Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 36 - 21. februar 2004 Nr. 36 - 21. februar 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Stór móttøka varð hildin fyri Kristian Martini Eliasen á deildini hjá Norðoya Sparikassa í Leirvík í sambandi við 25 ára starvsdag hansara. Um hálvt annað hundrað fólk til- samans mundu støkka inn á gólvið at heilsa upp á hann MÓTTØKA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Leirvík: Klokkan var ikki farin langt av fýra, tá fólk byrjaðu at koma inn í deildina hjá Norðoya Spari- kassa. Starvsfólk, vinir, familja og kenningar komu at heilsa upp á Kristian Martin, sum hevur verið andlitið hjá Norðoya Spari- kassa í bygdini tey seinastu 25 árini. Hann var sera bilsin av øllum hóvastákinum, sum varð gjørt burturúr, men gleðin lýsti av honum. Fólk gingu runt og prát- aðu. Á loftinum gekk kokk- urin og stákaðist í køkinum. Hann setti pinnamat og annað gott á borðið. Inni í einum rúmi við síð- una av sótu Sonni Smith, Oliver Joensen og John William Joensen og sendu beinleiðis á Rás 2 úr Leir- vík. Hetta varð gjørt í sam- starvi við peningastovnin. Gávur og føgur orð Sjáldan man deildin hjá sparikassanum hava verið so full av blómum, sum hon var hendan stóra dagin. Kristian Martin fekk nógv- ar aðrar gávur eisini. Frá starvsfólkunum í sparikassanum fekk hann ein fjallstav, eina troyggju, skóleistar og lummafløsku. Frá peningastovninum fekk hann ein málning, sum Amariel Norðoy hevur málað. – Kristian Martin hevur starvast mest sum einsa- mallur her í Leirvík í 25 ár, og tað sigur nógv um hans- ara veruliga trúfesti í øllum tí, sum hann tekst við her í bygdini, segði stjórin í Sparikassanum, Eyðfinn Reyðberg millum annað. Hann greiddi eisini frá einum dømi uppá, hvussu tætt bandið verður millum ein sum Kristian Martin og bygdarfólki. Einaferð seinast í áttati- árunum var Eyðfinn, sum tá starvaðist á høvuðsdeild sparikassans í Klaksvík, summarferiuavloysari hjá Kristian Martini í Leirvík. Eyðfinn mintist aftur á, at tað komu nógv við- skiftafólk, men tá tey sóu hann, spurdu tey eftir Kristian Martini. Og tá Eyðfinn so svaraði, at Kristian Martin var í summarfrí, høvdu tey hug at venda í hurðini og fara útaftur. – Tá tey so spurdu, nær Kristian Martin kom aftur, og eg svaraði um fýra vikur, tá komu tey flestu innaftur. Tó onkur hildu, at teirra ørindi kundu bíða, til Kristian Martin kom aftur, greiddi Eyðfinn frá. Nógv at gera Høvuðspersónurin sjálvur hevði nógv um at vera hendan dagin. Hann heils- aði upp á fólk og var blíður og týður. Kristian Martin fór til skips sum 14 ára gamal, hann sigldi í tíggju ár, áðrenn hann fór í læru sum grafistur. So aftur at sigla í fimm ár. Men so hendi tað, at Brynjólvur Jacobsen, sum tá var leiðari á deildini í Leirvík, bleiv stjóri í sparikassanum, og tá spurdi hann Kristian Martin, um hann ikki hevði hug at royna hetta starvið. Og tann 1. februar 1979 byrjaði Kristian Martin so í sínum nýggja starvi. Hann sigur, at hann hevur trivist væl í starvinum øll hesi árini, og at sparikassin er eitt avbera gott arbeiðs- pláss. – Eitt sum sermerkir sparikassan er, at tað er so stutt millum toppin og okk- um onnur. Øll práta saman sum onki, og øll kennast vit væl. Samanhaldið er avbera gott, segði Kristian Martin millum annað í stuttum práti. Hann mátti tó gera skjótt av, tí har komu gestir á deildina allatíðina, sum hann mátti heilsa uppá. Veruligt trúfesti Kristian Martin Eliasen er aktivur limur í Eysturoyar gongufelag, og hann fer ikki á fjall uttan stav. Hann var hjartans fegin fyri nýggja stavin, sum hann fekk frá starvsfeløgunum Her heilsast Kristian Martin og Eyðun Nolsøe, starvsfólkaleiðari í Norðoya Sparikassa Ein fegin Kristian Martin saman við konuni Amy og dóttrini Arnfríð Tveir borgarstjórar hittust til móttøkuna í Leirvík. Sjúrður Eliasen og Steinbjørn Jacobsen Føðingar Leygardagin 7. februar fingu Gøj og Rógvi Johan- sen sonin Ciano, Hann vigaði 2950 gr. og var 49 cm langur. Hann varð føddur á Skejby Universitets Sjúkrahúsinum í Århus. 12. februar fingu Ann og Jan Nybo Justesen, Kaldbak, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3480 gr. Á myndini sita systkini Júst og Anja undir lítla- beiggja, sum eitur Hilmar. 11. februar fingu Eva og Jákup Midjord, Hvalba, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4250 gr. 12. februar fingu Linda Mikkelsen Kjærbo, Vági, og Elnar Holm Porkeri, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4100 gr. 12. februar fingu Ann og Jan Nybo Justesen, Kaldbak, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3480 gr. 14. februar fingu Katrin og Óli Mouritsen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3365 gr. 14. februar fingu Lena Reinert og John Mikkelsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3400 gr. 15. februar fingu Guðrið og Andrass á Krossbrekku, Hvalvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3600 gr. 16. februar fingu June Jonsveinsdóttir og Trygvi Jóhanson, Leirvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3600 gr. 16. februar fingu Rannvá A. Funn og Hallur Joensen, Vestmanna, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3600 gr. 16. februar fingu Eydna og Arnold Hvalsrætt, Argjum, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3300 gr. 17. februar fingu Anja Næss og Kristoffur Gaardlykke, Miðvági, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4400 gr. 18. februar fingu Eydna Eyðinsdóttir Petersen og Eyðun Lamhauge, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2900 gr. 18. februar fingu Sóley D. og Hilmar Joensen, Strondum, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3700 gr. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í dag, leygardagin 21. februar, hava Jóhanna og Kristian Høgnesen í Klaks- vík verið gift í hálvt hundr- að ár. Tey hava øll hesi árini búð á Gerðareiði ella í Kráargøtu, sum adressan hevur verið nevnd tey sein- astu fleiri enn tríati árini. Johanna Fredrikka er fødd í 1918, og hon er ætt- að úr Blásastovu við Gjógv. Mamman var Jørgina Ole- vina, sum varð fødd Mørk- øre og ættað av Eiði. Hon varð fødd í 1883 og doyði í 1941. Pápin var Jóhan Joensen í Blásastovu við Gjógv. Hann var føddur í 1879 og doyði í 1963. Jóhanna var í miðjuni í systkinaflokki upp á trý. Hini eru Jógvan Sofus Ferjá, sum er føddur í 1913 og býr við Gjógv. Hann er giftur við Dinnufíu, sum eisini er ættað frá Gjógv. Yngst er Berlina, sum er fødd í 1920 og býr í Klaks- vík. Hon var gift við Eriki Mørkøre, sála, í Klaksvík. Christian Frederik er ætt- aður úr Niðristovu á Norð- oyri. Hann var fjórði elstur í systkinaflokki upp á níggju. Foreldrini vóru Christianna M. Christian- sen úr Mittúni á Kirkju og Joen Carl Høgnesen, sum var úr Niðristovu. Tey gift- ust í 1914, og børnini vóru hesi: Karin, Lena, Sámal, Kristian, Frida, Dia, Karl og Elisabeth. Ein onnur genta doyði sum heilt lítil. Trý tey elstu systkini eru nú farin. Kristianna doyði í 1969, og Jóan Karl doyði í 1979. Jóhanna hevur verið hús- móður, síðani hon og Krist- ian giftust og fluttu inn í nýbygdu húsini. Hon hevur gott kjølfesti í gamlari før- oyskari mentan. Við Gjógv høvdu tey Johan Kallsoy sum lærara, og hann gekk høgt uppí eitt nú at læra næmingarnar fosturlands- sangir og ikki minst før- oyska rættskriving. Alt hetta hevur Jóhanna havt við sær í sína familju, og hon hevur verið tilvitað um at leggja tað í genturnar báðar. Alskurin til føði- bygdina er stórur, og Jó- hanna og familjan vitja á hvørjum ári aftur til Gjáar, har hon og systurin eiga barndómsheimið í Blása- stovu, sum er væl røkt og framvegis hevur gamla sniðið. Frammanundan at hon kom til Klaksvíkar, hevði Johanna eitt nú verið í Vági og arbeitt fisk hjá Dahl á Gørðunum. Hon tænti í Havnini undir krígnum, og sambandið út á Oyrar mundi hon fáa, tá ið hon ferðaðist hjá yngru systrini, sum frammanundan var gift norður til Klaksvíkar. Undir krígnum smíðaði Kristian við Húsa Pól og Jens Vilhelm, men annars var hann sjómaður øll síni mandómsár. Veturin 1947– 48 gekk hann á settskipara- skeiði í Klaksvík, og vet- urin 1948–49 tók hann longdina. Hetta var eisini hjá Fischeri Heinesen, og hetta mundi vera einasta ferðin, at próvtøkan var í Klaksvík. Kristian var bestimaður við Kaj hjá Mortani, sum førdi Draga- berg, og við Skálanesi, sum Óli hjá Dáva førdi. Eisini var hann við Kelduni, sum Karsten í Svínoy førdi. Saman við bróðrinum Dia og svágrinum Jóan Paula Hansen úr Svínoy hevði Kristian í umleið eina fjórðings øld útróðrar- bát. Fyrst var tað Sævar- enni, og so var tað Bratt- enni. Dia var formaður, og Kristian passaði maskinuna og hevði reiðinskapin um hendi. Síðani hann gavst við útróðrinum, hevur Kristian nýtt sítt hegni sum hand- verkari, honum hevur dámað væl at floti, og hann hevur framvegis seyð úti á Oyri, har hann dagliga vitjar, og sum hann hevur so nógv góð minni frá. Ikki minst skýmingarløturnar í Niðristovu plagar hann at rógva afturáaftur. Jóhanna og Kristian eru firðarfólk. Tey eiga tvær døtrar. Kristinbjørg, sum er fødd í 1956, er gift við Magnusi Støylen Isaksen úr Klaksvík. Tey búgva í Hoyvík, og Kristinbjørg er lærari á studentaskúlanum í Hoydølum. Tey eina eina dóttur, sum eitur Jóhanna. Jórun, sum er fødd í 1959, er gift við Mikkjali Joensen úr Klaksvík. Børnini hjá teimum eru Kristian, Jóhan og Sigrið. Jórun er lærari í Skúlanum við Ósánna. Hon umboðar Tjóðveldisflokkin í Klaksvíkar býráði. Seinnapartin í dag er opið hús hjá yngru dóttrini, sum býr á Garðsenda 23. Jóhanna og Kristian Høgnesen gullbrúdleyp Tað kann vera so skjótt, at eitt hús fellur av. Har búgva fólk, liva og virka, so knappliga eru tey deyð, og húsini standa tóm. Soleiðis er nú í Blákollugøtu 7 í Havn, har Axel Krogh og Gunnleyg Joensen búðu. Meðan Gunnleyg var á Ríkissjúkrahúsinum í juni í fjør, doyði Axel brádliga, 77 ára gamal, og seinasta sunnudag and- aðist Gunnleyg, 72 ára gomul. Gunnleyg var havnarkona, dóttir Poulinu, f. Mørkøre, úr Havn og Jóan Jakku Joensen (Jóan Jakku Skómakaran) av Viðareiði. Poulina og Jóan Jakku áttu 5 børn: Solveig, sum var gift við Jóan Petur Dam. Hann doyði í 1991. Gunnleyg. Torbjørn, sum var giftur við Inger av Fyn. Tey búðu í Danmark. Torbjørn doyði í 2000. Jákup Lutherus, sum var giftur við Fanny Hentze. Tey búðu í Havn. Jákup Luth doyði í 1978. Hervør, sum er gift við Jens Mohr og býr í Havn. Bara Solveig og Hervør eru eftir á lívi. Undir læknastríðnum sendi danska stjórnin eftir áheitan frá Landsstýrinum skipið Parkeston við 152 vælvandum politistum til Føroya at herseta Klaksvíkina. Parkeston lá fyri tað mesta inni á Skálafjørðinum, men var eisini í Havn, Sørvági og á Tvøroyri. Til Klaksvíkar kom skipið ongantíð. Tað mundi vera onkuntíð, tá Parkeston lá á Havnini, at Gunn- leyg og Axel hittust. Í hvussu so er giftust tey 16. mai í 1957 og búsett- ust í Danmark. Gunnleyg arbeiddi sum dagrøktarmamma og síðani í mong ár í barnagarði. Stutt eftir, at Axel var farin frá við eftirløn, fluttu tey til Føroya at búgva, umleið 1986. Tey búsettust á trøðni hjá Jóan Jakku, í Blákollu- gøtu. Fólk hava mangan havt á orðið, hvussu vakurt tað hevur verið uttan um húsini hjá teimum, tí bæði Gunnleyg og Axel høvdu "grønar" fingrar, hug og hegni at fáast við urtagarð. Heimafturkomin fór Gunnleyg at arbeiða í handlinum hjá Jóan Jakku í Vágsbotni, sum systirin Solveig hevði um hendur tey seinastu árini, til handilin læt aftur fyri fáum árum síðani. Gunnleyg og Axel vóru barnleys, men ættleiddu tvey børn, eina gentu og ein drong, sum eita Elin og Christian (Udo). Tey búgva bæði í Danmark. Hann er politistur eins og faðirin. Gunnleyg Joensen deyð C M Y K 13 12