Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 36 - 21. februar 2004 Nr. 36 - 21. februar 2004 11 Sambært formanninum í Granskingarráðnum Eyðun Andreassen, so nýta vit føroyingar bert 0,7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni at granska fyri. Hetta sigur hann í áhugaverdum og frameftirlítandi viðtali við Dimma- lætting fyrr í vikuni. Sambært OECD er 3 prosent tað minsta, ið ett land eigur at nýta til gransking, um landið vil varðveita sína støðu í kappingini við onnur lond. Hví man føroyska talið verða so lágt? Kann tað hugs- ast, at partar av vinnuni og politisku skipanini enn síggja gransking sum eina útreiðslu. Hetta má ikki vera so. Gransking er einki minni enn ein íløga í framtíðina, og eigur gransking og menning at verða ein inte- greraður partur í allari framleiðsluvinnu og ryggásin í øllum vinnupolitikki. Tað almenna eigur ein lyklaleiklut, tá tað kemur til gransking, og tí er áhugavert, at gransking verður raðfest høgt í samgonguskjalinum, men umráðandi er, at gerðir fylgja føgru orðunum. Eisini er umráðandi, at politikarnir fylgja ráðunum frá formanninum í Granskingarráðnum, tá hann sigur, at vit føroyingar sjálvandi ikki skulu granska á øllum økjum. Her, eins og í flestu øðrum viðurskiftum, tykist raðfesting vera eitt lyklaorð. Eyðun Andreassen mælir í omanfyrinevnda viðtali til at granska í havinum og tilfeinginum rundanum okkum annars, tá tað kemur til vinnugransking. Tá tað kemur til gransking generelt, so metir formaðurin í Granskingarráðnum, at vit føroyingar hava eina skyldu at granska í tí, sum er serligt fyri Føroyar, tí at eingin annar ger tað. At ferð verður sett á fiskivinnugranskingina í hesum døgum er avgjørt eitt stig á rættari leið. Pressufundur verður hesum viðvíkjandi í komandi viku, og spenn- andi verður at frætta frá hesum. Fyri tíð síðan segði stjórin á Menningarstovuni, at tað vísti seg, at áhugin í vinnuni fyri at ganga nðggjar leiðir, við nýggjari framleiðslu og nýggjum marknað- um minkaði, tá nógv var at gera í Føroyum, og hækkaði, tá tað bleiv meir svangligt heima. Her eigur tað almenna at hava ein førandi leiklut í samstarvi við vinnuna at tryggja eina meira konsekventa framferð, tá um gransking og menning ræður. Tað er ein sannroynd, at búskaparligu sveiggini í sam- felagnum gerast minni, tess longur man flytir seg frá reinari rávøruframleiðslu til liðugtgjørdar vørur, ið fara beint á altjóða brúkaramarknaðin ella á høgt spesiali- seraðar marknaðir innan hátøkni ella biotøkni. Hetta krevur framhaldandi menning, og framhaldandi gransking í nýggjum framleiðslum og nýggjum út- flutningsmøguleikum og hættum. Tað skal verða okkara vón, at samgongan fer at vísa í verki, at orðini í samgonguskjalinum um gransking veruliga merkja nakað, og at vinnan framhaldandi styrkir um sín leiklut í granskingarumhvørvinum í Før- oyum. Tað er eisini gott og rætt, at miðlarnir taka slík evni upp og viðgera tey – tí harvið eru teir við til at minna myndugleikarnar á tað teir hava lovað og sett út í kortið. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein íløga í framtíðina Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn skipar týsdagin fyri tiltaki, har Jóhanna á Tjaldra- fløtti, sum er føðslu- og húshaldsfrøðing- ur, fer at geva sítt boð uppá, hvat vit sjálv kunnu gera fyri at varðveita eina góða heilsu HEILSA Tíðindaskriv frá Tilhaldinum Sameindu Tjóðir lýstu árið 1999 at vera ár teirra gomlu. Í hesum sambandi var eisini her á landi gjørt rættiliga nógv burtur úr hesum tiltaki. Endamálið var at skapa betri fatan í samfelagnum fyri teimum avbjóðingum, sum tann vaksandi bólkurin av fólki, ið farin er um pen- sjónsaldurin, setur bæði samfelagið og til tey sjálv. Somuleiðis samtykti sosiala nevnd hjá komm- ununi í 1996 at seta ein ar- beiðsbólk, hvørs arbeiðs- setningur var at koma við uppskoti um, hvønn eldra- politikk kommunan eigur at føra. Og í sambandi við »Altjóða eldraárið« 1999, kom so »Eldraálitið« hjá Tórshavnar kommunu. Í oktober 2000 setti landsstýrismaðurin í al- mannamálum ein arbeiðs- bólk at gera eina lýsing og meting av eldraøkinum. Í 2002 kom úrslitið av ar- beiðinum. Álit um eldra- økið. Politiski málsetningurin í álitinum er við grundar- lagnum í meginreglunum hjá ST. Høvuðsboðskap- urin hjá ST er, at øll lond eiga at stremba eftir ein- um samfelag fyri allar aldursbólkar. ST áleggur heimsins stjórnum at taka niðan fyri standandi megin- reglur til eftirtektar og gera tær til lógarfestan part av almannapolitikkinum skjótast til ber. Rættur teirra gomlu er í høvuðs- heitum: Sjálvbjargni, lut- tøku, umsorgan, menning og sjálvsvirði (sjá fylgi- skjal). Hesi seinnu árini er talið á fólkum yvir 65 ár vaksið í stórum, og livitíðin gerst longri og longri. Stundum hoyra vit henda aldursbólk umtalaðan sum eitt vanda- mál í samfelagnum. Hetta man helst koma av, at útreiðslurnar til eldraøkið eru skjótt vaksandi, tað veri seg til pensjónir, ellis- og røktarheim, sjúkraviðgerð, heimahjálp o.s.fr. Hendan myndin gongur aftur í øllum tí framkomna Vestur- heiminum. Tað er væl skiljandi, at tess fleiri røktarkrevjandi fólk, ið verða, tess størri gerast útreiðslurnar fyri samfelagið bæði til røkt- arheimspláss og til rakstur av heilsuverkinum. Orsøk- irnar til, at fólk gerast óhjálpin kunnu vera so mangar. Ein av teimum eru tær sjúkurnar, sum standast av vælferðarliviháttinum. Tilhaldið í Havn er eitt av teimum støðunum, har roynt verður at gera teim- um gomlu ein møguleika fyri at fáa eitt ríkari inni- hald í gerandisdagin, eftir at tey eru farin út av arbeiðsmarknaðinum. Við meginreglunum hjá ST í huga, fer Tilhaldið undir átakið »Ábyrgd fyri egnari heilsu 2004«. Vit hava heitt á átta fólk, sum í sínum starvi hava serligar førleikar fyri at lýsa hetta evnið hvør út frá sínum sjónarhorni. Á hend- an hátt vóna vit at hava sett eitt orðaskifti í gongd, summ kann vera við til at motivera gomul eins væl og yngri til at umhugsa sín livihátt og gera sítt til, at fáa ein so heilsugóðan aldurdóm sum gjørligt. Fyrsta tiltakið verður í Tilhaldinum í Tórsgøtu, týsdagin 24. feb. 2004 kl. 14.00. Tá fer Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum er føðslu- og húshaldsfrøðingur og leiðari á Húshaldsskúla Føroya at geva sítt boð uppá, hvat vit sjálvi kunnu gera fyri at varðveita eina góða heilsu. Øll eru hjartaliga væl- komin. »Ábyrgd fyri egnari heilsu 2004« Íbúgvar í Magnus Heinasonargøtu í Havn mótamæla, at býráðið tekur parkeringspláss til rullubrettisbreyt PARKERINGS- VIÐURSKIFTI Eirikur Lindenskov Á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið varð býráðnum handað eitt mótmælisskriv frá borgarum niðast í Magnus Heinasonargøtu í Havn. T. e. gøtan frá Sverr isgøtu oman móti parker- ingsplássinum sunnan fyri Margarinfabrikkina. Orsøkin til mótmælið er, at býráðið hevur tikið par- keringsplássið til eina rullubrettisbreyt: Íbúgvarnir siga í mót- mælinum: »Undirritaðu íbúgvar í og grannar til Magnus Heina- sonargøtu mótmæla hervið ætlanum býráðsins at taka parkeringsøkið niðarliga í gøtuni til rulluskoytubreyt til Margarinfabrikkina. Orsøkin til mótmæli okkara er heilt einfalt tann, at í M. Heinasonargøtu er frammanundan nærum ógjørligt at sleppa av við bilar – uttan í tíðarav- markaðu p-básunum og er hetta eingin loysn fyri tey, sum búgva her. Í M. Heinasonargøtu eru bæði sethús og virkis- og handilshús við tørvi á nógvum parkerinsbásum. Hesin tørvur er ikki nøkt- aður sum er. Eisini um tit banna allari ferðslu í niðara parti av Magnus Heina- sonargøtu, hvussu skulu vit, sum búgva her, so sleppa til hús við vøru og øðrum? Nevnda parkeringsøkið, sum ætlanin er at gera til rulluskoytubreyt, er heldur ikki egnað til hetta enda- mál. Hví ikki finna hesum ungu eini hús og øki í útjaðaranum av býnum, har tey í friði og náðum kunnu gera sær hóskandi breyt og lata hesar fáu (4) par- keringsbásarnar vera til íbúgvarnar í gøtuni? Margarinfabrikkin kundi síðani sum frá leið verðið umgjørd til P-hús. Við vón um at mótmæli okkara verður tikið til eftirtektar.« Aftan á handanina fekst at vita, at tann uppsetta breytin bert skal standa í ein mánað. Men hvat síðani skal henda varð einki sagt um. Mótmæla rullubrettisbreyt Jón Guttesen Nú rokningin til útvarps- gjaldið kom inn um gáttina og TSVS rungar í útvarpin- um er ikki annað fyri hjá hesum lesarbrævhøvundin- um enn at vísa sína ónøgd. Public Service ábyrgdin liggur tung á almennu fjølmiðlunum, og hesin lesarabrævhøvundurin vil verða við at almennu fjøl- miðlarnir megna ikki at lyfta hana. Tað vil hesin lesarabrævhøvundurin royna gera uttan at niður- gera tað megnararbeiði, sum menn og kvinnur dag aftan á dag gera í hesum miðlum fyri Føroya fólk. »Vit geva fólkinum tað tey ynskja« plagar at verða undanførslan, tá privatir fjølmiðlar lata frá sær send- ingar, ið verða mettar at verða einstáttaðar ella hava lítið virði. »Gev fólkinum tað tey ynskja« var av til- vild eisini orðatakið í Romverjar høvdu á lofti meðan glatiatorarnir bard- ust við lívinum í vága í Coliseum - so kundu Senati og Ceasar ráa sum teir vildu. Tað er ein ógvuslig and- støða í millum at geva fólkinum tað tey ynskja og public service ábyrgdin. Og hesin lesarabrævhøvund- urin meinar at almennu Føroysku miðlanir leggja í ov stóran mun áherðslu á tað fyrra heldur enn tað seinra - at geva fólkinum tað ta ynskjur heldur enn at tæna tí. Ábyrgdin á tínum herðum Public Service - í tænastu fólksins, merkir í stuttum at hesir miðlar hava eina ábyrgd í samfelagnum og eina ábyrgd fyri mentanini ið liggur omanfyri aðrar ábyrgdir. Fjølmiðlalógávan í lond- unum kring okkum áleggur til dømis almennum miðl- unum at • teir skulu tryggja at fólki hevur eitt fjáltáttað og høgtgóðska úrval av sendingum • at sendingar og tænastur annars skulu fevnað um tíðindaflutning, upplýs- ing, frálæra, list og undir- hald • at tað er alneyðugt at frælsi til upplýsing og tælifrælsi verða vird. • at miðlarnir í øllum við- urskiftum eru uttanvelt- aðir og óvildarligir • at miðlarnir tryggjað fólkinum upplýsing og kjak um teirra samfelag • at mál og mentan fáa bestu sømdir • at margfaldi í listini og í mentanini verður vird fær innivist í sendingun- um Hesin lesarabrævhøvund- urin spyr um lesarin kann kenna teir føroysku al- mennu miðlarnar aftur í hesum krøvum. Gev okkum undirhald við góðsku Undirhaldið hevur góðar dagar. Vit ringja og skriva og ynskja okkara kærum tillukku og velja sangir og greiða frá veðrinum og um gerðandisdegnum. Hetta gerða vit í so stóran mun at 2 rásir eru á tremur við hesum. Tað er vorði jól alt árið. Og sjálvandi skal hetta eisini hava innivist hjá okkara miðlum. Men tað má verða ein javnvág í. Mentan er eisini undirhald og undirhald er eisini mentan. Undirhald við biti í, við innihaldi og tyngd og sum hevur hægri góðsku enn alment prát má væl eisini kunna hoyrast í okkara miðlum. Gev okkum drúgv tíðindi Tað er eyðsæð at almennu miðlanir brúka stóra orku upp á tíðindaflutningin. Tey skjóttsøgdu tíðindini í ÚF eru væl umboðaði tíðliga og seint, og Dagur og Vika ferð við meginpartinum av orkuni hjá SVF. Men tað er nú einaferð soleiðis at besti eginleik- urin hjá skjótt søgdum tíð- indum, er at tey eru - skjótt søgd. Tá er ikki tíð til at spyrja hví og hvussu, ella at greiða frá samanhenginum, fordømum, avleiðingum ella rákinum. Tey drúgvu tíðindini sum ikki kunnu lesast upp uppá 2 minuttir er ikki pláss fyri. Tá tikið verður saman um vikuna í fór verða skjótt søgdu tíðindini klipt niður so tey verða enn meira skjótt søgd, og uttan at verða við- gjørd. Gev okkum drúgv tíð- indi. Tey tíðindi sum hava samanhang og avleiðingar og sum okkara fremstu høvd kunnu greiða frá í tímar. Og lat tey sleppa tað. Lat tey greiða frá í tað óendaliga um hesi tíð- indini, og lat fólk sum hesi tíðindi hava avleiðingar fyri greiða frá avleiðingunum. Gev okkum upplýsing og kjak um samfelagi Almenna kjaki í Føroyum hevur sera, ella sum onkur fjølmiðlamaður hevði orð- að ta, sera sera sera ringar sømdir. Kjaki um okkara samfelag eigur als ikki innivist í miðlunum og harvið ikki innivist í al- menna rúminum. Kjakmentanin í Føroyum er útdeyð, í stóran mun vegna útlendskar og før- oyskar fjølmiðlar sum leggja hald á okkara frítíð. Hesin lesarabrævhøvund- urin vil haldað miðlanar uppá at tað er teirra ábyrgd at bróta slóð fyri tí almenna kjakinum og endurreisa tað føroysku kjakmentanina, eina mentan har í okkara samfelagsviðurskifvið verða viðgjørt og kjakast um og harvið verða livandi og viðkomandi. Gev okkum betri og ikki meira Tað er frammi ferð eftir ferð tá almennu miðlarnir verða kritiseraðir at grund- gevingin fyri standin í almennu føroysku miðlun- um er at peningur ikki er tøkur og tað kostar at gerða Føroyskar sendingar. Tað er púra rætt at tað kostar at gerða Føroyskar sendingar, og tað er rætt at fjølmiðlaframleiðsla er kostnaðarmikil. Men góðska kostar ikki, góðska liggur ikki í teimum peng- unum sum verða brúgtir til framleiðslu, men í til- gongdini at framleiða, í framleiðsluni sjálvari. Hesin lesarabrævhøv- undurin krevur ikki meira, men eina hægri góðsku. VIÐMERKINGAR Napolion Magnussen Gjørdist ikki sørt kløkkur tá eg hoyrdi Karstin Hansen í Útvarpinum á døgura mikudagin 18/2. Segði, at teir ið nú eru komnir til, bert sáa mistreysti, nú útlitini eru nógv versnað. Hann hevur sitið sum fíggjarmálaráðharri í seks ár vi bestu búskaparligu gongd, ein kann hugsa sær. Hann hevur givið loyvi til at pumpa okkara almenna forbrúk upp á eitt alt ov høgt støði, ið nú má skrúv- ast niður. Hann, og hansara sam- gonga, hevur ongar alterna- tivar inntøkur skapt, men hevði, eftir hansara upp- skoti, ætlanir um at hækka skatt og avgjøld fyri at klára at halda standardin í hann sjálvur hevur sett. Hann hevur helst verið tann vánaligasti fíggjar- málaráðharrin, Føroyar hava havt. Ongin fíggjar- málaráðharri hevur hækkað so nógv um tað almenna forbrúkið sum hann og eigur hann tí at halda munn. Hvat billar tú tær inn, Karstin Hansen? Abraham Mikladal Er Anfinn Kallsberg, fólkafloksveljararnir og fyri alt tað øll onnur ikki greið yvir, at støðan, sum Anfinn er komin í, er ein samanblanding av ó- hepnu gerðum Kallsbergs og kynisku telvingini hjá Óla Breckmann? Óli Breckmann, ið er sam- bandsmaður um ein háls, gjørdist skjótt troyttur av fullveldisgongdini, so sum hon var avtalað í sam- gonguskjalinum 1998. Hann byrjaði so at siga beinanvegin at mótarbeiða og senda negativ signal út til og ígjøgnum fjølmiðl- arnar. Tá hann so hómaði møguleikar, sum kundi benda fólkaflokkin á sam- bandskós, tók hann kjansin. Hann ynskti Anfinn Kalls- berg burtur, og ein sam- bandsmann í Fólkaflokkin- um framat. Óli Breckmann kroysti Anfinn meira og meira. Hetta kundi hann m.a. við at nýta fortíðina hjá An- finni. (mafia stílur). Tá so samráðingarnar við donsku stjórnina slitnaðu, og landsstýrið ynskti at loysa knútin við eini fólka- atkvøðu, fekk Anfinn greið boð um, at hann skuldi avlýsa ætlaðu fólkaatkvøð- una, ella skuldi Óli Breck- mann saman við øðrum syrgja fyri, at Fólka- flokkurin fór í tvíningar! Hetta kundi Anfinn Kallsberg ikki hava sitandi á sær og avlýsti tískil fólkaatkvøðuna. Anfinn var tó so heppin at fáa tvey kort á hondina, sum kundu fjala veruleik- an, og tað vóru veljara- kanningin og orð forsetis- ráðharrans. Tá Torbjørn Jacobsen í lesarabrævi stutt undan ólavsøku 2002 segði sum var um Anfinn, sá Óli Breckmann aftur ein møgu- leika at steðga fullveldis- gongdini. Hann kravdi eina treytaleysa umbering frá Tjóðveldisflokkinum í teirri vón, at samgongan slitnaði, men nei. Tobbi bað um fyrigeving, hóðast tað má hava verið ein herkin biti at svølgt, tí tað skuldi vísa seg, at hann einki skeivt hevði sagt. So frætti Óli Breckmann um bókina "Skjót jour- nalistin". Hann var greiður yvir, at tá líkið í lastini hjá Anfinni kom uppá dekkið, fór deymurin at verða so ringur, at nærum eingin kundi góðtaka tað. Og at sannlíkt var, at Anfinn fór at biðja um umbering fyri tað, ið var hent á ólavsøku 2002 - og fáa umbering. Fyri at tryggja, at Anfinn ikki fekk høvði til ella fann uppá at viðganga sínar feilir og biða um umbering, gjørdi Óli, saman við ting- manningini, skjótt av og sendi skriv til Tjóðveldis- flokkin. Við bókini "Skjót jour- nalistin" varð staðfest, at tað, ið Anfinn Kallsberg alla tíðina hevði noktað fyri var veruleiki, umframt mangt annað, ið ikki var almenninginum kunnugt áður. Nú kundi staðfestast, at Torbjørn Jacobsen einans hevði sagt sannleikan, men var trýstur av Anfinni Kallsberg (les: Óla Breck- mann), til at biða um um- bering. Tobbi visti óivað, hvat skitið spæl búði undir, tí sum hann segði "eg ætli mær ikki at sita eftir við apuni" Tjóðveldisflokkurin hevði nú mist álitið á An- finn Kallsberg sum løg- manni, tí hann ferð eftir ferð hevði sagt ósatt um sína fortíð og somuleiðis misnýtt løgmansæmbætið fyri at leggja lok á per- sónlig viðurskifti. Tað sama høvdu sambands- og javn- aðarflokkurin, teir vóru til reiðar at seta fram misálit. Hetta passaði Óla Brek- mann sum fótur í hosu. Nú var bara at avvísa einiog- hvørjari semju, so var av- leiðingin, at nýval bleiv út- skrivað og nýggj sam- bandssamgonga kundi skipast, har Anfinn var úti- hýstur frá at blíva løgmaður ella landsstýrismaður. Nú skuldi Anfinn gagn- nýtast fult út, áðrenn hann bleiv vrakaður. Tí vrakaður bleiv hann, tað visti Óli Brekmann - og Óli ynskti eisini Anfinn burtur sum løgmann, men hann vildi hava aðrar at gera tað skitna arbeiðið. Nú var at fáa sum mest burturúr til valið. Leggja so nógv hatur á tjóðveldis- flokkin, so tað ikki kundi renna saman aftur millum fólkaflokkin og tjóðveldis- flokkin eftir valið og sam- stundis gera Anfinn Kalls- berg til ein pínslavátt, so at hann kundi útvega flokkin- um sum mest atkvøður. Hetta eydnaðist lutvíst. Fólkaflokkurin fekk ikki nakra stóra framgongd. Anfinn fekk eitt gott per- sónligt val, og frástøðan til tjóðveldisflokkin var gjørd so mikið stór, at har var trupult at finna saman aftan á valið. Ikki tí, tjóðveldis- og miðflokkurin ynsktu at halda fram saman við fólkaflokkinum. Hetta ynskti Anfinn Kallsberg eisini, men hann mátti ásanna, at hann hevði mist "tamarhaldið á flokk- inum". Tá so dreymurin hjá Óla Breckmann & co var um at gerast veruleiki, gjørdist tað brádliga Anfinni Kalls- berg greitt at hann var út- nyttaður og svikin av sínu egnu. (Eisini tú sonur mín Brutus) Hann var týðiliga skelk- aður og vónbrotin, tá hann mátti ásanna at hann var fallin í einari kyniskari telving frá Óla Breckmann og hansara sambands hond- langarum í fólkaflokkinum. Nú er so kabalin hjá Óla Breckmann gingin upp. Sjálvstýrisvongurin í fólka- flokkinum hevur mist tak- ið. Óli Breckmann hevur steðgað fullveldisgongdin, og somuleiðis hevur hann fingið ein "sambandsløg- mann" og ikki at gloyma - krúnprinsur hansara, fólka- flokssambandsmaðurin Bjarni Djurholm er vorðin varaløgmaður. Kongamorðið í Fólkaflokkinum Gev fólkinum tað tey ynskja C M Y K 11 10