Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 36 - 21. februar 2004 Nr. 36 - 21. februar 2004 17 UTTAN ÚR HEIMI Stúra fyri oljudálking Í Danmark stúra bæði myndugleikar og umhvørvisfel- agsskapir fyri veksandi dálkingarvandanum, nú russar um 14 dagar fara at økja oljuflutningin ígjøgnum Eystrasalt heili 40 prosent, so hann verður 42 milliónir tons um árið. Danmark og onnur lond hava leingi roynt at finna eitt felags stev fyri at fyribyrgja dálking frá tí veksandi oljuflutninginum, men tað hevur verið striltið at koma á mál, tí russar hava lagt forðingar í vegin. Russar hava í seinastuni arbeitt við at leggja eina nýggja rørleiðing til havnarbýin Primorsk, og teir ætla, at tann fyrsta oljan skal renna ígjøgnum leiðingina um 14 dagar. Sum er kunnu russar avskipa 30 milliónir tons av olju um árið við Eystrasalt, men tá tann nýggja leiðingin er liðug, verður orkan 42 milliónir tons um árið, skrivar Jyllandsposturin. Men russar ætla ikki at gevast so, tí sambært stjóran- um í felagnum Transneft er málið at kunna avskipa 62 milliónir tons av olju um árið við Eystrasalt. Tað fer at bera í sær, at 170.000 tons av russiskari olju skulu flyt- ast við skipum ígjøgnum tey donsku sundini um dagin. Umhvørvisfelagsskapir stúra fyri, at ein stórur partur av oljuni verður fluttur við skipum, sum hava einkultan skrokk, og teir vilja tí vera við, at vandin fyri dálking er stórur. Einki CIA í Evropa Eitt uppskot um at stovna eina felags evropeiska fregn- artænastu eftir amerikonskum leisti fekk ikki undirtøku á fundi ímillum innanríkis- og løgmálaráðharrarnar hjá ES-londunum hósdagin. Tað var Eysturríki, sum legði uppskotið fram. Eyst- urríkska stjórnin heldur tað vera rætt at skipa eitt evropeiskt CIA, sum skuldi havt eftirlitið við yvir- gangsfelagsskapum og forðað fyri, at fleiri lond ella felagsskapir fáa fatur á hópoyðingarvápnum. Men uppskotið fekk ikki undirtøku. Írski løgmála- ráðharrin, Michael McDowell, sigur, at tey evropeisku londini eiga at menna løgreglusamstarvið Europol heldur enn at skipa ein stovn afturat. Á einum tíðinda- fundi hósdagin segði McDowell, at "ein noyðist at læra at ganga, áðrenn ein dugir at renna". Írland hevur í løt- uni formansskapin í ES. Skylda meiri skatt Sjálvt um eitt tað fyrsta stigið hjá donsku stjórnini var at lýsa skattasteðg, skylda danir meiri skatt nú enn frammanundan. Ein uppgerð hjá donsku pantifútunum vísir, at hóast skattavaldið fleiri ferðir minti fólk á at rinda skattin, vaks eftirstøðan 137 milliónir krónur í fjør. Tað hevur við sær, at á nýggjárinum skyldaðu danir meiri enn seks milliardir krónur í skatti. Trý ár frammanundan var eftirstøðan 5,6 milliardir krónur. Í seinnu helvt av nítiárunum gekk væl hjá dønum at rinda skattin, og eftirstøðan minkaði tá á hvørjum ári, men síðani 2000 hevur tað gingið tann øvugta vegin sæst í kanningini hjá pantifútunum. Gass til Pólands Norska Statoil hevur skrivað undir ein sáttmála við pólendingar, sum skulu hava 2,5 milliardir rúmmetrar av gassi frá felagnum næsta ár ella í 2006. Sum er keypa pólendingar eina hálva milliard rúm- metrar av gassi frá Statoil um árið, men seinasta heyst vildu pólendingar hava meiri. Síðani hava samráðingar verið um handilin, og nú er sáttmálin undirskrivaður. Á alnótini ber til at atkvøða um, hvat vit halda vera heimsins størstu undurverk í nýggjari tíð UNDURVERK Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyri meiri enn 2000 árum síðani vórðu heimsins sjey undurverk útnevnd, men nú vil ST-stovnurin UNESCO hava okkum at velja av nýggjum. Tað ber til at atkvøða á adressuni www.n7w.com, og higartil hava umleið 16 milliónir fólk atkvøtt. Ætl- anin hjá UNESCO er, at ímillum 60 og 100 milliónir fólk skulu atkvøða, áðrenn freistin er úti við árslok næsta ár. UNESCO hevur sett 25 evni, sum veljast kann ímillum, men tað ber eisini til at koma við sínum egna uppskoti. Ímillum evnini, sum nú eru á listanum, kunnu nevnast Eiffeltornið og Versailles í Fraklandi, Empire State Building í USA, moskan Hagia Sophia í Turkalandi, Taj Mahal í India, Kreml í Russlandi, Petra-templið í Jordan og La Sagrada- kirkjan í Spania. Vit skulu velja heimsins undurverk Tann 29. januar kom vinnulívsmaðurin Elhanan Tannenbaum aftur til Ísraels eftir at hava sitið fangi hjá Hizbollah í trý ár. Nú verður hildið, at hann var ongantíð fangi, men fór sjálvboðin, og at hann hevur avdúkað ísraelsk hernaðarloyndarmál NJÓSNING Árni Joensen fartekst@mail.dk Elhanan Tannenbaum fekk eina hjartaliga móttøku, tá hann kom til Ísraels eftir at hava sitið fangi hjá Hiz- bollah í Libanon í trý ár. Men síðani hevur einki ver- ið at sæð til hansara. Or- søkin er, at hann hevur ver- ið til avhoyringar at kalla alla tíðina, síðani hann kom aftur. Sambært ísraelska blaðn- um Maariv hava myndug- leikarnir illgruna um, at Tannenbaum hevur ikki sagt sannnleikan. Keldur hjá trygdartænastuni siga fyri blaðnum, at alt ruggar ikki rætt. Elhanan Tannenbaum hevur greitt frá, at hann varð tikin og burturfluttur, meðan hann var í Dubai, og at burturflytararnir fóru til Libanon við honum. Men hesum trýr trygdartænastan ikki. Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at ivi hevur verið um søguna hjá Elhan- an Tannenbaum. Ísraelskir fjølmiðlar hava fyrr spurt, hvat maðurin gjørdi í ein- um arabiskum landi. Síðani heimkomuna hava fjøl- miðlarnir aftur gjørt nógv burtur úr málinum, og keld- urnar í trygdartænastuni hava heldur ikki verið ser- liga tættar. At ísraelsku myndugleik- arnir meta málið álvars- samt kemst av, at Elhanan Tannenbaum var oberstur í ísraelska eykaherinum, og tí hevur hann havt atgongd til upplýsingar, sum Ísrael fyri alt í verðini ikki vil lata erkafíggindan Hizbollah fáa fatur á. Hósdagin skriv- aði Maariv frá keldum í trygdartænastuni, at Tann- enbaum eftir øllum at døma hevur svikið sítt land, og at hann helst samstarv- aði við Hizbollah, longu áðrenn hann fór til Libanon. Álvarssom njósnaragøla í Ísrael Elhanan Tannenbaum. Bleiv hann burturfluttur, ella fór hann sjálvboðin til Libanon at avdúka ísraelsk hernaðarloyndarmál? Í sambandi við at Brúgv- in um Streymin varð 30 ár seinasta heyst, hevur Bókasavnið tikið stig til at savna nakað av tilfarið um tíðina, tá byggingin fór fram. Hóskvøldið 26. februar klokkan 20 skipar Sunda Bókasavn fyri hugna- kvøldið í Høllini í Norð- skála-Oyrar skúla, har tilfarið verður lagt fram við fyrilestrum, blað- greinum, myndasýning og ljósmyndasýning. Í steðginum verður kaffi og køkur at fáa. Harafturat verða blað- greinarnar, myndirnar og ljósmyndirnar vístar aftur leygardagin 28. februar og sunnudagin 29. februar, báðar dag- arnar frá klokkan 16 til 18. Øll eru væl komin. Tað er ikki ókeypis hjá starvsfólkum hjá býráðnum í Havn at fara í býin. Men nú skulu tey eisini dragast í løn fyri at fara til lækna, til tannlækna og at fylgja líki, uttan tá ið talan er um næstu skyld- fólk STARVSFÓLKA- POLITIKKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Starvsfólk í Tórshavnar Býráð verða drigin í løn, tá ið tey fara í býin í privatum ørindum. Tað sigur Niels Uni Dam, sum sjálvur arbeiðir hjá bý- ráðnum. Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um, at starvsfólk hjá býráðnum nú skulu dragast í løn fyri at fara í býin í privatum ør- indum. Niels Uni Dam sigur, at hetta ljóðar sum um, at starvsfólk hjá býráðnum kunnu fara í býin í privat- um ørindum uttan at vera drigin í løn. Og tí eru tað eisinmi nógv sum hava skotið teim- um í skógvarnar, at skatt- gjaldarin skal betala starvs- fólki hjá býráðnum løn, tá ið tey ganga í býnum í pri- vatum ørindum og tað halda nógv er heilt órími- ligt. – Men hetta er ikki so, sigur Niels Uni Dam. Hann sigur, at í heilt nógv ár hevur tað verið so, at starvsfólk hjá býráðnum eru drigin í løn, tá ið tey hava verið í býnum í privat- um ørindum. – Men tað nýggja er, at nú skulu tey eisini dragast í løn, tá ið tey eru hjá lækna, tannlækna, ella tá ið tey fara at fylgja líki, uttan tá ið talan er um næstu skyld- fólk, sigur hann. Hann sigur, at tað er hetta, sum stendur í nýggju reglununum, sum leiðslan í Tórshavnar Býráð ætlaði at seta í verk. Higartil eru starvsfólkini sostatt ikki drigin í løn,. tá ið tey eru farin til lækna, tannlækna ella eru farin at fylgja líki. Men hetta eru sotatt eis- ini einastu ørindi, sum starvsfólkini kunnu gera, uttan at verða drigin í løn, sigur hann Í gamla skúlanum í Porkeri hava teir í longri tíð arbeitt við umvælingum, so skúlin kemur í upp- runa stand. Og so má boð sendast eftir serkønum, til dømis tá málast skal sum í gomlum døgum við áringum HANDVERK Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Bygdasavnið í Porkeri hevur í fleiri ár arbeitt við verkætlan, sum hevur til endamáls at fáa gamla skúlan í uppruna stand. Men ikki er altíð so lætt og ikki er altíð hvørsmans- føri at fara undir slílt ar- beiði. Tá málast skal sum í gomlum døgum, er veru- liga brúk fyri serkønum fólki. Í eini skúlastovuni verður niðara helvtin av vegginum mála við áringum. Hetta merkir, at veggurin sær út, sum er hann klæddur við fínasta viði, men talan er um máling. Tað er Johan Christian Dam, nevndur Hannekiss, sum er boðsendur till ar- beiðið. Hann er uppruna- liga úr Porkeri, men hevur starvast sum málari - mest í Havn - í eini 54 ár. Hann metir, at tað eru eini 40 ár, síðani hann seinast royndi handverkið at mála áramáling. Hann ásannar, at í slíkum føri er munurin lítil millum handverk og list. Ongin skitsa ella annað er at hyggja at, alt kemur frá málaranum sjálvum, men hóast Hannekiss ikki hevur roynt hetta í mong ár, so gekk skjótt at koma aftur á lagið. Hann sigur, at tað hann veit, so er hann sjálvur annar í landinum, ið dugir hetta handverk í dag. Hetta er handverk, sum er við at fara í søguna, men ein kann fara á skúla í Danmark og aðrastaðni at nema sær kunnleika um handverkið. Áramáling er oljubasis, men Hannekiss nýtir vatn- basis í Porkeri. Tað málað er, skal lakkast, tí annars kann alt skavast av aftur. Fleiri serstakir penslar skulu nýtast og onkran hevur Hannekiss klipt til sjálvur, men onkur av penslunum hevur fylgt honum alla yrkisleiðina. Einki spurdist burtur úr fundinum "Kvinnur sum íbirtarar" í Stóra Pakkhúsi hós- kvøldið. Ov fá møttu upp, men ætlanin er at gera enn eina roynd ÍBIRTING Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Suðuroyar Skeiðsdepil í Vági hevði uppfylgjandi fund hóskvøldið undir heitinum "Kvinnur sum íbirtarar". Fyrri fundirin var fyri nøkrum vikum síðani og var uppmøting- in sera góð og hugskot og vóninar vóru góðar. Tá var meira talan um ein evnisdag. Men á uppfylgjandi fundinum hóskvøldið, sum ætlandi skuldi snúgva seg um okkurt meira ítøkiligt, møttu bert eini 10 - 15 kvinnur. - Tað kom ikki so nógv burturúr, sum vit høvdu vónað, sigur Rúna Hjelm, stigtakari. Hon hevur sjálv roynd- ir sum íbirtari og virkis- leiðari og við tiltakinum vónar hon og hini í Skeiðsdeplinum at seta okkurt vinnuvirksemi í gongd, sum kvinnur eiga virknan leiklut í. – Ymisk hugskot komu fram og vit fingu kjakast um ymisk viðurskifi, men vit mugu ásanna, at eftir hetta vónbrot mugu vit royna einaferð enn og kanska gera tiltakið áhugaverdari og um- hugsa ein evnisdag aftur- at, sigur Rúna Hjelm. Hugnakvøld á Sunda Bókasavni Brúgvin um Streymin 30 ár Betala fyri at fara í býin Eingin íbirting TÍÐINDASKRIV 22. februar er Hugsun- ardagur skótana, hesin dagur verur hildin við Guðstænastum kring landið. Hugsunardagur er tann dagur har skótar kring heim samlast til at minnast stovnararn av skótinum Lord Baden Powell og frú. Guðstænastan í suður- streymoy verður í Vestur- kirkjuni kl 11.00. Prestur er Bergur D. Joensen, skótarnir vera bidnir um at møta 15 min áðrenn KFUM - Skótarnir á Argjum Skótalið´s KFUMs Skótalið Sigmund Brestirssonar KFUK skótarnir í Havn Skótalið Freslunarhersins Minnast Baden Powell Søguligt handverk Hannekiss dugur áramáling, men ikki mong gera honum listina eftir. Eini 40 ár eru síðani hann royndi hetta seinast Mynd; D.Olsen Ov fáar kvinnur møttu í Stóra Pakkhúsi í Vági hós- kvøldið, so einki ítøkiligt spurdist burturúr tiltakinum "Kvinnur sum íbirtarar" í hesum seinna umfarinum C M Y K 17 16