leygardagur 21. februar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 21. februar 2004
15
Tá 55 ára gamla
Armgarð segði vinum
sínum, at hon ætlaði
sær á ein boripall at
arbeiða, hildu tey
hana vera púra svaka.
Men starvið, hon
hevði havt í 10 ár sum
portnari hjá múgv-
andi fólki, segði henni
minni og minni, og
nú vildi hon royna
nakað heilt annað
KONUBROT
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
– Tey mundu fingið sjokk,
tá eg segði teimum, at eg
hevði søkt starv á einum
boripalli. Men tey hildu
eisini, at tað var einastand-
andi, at eg tordi at fara, sig-
ur Armgarð Juul Andersen,
ið starvast sum terna um-
borð
á
boripallinum,
Exerter hjá reiðarínum,
Mærsk
Men tað forðaði ikki 55
ára gomlu Armgarð at gera
dreym sín til veruleika.
Hon tók øll tey trygdar-
skeið, ið vóru neyðug og
helt avstað, tá hon fekk at
vita, at hon hevði fingið
starvið.
Á einum boripalli er gott
at hava eitthvørt at tríva í á
frívaktunum. Har er ber jú
ikki til at fara í býin ella at
vitja fólk, so løturnar
kunnu gerast drúgvar, um
ikki okkurt er at stytta sær
stundir við.
Og Armgarð liggur ikki á
løtu síðuni. Tá fýraftans-
klokkan á boripallinum
ringir, tekur hon stokkarnar
fram, og ikki so fá eru tey
bundnaturrikløð, sum hon
hevur fingið frá hondini.
Ikki breðgir hon burturúr
ætt heldur. Omma hennara,
sum hon er uppkallað eftir,
Armgarð hjá Dáva í Gerð-
um, var tiltikin fitt í hond-
unum.
Armgarð starvast á ein-
um av boripallunum hjá
Mærsk og á skrivstovunum
hjá reiðarínum í Esbjerg,
sita fleiri av skrivstovu-
kvinnunum
í
føroysku
bundnaturrikløðum, sum
hon hevur bundið.
Og ikki nóg mikið við tí,
Armgarð hevur eisini gjørt
føroysku ullintu undir-
klæðini kend í Hundested,
har hon og maðurin nú
búgva.
Tómt lív
Í 10 ár starvaðist Armgarð
sum portnari hjá ríkfólki í
Vedbæk. Arbeiðið hjá ein-
um portnara er at syrgja
fyri, at húsið er reint, heinta
børn og ansa teimum, tá
familjan er burtur.
Tað ljóðar fínt, men er í
veruleikanum
júst
tað
sama, sum ein arbeiðs-
genta. Men við tíðini leidd-
ist hon av hesum arbeiði,
sum segði henni minni og
minni.
- Parið, eg starvaðist hjá
vóru einastandandi fólk,
men við tíðini føldist
arbeiðið innihaldsleyst, og
eg ynskti at royna nakað
annað, sigur Armgarð.
Starvið hjá ríkfólkunum
lærdi hana, at peningur er
ikki alt, og at sonnu lívs-
virðini hava einki við ríki-
dømi at gera.
- Hóast eg ikki átti so
nógvar pengar, helt eg meg
tó vera ríkari enn tey. Eg
gjørdi nakað av sjálvbod-
num arbeiði, eitt nú var eg
vitjanarvinur. Tað gjørdi eg,
fyri at finna javnvág í
øllum tómleikanum, greiðir
Armgarð frá.
Mátti henda okkurt
nýtt
Armgarð var komin hartil,
at nú mátti henda okkurt
heilt nýtt. Hon setti seg í
samband við eitt undir-
firma hjá Mærsk, sum eitur
Danserve og søkti starv á
boripallinum.
Men hevur tú sagt »a«,
mást tú eisini siga »b«. Fyri
at sleppa út á ein boripall
eru ymiskar ásetingar, ið
skulu
lúkast,
eitt
nú
trygdarskeið. Men hóast
Armgarð ikki er heilt ung
longur, so megnaði hon at
gjøgnumføra skeiðini við
ein glans.
- Eg eri terna umborð og
høvuðsuppgáva mín er
messan og køkurin og at
syrgja fyri, at alt er har,
sum skal vera. Eisini geri
eg kømrini rein, tá vakt-
irnar skifta. Eg stórtrívist
umborð, og eg elski mítt
arbeiði, sigur hon.
Tað starvast um 70 fólk á
pallinum, harav nakrir før-
oyingar.
Svimur á sjónum
Fyri nøkrum árum síðani
keyptu Armgarð og mað-
urin eina eigaraíbúð, sum
liggur oman móti sjónum.
- Fjøran er okkara urta-
garður, vit vildu hava sjógv
og fiskalukt, sigur hon.
Hvønn morgun, summar
og vetur, letur Armgarð seg
í svimjidrakt og fer sær ein
svimjitúr í kalda sjónum.
Tað er kalt, men føroysku
undirklæðini og stúkan
gera, at skjótt er at fáa hita
aftur í kroppin.
Flestu árini hava Arm-
garð og maðurin búð í Dan-
mark, men nøkur ár, meðan
Carl
Aage
sigldi
við
Vesturvón, búðu tey í
Føroyum.
Tey eiga børnini, Mortan
og Jessiku og ommu- og
abbasonin, Rasmus.
- Vit ætla okkum ikki at
verða verandi í Danmark,
men ynskja at koma heim-
aftur til Føroya at gerast
gomul, sigur Armgarð at
enda í samrøðuni við
Sosialin.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona,
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Petra Ingigarð Sørensen
Tórshavn
varð jarðað.
En serstøk tøkk til starvsfólkið á Lágargarði,
sum vóru um hana.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til Lágargarð
og til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Amandus
Bindur bundnaturriklæði
á boripallinum
Hevur tú sagt »a«, mást tú eisini siga »b«. Fyri at sleppa út á ein boripall eru ymiskar ásetingar,
ið skulu lúkast, eitt nú trygdarskeið. Men hóast Armgarð ikki er heilt ung longur, so megnaði
hon at gjøgnumføra skeiðini við ein glans
15
14
Nr. 36 - 21. februar 2004
4. februar 2004 vórðu
fleiri av teimum, sum
arbeiða hjá Føroya
Fiskavirking í Havn,
heiðraði. Orsøkin var,
at tey høvdu ymiskar
rundar starvsdagar.
Ein av teimum var
Kjartan Højsted, sum
hevur starvast á sama
arbeiðsplássi í 35 ár
Kjartan er 63 ára gamal og
funningsmaður,
sonur
Mathildu, f. Petersen, og
Eliesar Højsted, bæði úr
Funningi.
Hann var sjómaður, áðr-
enn hann í 1967 byrjaði í
minkagarðinum í Hoy-
dølum, sum hoyrdi til
Bacalao. Har arbeiddi hann
í eini tvey ár. Síðan hevur
hann arbeitt á fiskavirk-
inum Bacalao, sum bleiv
yvirtikið av Føroya Fiska-
virking í 1993. Hann ar-
beiðir sum eftirlitsmaður á
virkinum og kannar og ger
royndir av allari vøru, sum
kemur inn á virkið, um hon
er í samsvar við tey krøv,
sum keyparin setur.
Kjartan er giftur við
Annu, f. Eliasen, ættað av
Slættanesi. Tey bygdu í
Hoyvík í 1974, men í dag
búgva tey í Funningi, har
tey hava jørð. Kjartan hevur
stóran áhuga fyri seyði og
seyðahaldi, og brúkar hann
nógv av síni frítíð til tað.
Anna og Kjartan eiga trý
børn:
Sigrið,
Jón
og
Anniku, sum øll búgva í
Hoyvík. Eisini eiga tey sjey
ommu- og abbabørn.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Andlát
11. februar
Elsi Petersen, Oyrabakki, 26 ár.
13. februar
Rigmor Jacobsen, fødd Tórsheim úr Havn, 86 ár.
Jacoba Johannesen, Norðskála, 78 ár.
Kristian Sofus Davidsen, ættaður úr Æðuvík búsit-
andi í Canada, 101 ár.
14. februar
Jenny Jacobsen, vanliga nevnd Jenny á Støðini,
Fuglafirði, 74 ár.
Edith Hansen, Tórshavn, 77 ár.
15. februar
Gunnleyg Joensen, Tórshavn, 72 ár.
16. februar
Maria Hermansen, Leynar, 91 ár.
18. februar
Magnhild á Toftini, Syðrugøta, 74 ár.
Gullbrúdleyp
Í dag 21. februar kunnu hjúnini Elly og Jóan Magnus
Johannesen í Klaksvík halda gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin í Skálanum, har vælkomst
verður frá kl. 18.
80 ár
Í dag, 21. februar, fyllir Magnhild í Vági, Klaksvík, 80
ár.
Dagurin verður hildin hjá dóttrini í Norðdepli.
Dagurin
21. februar. Sámuel. Dagurin hildin til minnis um
dómaran Sámuel, sum valdi og salvaði kongarnar
Saul og Dávid.
Hebráiska navnið merkir hoyrdur av Guði.
22. februar. Pætursmessa. So mætur maður sum
Pætur hevur tveir minningardagar í álmanakkanum,
annar er pætursmessa 22. februar og hin er pætursøka
tann 29. juni.
Dagurin í dag verður eisini róptur pætursstólur og
sipar til halgisøguna um, at í tí kirkju í Antiokiu, har
ápostulin gjørdist biskupur, varð sett eitt hásæti til
hansara, so at øll kundu hoyra og síggja hann.
Pætur er eftir grikska orðinum Petros, sum merkir
klettur.
Jakob Jakobsen varð føddur hendan dagin í 1864
23. februar. Papias, deyður umleið ár 150. Var
biskupur í Hierapolis í Frígiu í Lítluásiu. Sigst at hava
havt samband við ápostulin Filippus.
Kjartan Højsted, Føroya Fiskavirking:
35 ár á sama
arbeiðsplássi
Kjartan Højsted (v.m.) fær her handað diplom og aðrar gávur frá Jan Øregaard, virkisleiðara á
Føroya Fiskavirking
Aftur í ár verður KÍ-
høllin karmur um
árligu tunnusláing-
ina, sum Klaksvíkar
hornorkestur skipar
fyri
TÍÐINDASKRIV
post@sosialurin.fo
Leygardagin
tann
21.
februar klokkan 14 verður
árliga tunnusláingin hjá
Klaksvíkar Hornorkestri í
KÍ høllini.
Einar 12 tunnur verða
hongdar upp í høllini og
síðani er bara at fara innar
og luttaka. Í suðurendanum
í høllini verður samstundis
skipað fyri mat/køkutom-
bola og burturluting. Kaffi
verður til keyps.
Tað er Klaksvíkar Horn-
orkestur, ið stendur fyri til-
takinum, sum vanliga verð-
ur væl vitjað. Eini 600 til
700 fólk í alskyns føstu-
lávintsbúnum møta upp.
Serliga eru tað børn og ung,
ið sláa, meðan foreldrini
hyggja at.
Hornorkestrið heitir á
fólk um at møta stundis-
liga, so øll fáa sítt pláss við
tunnurnar. Øll luttakandi
fáa bommposar og serligur
bommpakki við heiðurs-
merki verður latin katta-
kongunum.
Áðrenn fyrstu sløgini
verða sligin, fara Trølla-
pætur og Omman at vísa
børnunum, hvussu ein ber
seg at, tá tunnan skal sláast.
Nógvar tunnur í KÍ-høllini
Leygardagin klokkan 14 skipar Klaksvíkar Hornorkestur fyri tunnusláing í KÍ høllini
C
M
Y
K
14