leygardagur 21. februar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 36 - 21. februar 2004
Nr. 36 - 21. februar 2004
9
- Hóast avmarkað
fíggjarligt rásarúm og
trongar karmar vóna
og vænta vit, at stór
framstig liggja fyri
framman á Lands-
sjúkrahúsinum og í
føroyska sjúkrahús-
verkinum sum heild,
sigur nýklakti lands-
stýrismaðurin í
almannamálum í
sambandi við
føðingardagin hjá
Landssjúkrahúsinum
mánadagin. Hans
Pauli Strøm undir-
strikar eisini, at allur
peningurin er settur
av til nýggja bygning-
in, sum verður tikin í
nýtslu í summar
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Mánadagin 23. februar
hevur Landssjúkrahúsið 80
ára føðingardag. Uppruna-
liga ætlanin var, at nýggi
bygningurin skuldi vera
liðugur og til reiðar at taka
í nýtslu til føðingardags-
høvið, men orsakað av m.a.
valinum er hetta seinkað til
í summar.
– Tann ljósa og góða søg-
an um føðingardagin og
nýggja bygningin er sjálv-
sagt ávirkað av soltnu
fíggjarligu støðuni, sum er
nógv verri, enn ein helt fyri
nøkrum mánaðum síðani,
men hóast tað er orsøk til
bjartskygni, tí við nýggja
bygninginum eru onnur
stór framstig á veg, sigur
Hans Pauli Strøm. Lands-
stýrismaðurin í almanna-
málum undirstrikar, at allur
peningurin er settur av til
núverandi verkætlan við
nýggja bygninginum, so
negativa
búskaparstøðan
fer ikki at ávirka júst hetta
arbeiðið.
– Hetta eru íløgur, sum
eru gjørdar og sum ikki
skulu fáast til vega nú, so
bygningurin verður tikin í
nýtslu skjótast gjørligt, sig-
ur Hans Pauli Strøm. Nú
sjálvur bygningurin er lið-
ugur, væntar útgerð fyri
góðar 40 milliónir, meðan
6-7 milliónir skulu nýtast
til rakstur í nýggja bygn-
inginum. Samlaða verkætl-
anin hevur kostað millum
190 og 200 milliónir krón-
ur.
Aðrar umvælingar
Sambært Hans Paula Strøm
setir stóra verkætlanin við
nýggja bygninginum gongd
á annað arbeiði, sum liggur
á láni á Landssjúkrahúsin-
um.
– Í nógv ár hava umvæl-
ingar í gomlu bygningun-
um verið átrokandi, og eftir
at nýggi bygningurin um
nakrar mánaðir verður tikin
í brúk, kann hol endiliga
setast á umvælingar aðra-
staðni, sigur Hans Pauli
Strøm, sum samstundis
vísir á fleiri onnur positiv
árin av nýggja bygningin-
um.
–
Raksturin
verður
rationellari,
bíðilistarnir
vera ikki eins drúgvir, færri
fólk verða send uttanlanda í
viðgerð, og sum heild er
talan um eina moderniser-
ing, sum lyftir støði á
Landssjúkrahúsinum.
Landsstýrismaðurin leggur
afturat, at størri dentur nú
eisini kann leggjast á
ambulanta viðgerð, meðan
færri sjúklingar verða inn-
lagdir.
Útreiðslur í
niðurgongutíðum
Skulu stóru ætlanirnar hjá
landsstýrismanninum um
umvælingar o.a. fremjast,
er talan um sera stórar
útreiðslur komandi árini.
Sambært
honum
skulu
ábøtur og viðlíkahald av
L a n d s s j ú k r a h ú s i n u m
fremjast nógv ár fram, og
kostnaðurin fyri hetta er
hvørt ár nakað omanfyri 30
milliónir. Spurdur, um hetta
ikki er órealistiskt og í
mótsøgn við áðurnevndu
trongu fíggjarligu fortreyt-
ir, er bjartskygni at hóma
hjá Hans Paula.
– Tað er rætt, at tað
verður rættiliga avmarkað
við peningi í framtíðini,
men hetta eru so ítøkiligu
ætlanirnar, og vónandi fáa
vit pening settan av til hes-
ar átroðkandi ábøtur kom-
andi árini, sum Lands-
sjúkrahúsið í fleiri ár hevur
tørvað, sigur ein avgjørdur
Hans Pauli Strøm. Hann
leggur afturat, at tað leingi
hevur verið ein politiskur
málsetningur at fara undir
ábøtur og umvælingar, eftir
at nýggi bygningurin verð-
ur tikin í nýtslu, og fyribils
eru ætlanirnar óbroyttar,
slær
landsstýrismaðurin
fast, sum sostatt hevur stór-
ar
og
kostnaðarmiklar
framtíðarætlanir um ábøtur
á
Landssjúkrahúsinum,
sum mánadagin fyllir 80 ár.
Landssjúkrahúsið fyllir 80:
Hans Pauli er bjartskygdur
Landsstýrismaðurin Hans Pauli Strøm (vm) og sjúkrahússtjórin Poul Geert Hansen avmyndaðir frammanfyri nýggja sjúkrahúsbygninginum, sum eftir ætlan skuldi takast í nýtlsu á 80 ára
føðingardegnum hjá Landssjúkrahúsinum mánadagin. Sambært teimum báðum verður nýggi bygningurin tikin í nýtslu í summar
Mánadagin 23. feb-
ruar eru 80 ár liðin
síðan Dronning Alex-
andrines Hospital
varð tikið í brúk.
Dronning Alexandri-
nes Hospital avloysti
Færø Amts Hospital,
sum var bygt í 1829.
Landssjúkrahúsið var
liðugt at taka í brúk í
1969
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Grundarsteinurin til Dron-
ning Alexandrines Hospital
bleiv lagdur 23. juni 1921
av Christian kongi X, og
húsið bleiv tikið í brúk 23.
februar 1924.
Dronning Alexandrines
Hospital avloysti Færø
Amts Hospital, sum var
bygt í 1829.
Grundarsteinurin
til
Landssjúkrahúsið
bleiv
lagdur 19. juni 1962 av
Petur Mohr Dam, táverandi
løgmanni.
Fyri skjótt 35 árum síð-
an, í apríl 1969, varð allur
tann nýggi bygningurin tik-
in í brúk. Sjúkrahúsið var tá
mormerað til 158 seingja-
pláss.
Í summar verður nýggi
bygningurin á Landssjúkra-
húsinum tikin í brúk. Bygn-
ingurin er í fimm hæddum
og samlaða gólvvíddin er
5.600 ferðmetrar
Hesi 80 árini eru ómeta-
liga stórar broytingar farnar
fram á øllum økjum, sum
tað sæst á myndunum.
Landssjúkrahúsið 80 ár
Dronning Alexandrines Hospital bleiv tikið í brúk 23. februar 1924. Bygningurin er ikki nógv broyttur síðan tá. Høgrumegin sæst
Tuberklastøðin, sum bleiv tikin burtur seinni
Landssjúkrahúsið, sum bleiv tikið í brúk í 1969, og nýggi bygningurin, sum verður tikin í brúk í summar
Mynd: Landssjúkrahúsið
Sjúkrabilur í frá krígsárunum – kundi verið ein Bedford
Mynd: Landssjúkrahúsið
– Gongur alt eftir
ætlan, verður nýggi
og framkomni
bygningurin latin
upp og tikin í
nýtslu beint undan
summarfrítíðini,
sigur sjúkrahús-
stjórin Poul Geert
Hansen. 145 av 200
milliónum eru
goldnar, og sjúkra-
hússtjórin sigur seg
vóna, at politiskur
vilji verður fyri
neyðugu
játtanunum, sum
enn resta í at
fullføra
verkætlanina
LANDSSJÚKRAHÚSI
Ð
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Hóast nýggi bygningurin
ikki verður tikin í nýtslu
mánadagin á 80 ára føð-
ingardegnum hjá Lands-
sjúkrahúsinum,
kann
stjórin
Poul
Geert
Hansen sum plástur á
sárið lova starvsfólki,
sjúklingum og vitjandi
ræst kjøt og súpan. 6.
mars verður stór veitsla á
Hotel
Føroyum,
og
móttøka verður, tá nýggi
bygningurin letur upp
beint
undan
summ-
arfrítíðini.
Meiri peningur skal
til
Sjúkrahússtjórin metir
verkætlanina kosta 190-
200 milliónir, og av teim-
um eru 145 milliónir
goldnar. Hesin peningur
er
farin
til
sjálvan
bygningin
og
tunga
útgerð.
Poul
Geert
Hansen metir tó, at verk-
ætlanin saktans kann fara
uppum tær 200 millión-
irnar seinni.
– Umframt restina av
útgerðini skal forhøll
gerast, meðan bygning-
arnir eisini skulu byggj-
ast saman, so verkætl-
anin er ikki liðug, tá vit
flyta inn, sigur sjúkra-
hússtjórin. Poul Geert
Hansen væntar tó, at
neyðugi peningurin er til
taks, og fær hann illa
ímyndað sær annað.
– Men tað fer altíð at
vera ein politiskur spurn-
ingur og ein politisk av-
gerð, hvussu nógv vit fáa
játtað, men í løtuni er
átrokandi at fáa pening
til rakstur og útbúna,
sigur Poul Geert Hansen.
Við samlaðu búskapar-
ligu støðuni í huga kann
ein sambært sjúkrahús-
stjóranum altíð óttast tað
ringasta, men hann vænt-
ar og vónar, at verkætl-
anin kemur undir land í
summar.
Í nýggja bygninginum
eru fimm hæddir, sum
sambært sjúkrahússtjór-
anum eru framkomnar
og seta allar sjúklingin í
miðdepil. Í nýggju høl-
unum
verður
nýggj
seingjadeild, medisinsk
kanningardeild (labora-
toriið), skurðviðgerðar-
stovur, bráðfeingismót-
tøka og rannsóknarstov-
ur.
Sjúkrahússtjórin:
Framtíðin er
upp til
politikararnar
C
M
Y
K
9
8