEIÐSLOYSI Edvard Joensen Vestmanna: Emma og Dánial Jákup ætla sær at finna annað arbeiði, nú At- lantis letur aftur. Men tað verður neyvan í Vestmanna, ásanna tey. At fara upp í ALS skipanina ætlar hvørg- in teirra. ALS ætla tey sær ikki at søkja, tí tey hava fingið at vita at tað loysir seg ikki hjá teimum. Tey hava verið ov stutt til arbeiðis til, at tað fer at geva nakað, er sagt fyri teimum. Emma Poulsen og Dánial Jákup Toftum eru bæði 17 ára gomul og hava arbeitt á Atlantis, síðan tey fóru úr skúlanum. Hjá báðum var hetta líkasum ein millum- støð, áðrenn tey væntandi fara undir víðari útbúgving. Emma ætlar sær i stu- dentaskúla, og Dánial Ják- up vil fegin finna sær eitt lærupláss og í øðrum lagi aftur í skúla, sigur hann. Tey vita sær einki arbeiði í løtuni, greiða tey bæði frá. Í Vestmanna er so einki at finna, sigur Emma. Hon hevur spurt seg fyri hjá Føroya Fiskavirking, men hevur fingið at vita, at har er listin rættiliga langur, so har sær hon ongar møgu- leikar fyri at sleppa upp í part. So er tað onkur kiosk, sum kanska kann brúka fólk um kvøldið ella um vikuskiftini. Annars er lítið at vinna í Vestmanna í løt- uni, sigur Emma. Tey, sum fara hiðani, standa við ongum, sigur Dánial Jákup, sum ætlar sær at fara at finna eitt lærupláss. Skúlin kemur í øðrum umfari, sigur hann, um einki lærupláss fæst. Men tað verður so í hvussu er ikki í Vestmanna, tí her er bara Fiskivinnuskúlin, og hann er ikki tað fyrsta, Dánial Jákup ætlar sær at royna, hóast hann hevur ar- beitt í fiskivinnuni. – Eg havi onkran vin- mann, sum gongur á Fiski- vinnuskúlanum, og alt tað, sum tey har hava fyri, ætli eg mær ikki frívilliga undir, flennir hann. Emma og Dánial Jákup halda ikki, at tey eru ikki ringast fyri, nú tey hava mist arbeiðið. Tað er verri hjá teimum, sum hava fam- ilju at forsyrgja. Fólk sum hava hús og børn, siga tey. Hjá teimum er verri. Tó halda tey ikki, at tað í so máta er so heilt ringt hjá teimum, sum missa arbeiði á Atlantis. – Her eru eini trý ella fýra fólk, sum eiga børn, og hjá teimum er tað serliga keðiligt, halda Emma og Dánial Jákup. So eru tað vit ungu, sum eru fleiri. Hjá okkum er tað kanska ikki so ringt. Men so er ein ann- ar bólkur, siga tey og hava hug at smáflenna eitt sind- ur. Tað eru allir teir gomlu dreingirnir, sum arbeiða her. Teir eru merkiliga nógvir, men teir munnu nokk eisini fara at klára seg. Tað plaga teir, siga hesi bæði ungfólkini, sum nú fara at royna at skapa sær nýggja tilveru uttan fyri Atlantis. Nú hjálpir ikki at leggjast fyri, men heldur bróta upp um armar og fara undir okkurt nýtt, sigur stjórin á Atlantis, sum nú letur aftur. Vestmanna hevur ríkar traditiónir í so máta, so her gerst okkurt, sigur hann FRAMTÍÐARÚTLIT Edvard Joensen Vestmanna: Vestmenning- ar eru ikki falnir í fátt, hóast eitt virki við umleið 20 arbeiðsplássum er aftur- latið. – Vestmanna er ein bygd við ríkum fiskivinnutradit- iónum, so her gerst okkurt, hóast laksakryvjivirkið At- lantis letur aftur. Bygning- urin verður nú gjørdur klár- ur til onkran annan at taka yvir, og tað vænti eg eisini fer at henda. Orðini eigur Jákup Oluf Hansen, stjóri á kryvjivirk- inum Atlantis í Vestmanna, sum nú kennir sviðan av vánaligu gongdini í alivinn- uni og noyðist at lata aftur. Sjálvandi eru fólk hørm um, at virkið letur aftur. Tað er eingin ivi um tað, sigur Jákup Oluf Hansen. Men tey taka tað ikki sum nakra vanlukku kortini, at hetta virkið isolerað verður afturlatið. Men at øll ali- vinnan í Vestmanna er fyri tí bakkasti, hon er, tað er ein sera dyggur smeitur. Tí har er ikki bara talan um sjálva alingina og kryvji- virkið, men eisini avleiddar vinnur, sum knýta seg at hesum. Og tá verður tað nógv tilsamans. Hann rósar arbeiðsfólk- inum á virkinum fyri tað ábyrgd, tey hava víst hesa tíðina, síðan greitt varð, at virkið noyddist at lata aftur. Tað líður væl móti einum ári, síðan greitt varð, at virkið fór at lata aftur, tí ILA var staðfest á Vest- manna, og allur fiskur á vágni skuldi takast. Kortini hava fólk trúliga verið til arbeiðis á virkinum líka til tað seinasta, sigur Jákup Oluf Hansen. Hann sigur, at Atlantis hevur hildið til í leigaðum hølum hjá Vestmanna Fiskavirking. Avtalað er við eigaran, at leigusáttmálin verður uppsagdur, og at bygningurin skal latast teimum aftur í tí standi, hann var, tá Atlantis tók yvir. Tað vil siga, at nú verða maskinur og annað tikið út og roynt verður at selja tær. So er upp til eig- aran, hvat verður av bygn- inginum. – Men við teimum traditiónum, sum eru í Vest- manna, vænti eg ikki, at hann fer at standa leingi tómur, sigur Jákup Oluf Hansen. Hann harmast tey umleið 20 fólkini, sum nú standa arbeiðsleys. Sum er, sten- dur eingin og bíðar teimum við nøkrum arbeiði í Vest- manna. Føroya Fiskavirk- ing hevur tað fólk, brúk er fyri, og onnur virki hava eisini sítt fólk. So líkt er tíverri til, at tey noyðast av bygdini at finna arbeiði. Onkur kanska sleppur til skips. Men ivaleyst noyðist onkur upp í ALS skipanina í fyrstu syftu, heldur stjórin á krivjivirkinum Atlantis, sum noyddist at lúta fyri afturgongdini í alivinnuni. ALS einki fyri okkum Vit ætla okkum ikki upp í ALS, siga Emma Poulsen og Dánial Jákup Toftum, sum nú missa arbeiði sítt á Atlantis í Vestmanna Mynd: Álvur Haraldsen Nú ræður um áræði Tað gongur nokk, siga vestmenningar og falla ikki í fátt. Ivaleyst verður virksemi aftur her í hús- inum, hóast við nú noyðast at gevast, væntar Jákup Oluf Hansen, stjóri á Atlantis Mynd: Álvur Haraldsen Stóru burturlegging- ar í alivinnuni seta síni spor ársrokn- skaparúrslitið hja Føroya Banka. Ársúr- litið í ár er 38 mio. krónur í yvirskoti og hetta er væl minni enn úrslitið fyri 2002. – Roknskapurin er nøktandi, verður sagt úr Føroya Banka ROKNSKAPUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Nevndin í Føroya Banka samtykti í gjár roknskap bankans fyri 2003. Niður- gongdin í føroyska búskap- inum rakar eisini føroysku peningastovnarnar og góðu rakstrarúrslitini hjá Føroya Banka seinastu árini eru við at tódnað. Ársúrslitið fyri 2003 er 38 mio. í yvirskoti. Hetta er góðar 110 mio. verri enn ársúrslitið fyri 2002, sum var 146 mio. krónur. Stórar burturleggingar Føroya Banki hevur verið virkin í føroysku alivinnuni og niðurgongdin í vinnuni setir avgjørt síni spor árs- úrslitið hjá Føroya Banka. Tíðliga í heyst var Føroya Banki noyddur at gera stór- ar burturleggingar í ali- vinnuni og burturlegging- arnar er høvuðsorsøkin til, at yvirskotið hjá bankanum er minka so nógv. Í fjør setti Føroya Banki setti 110 mio. krónur ímóti tapi og burturleggingum. Helvtin Stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen sigur, at grundleggjandi raksturin hjá Føroya Banka er nøkt- andi, men tær 110 mio. krónurnar í burturlegging- um ávirka roknskapin nógv tann skeiva vegin. Spurdur, um Føroya Banki fer at seta pening ímóti tapi aftur í ár, svarar Jørn Astrup Hansen, at tað fara teir óivað, men upphæddin verður væl minni. – 110 mio. er alt ov nógv. Stóru burturleggingarnar í fjør komu fyrst og fremst av, at kreppan í alivinnuni kom í einum. Upphæddin til burturleggingar skal ikki verða størri enn helvtin av talinum í fjør og tað er eisini málið í ár, sigur Jørn Astrup Hansen. Føroya Banki ætlar so- statt at streingja á fyri at fáa burturleggingar og tap nið- ur á góðar 50 mio. krónur í ár. Minni vinningsbýti Landskassin hevur seinni árini kunna gjørt sær dælt av stóru yvirskotunum í føroyska fíggjarheimunum. Millum annað hevur lands- kassin árliga fingið stórt vinningsbýti frá Føroya Banka. Í fjør fekk lands- kassin 73 mio. krónur í vinningsbýti, meðan upp- hæddin í ár er minkað niður á 20 mio. krónur. Jørn Astrup Hansen sigur, at siðvenjan hevur verið, at á leið helvtin av ársúrslitinum hjá bankan- um er útgoldið sum vinn- ingsbýti. Í fjør var árs- úrslitið 146 mio. krónur í yvirskoti og tá varð útgold- ið 73 mio. krónur í vinn- ingsbýtið. Í ár er ársúrlitið 38 mio krónur í yvirskoti og vinningsbýtið er ásett til 20 mio. krónur. Færri starvsfólk Fyrst í januar mánað sendi kappingarneytin hjá Føroya Banka, Føroya Sparikassi, 16 fólk til hús. Grundgev- ingin fyri uppsøgnunum var, at tørvur var ikki so nógvum starvsfólkum longur, tí fíggjarheimunur verður í størri og størri mun automatiseraður og tí er ikki neyðugt við so nógv- um starvsfólkum. Á ársroknskapinum hjá Føroya Banka sæst, at starvsfólkatalið á Føroya Banka er lækkað seinasta árið. Sammett við 2002 arbeiddu 11 fólk færri í 2003 í Føroya Banka. – Vit hava leypandi gjørt neyðugu tillagingar við starvsfólkatalinum. Hesum ætla vit at halda á vit at gera, so leingi tørvur verð- ur á tí, sigur Jørn Astrup Hansen. Yvirskotið tódnar hjá Føroya Banka Føroya Banki merkir eisini til niðurgongdina í føroyska búskapinum. Yvirskotið er tódnað við 110 mio. krónur sammett við 2002 FØROYA BANKI 2003 2002 +/- pst. Rakstrarroknskapur (mió. kr.) Rentu- og kostnaðarinntøkur 264 259 2 Virðisjavnan -5 33 Útreiðslur 119 127 -6,2 Tap og burturleggingar 110 -1 Úrslit av vanligum rakstri undan skatti 47 182 -74 Ársúrslit 38 146 -74 Fíggjarstøða (mió. kr.) Útlán 3.512 3.412 2,9 Innlán 3.780 3.832 -1,4 Eginpeningur 1.510 1.492 1,2 Fíggjarstøðujavnvág 5.408 5.525 -2,1 Lyklatøl Úrslit fyri hvørja kostnaðarkrónu 2,32 2,42 Renting av eginpeningi áðrenn skatt, pst. 3,2 12,8 Vinningsbýti, kr. fyri partabrævið (á 100 kr.) 20 73 Tal av starvsfólkum við árslok 199 210 Fakta Nú skal Johan Dahl endavendast Sambandsflokkurin hevði seinnapartin fríggjadagin fund um framtíðina hjá Johan Dahl sum landsstýrismanni í fiskivinnumálum FUNDUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Søgurnar um ivasomu for- tíðina hjá Johan Dahl ger- ast fleiri og fleiri í tali. 44 ára gamli Fiskimálaráð- harrin hevur róð ein tung- an róður seinastu vikurnar og sessurin hjá nýggja landsstýrismanninum gerst heitari og heitari fyri hvørja viku sum gongur. Í samband við ivasama leiklutin hjá Johan Dahl í fleiri málum kallaði Sam- bandsflokkurin til fundar seinnapartin fríggjadagin. Formaður floksins sigur, at ætlanin var at viðgera málini, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum um fortíðina hjá Johan Dahl. – Vit fara at viðgera 80 ára frágreiðingina og hans- ara leiklut í samband við Vágs Skipasmiðju, Kolla- fjord Pelagic og Nautilus, sigur Alfred Olsen Seinasta skotið Fjølmiðlarnir hava sein- astu vikurnar kannað for- tíðina hjá Johan Dahl og seinasta skotið er hansara ivasami leiklutur í sam- band við Nautilus. Í við- talu við Fregnir langar Inge Krause Jensen eftir Johan Dahl fyri at hava forpestað sítt lív. Inge Krause er einkjan eftir Carl á Lag, sum saman við Johan Dahl og Petur Nolsøe var við í verk- ætlanini Nautilus. Nautilus bar seg ikki og teir tríggir hingu upp á eina stóra skuld. Bæði Pet- ur Nolsøe og Carl á Lag máttu kautionera fyri Johan Dahl, tí landsstýris- maðurin hevði ikki pening fyri sína skuld. Eftir Carl á Lag doyði, arvaði konan Inge Krause skuldarbind- ingarnar og kautionirnar í samband við Nautilus og hon hevur síðan goldið skuld, sum Johan Dahl ikki vil rinda. C M Y K 7 6