leygardagur 21. februar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 21. februar 2004
19
Gulldystur í Klaksvík
Enn kann Dráttur
órógva, men alt
bendir á, at vinnarin
av kvinnudystinum í
Klaksvík fer at standa
við gullinum eftir
kappingarlok
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast tey ikki áttu umboð í
nøkrum av steypafinalun-
um, so hevur flogbólturin í
Klaksvík tað gott í hesum
døgum.
Vikuskiftið
undan
steypafinalunum
leiktu
menninir móti ÍF, og har
eydnaðist at toga ein sigur
heim, sum kann vísa seg at
gerast gull verdur. Hetta
vikuskiftið eru tað so
kvinnurnar hjá Mjølni, sum
eiga tørn, og aftur hesaferð
bendir alt á, at talan er um
ein dyst, har vinnarin um
knappan mánað kann rópa
seg føroyameistara.
Steypavinnararnir úr TB
hava saman við Mjølni
myndað oddin í landskapp-
ingini alt árið, og eftir
heimasigur í Trongisvági
bendi alt á, at TB skuldi
fara avstað við gullinum í
landskappingini, men ein
ósigur fyri Drátti koppaði
brádliga øllum á høvdið.
Mjølnir og TB eru nú jøvn í
stigum, og tí fær vinnarin
sunnudagin ein fyrimun,
sum væl kann vísa seg at
blíva avgerandi.
Sjálvandi kann Dráttur
framvegis argað, og tær
hava bæði heima móti
Mjølni og úti móti TB eftir
á skránni, men hóast hesir
báðir skuldu givið fulla
úrtøku, so røkkur tað tó
ikki til samlaðan sigur, utt-
an so at vinnarin sunnudag-
in eisini missur aðrastaðni.
Nakað sum í verandi støðu
tykist óhugsandi.
Tí bendir alt í løtuni á, at
tað verður vinnarin sunnu-
dagin, sum fer at standa við
so nógv teimum sterkastu
kortunum á hondini undan
endaspurtinum, og tað er
ein leiklutur, sum bæði
Mjølnir og TB tráða eftir,
og sum báðir partar fara at
leggja seg eftir sunnudagin.
Finalutaparar í
Hoyvík
Hjá kvinnunum eru tveir
aðrir dystir á skránni um
vikuskiftið. Leygardagin
skal Dráttur reisa seg eftir
tapið í steypafinaluni, tá
tær vitja í Hoyvík, har KÍF
eigur heimavøll.
Einki er at ivast í, at
Dráttur er stórfavorittur at
vinna hendan dystin, og
tann leiklutin mugu tær hjá
ÍF eisini átaka sær, tá tær
vitja hjá Fleyr sunnudagin.
Fleyr hevur tó gjørt onkran
vørrin í ár, og skal hetta
endurtakast, so eru ÍF helst
tær, sum eru næstar í so
máta, so tað kundi kanska
verið, at eitt óvæntað úrslit
liggur her og bíðar.
Hjá monnunum verður
neyvan talan um óvæntað
úrslit, tá tvey av sterkastu
liðunum fara at royna seg
móti teimum báðum av-
gjørt veikastu.
Leygardagin kemur SÍ á
vitjan í Hoyvíkarhøllini,
sum sostatt skal hýsa
tveimum tapandi steypa-
finalistum hendan dagin.
Og eins og hjá kvinnunum,
so eru tað gestirnir, sum eru
stórfavorittar. Fram tykist í
løtuni ikki at hava tað heilt
stóra at bjóða, og at teir í
seinasta umfarinum taptu
fyri Fleyr borgar ikki fyri
nakrari serligari styrki.
Tí hóast Fleyr við hesum
fekk sín fyrsta sigur á
árinum, so er tað helst lítið,
sum teir kunnu gera fyri at
steðga fuglfirðingum, tá
hesir koma á vitjan. Eftir
tapið í Klaksvík herfyri
skal ÍF snøgt sagt syrgja
fyri at vinna allar sínar
dystir so greitt sum gjørligt,
meðan teir so mugu vóna,
at Mjølnir fer at missa
onkra staðni. Og móti Fleyr
eigur hetta at merkja ein 3-
0 sigur til ÍF.
Vinnarin av dystinum í Klaksvík um vikuskiftið fer eftir øllum at døma eisini at standa við
gullkrónunum um hálsin um knappan mánað
Gloppið frá fjórða
upp á triðja plássið
verður fýra stig, um
VÍF kvinnurnar
vinna sín dyst sunnu-
dagin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir at dysturin millum
Søljuna og Kyndil varð
framskundaður til hós-
kvøldið, eru bert tveir
dystir á skránni í bestu
kvinnudeildini hetta viku-
skiftið.
Steypavinnararnir
og
oddaliðið úr Stjørnuni hev-
ur frí, soleiðis at hini liðini
koma ájavnt teimum í dyst-
um, og alt bendir á, at tað
bert verður eitt stig á muni
í oddinum eftir vikuskiftið
VB eru nevnliga greiðir
favorittar, tá tær leygar-
dagin fara at takast við StÍF
í Vági. Júst í hesin dystin-
um misti VB annars eitt
sera óvæntað stig, tá tær
uttan útlendingar hittu StÍF
í grundspælinum, men við
fullari styrki er lítið at ivast
í, at VB tekur sær av øllum
hesaferð.
VÍF eftir silvurinum
Í Havn dystast Neistin og
VÍF, og her fer tað helst at
vísa seg, hvørt Neistin
hevur format til at hanga í
oddinum ella ikki.
Undan hesum dystinum
er bert eitt stig, sum skilir
liðini bæði, men tað hava tó
alla tíðina verið greiðar
ábendingar um, at Neistin
má finna seg í standa onkra
staðni í ongamannalandið.
Skulu tær ikki tað, so er
neyðugt við einum sigri
sunnudagin, men hinvegin
fer VÍF uttan iva at gera sítt
til, at stigini skulu koma
við til Vestmanna. Gullið
tykjast tær ikki at náa, men
megnar liðið at venda
eftirverandi uppgerðunum
móti Stjørnuni og VB til
egnan fyrimun, so tykist
silvurið í øllum førum vera
sera nær.
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
6
5
-
0
-
1
481
364
117
21
2 VB
5
5
-
0
-
0
453
345
108
18
3 VÍF
5
3
-
0
-
2
439
357
82
15
4 Neistin
5
3
-
0
-
2
432
390
42
14
5 StÍF
5
1
-
0
-
4
381
440
-59
7
6 Søljan
5
1
-
0
-
4
321
431
-110
4
7 Kyndil
5
0
-
0
-
5
280
460
-180
1
(Dysturin, Søljan-Kyndil, er ikki tikin við í uppgerðini)
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Kyndil
3
2
-
0
-
1
381
348
33
13
2 Neistin
3
3
-
0
-
0
378
343
35
12
3 StÍF
3
1
-
0
-
2
316
307
9
9
4 VÍF
3
1
-
0
-
2
345
326
19
8
5 KÍF
3
1
-
0
-
2
324
375
-51
5
6 H71
3
1
-
0
-
2
314
359
-45
4
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 TB
15
12
-
3
39
12
27
16
2 Mjølnir
15
12
-
3
39
14
25
16
3 Dráttur
15
8
-
7
31
26
5
12
4 ÍF
15
6
-
9
22
30
-8
8
5 KÍF
14
5
-
9
19
34
-15
5
6 Fleyr
14
1
-
13
7
41
-34
1
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 Mjølnir
12
11
-
1
33
8
25
15
2 ÍF
12
10
-
2
32
9
23
13
3 SÍ
12
6
-
6
23
20
3
8
4 Fram
12
2
-
10
9
31
-22
2
5 Fleyr
12
1
-
11
5
34
-29
2
VÍF kann rykkja
Í grundspælinum vann StÍF óvæntað á VB, men nú tær í Vági
aftur hava allar leikarar tøkar, tykist vandin fyri eini
endurtøku av hesum at vera ógvuliga fjarður
19
Nr. 36 • leygardagur • 21. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Neistabreiddin skal royna seg
Tað líkist einum sera
skerdum Neista-liði,
sum sunnudagin skal
royna at halda taktina
hjá Kyndli í odda-
stríðnum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Soleiðis sum hondbólts-
kappingin hevur lagað seg,
so bendir alt á, at gull-
stríðið verður ein kapp-
renning millum Neistan og
Kyndil.
Havnarfeløgini
bæði
hava alt árið verið við til at
mynda oddin, og eftir
sigurin hjá Kyndli á StÍF
seinasta vikuskiftið, tykjast
hesi bæði eisini vera um at
toga seg eitt sindur leys av
hinum.
Møguleikin hjá VÍF
Hjá Neistanum hevur lagið
verið sera gott, síðani teir
fyri trimum vikum síðani
vunnu stórsigur á grannun-
um, og tosið hevur í nógvar
mátar bent tann vegin, at nú
skuldi meistaraheitið aftur
vinnast, men hetta tagnaði
tó í vikuni.
Fyrst stóð greitt, at Heini
Hanusarson helst meiddi
seg so illa í dystinum móti
KÍF, at hann í øllum førum
má binda frið í nakrar
vikur, og tá so Dragisa Sto-
jovic eisini fekk skaða
undir venjing í vikuni, fór
av álvara at síggja svart út.
Júst hesir báðir leikararnir
hava av bakkinum verið
artillaríið hjá Neistanum,
og tó at maður oftani kemur
í mans stað, so tykist ilt at
síggja, hvaðani Neistin skal
fáa hesar. Ikki minst tá Karl
Oddmar Rasmussen helst
er burturstaddur sunnu-
dagin.
Hinvegin gevur tað so
øðrum leikarum møguleika
at royna seg. Áki Mørk
hevur fyri tað nógva spælt á
miðjuni, men hann kann
kanska flytast á vinstra
bakk, meðan Dann Thor-
leifsson tekur yvir hinu-
megin, men spurningurin er
kanska, hvørt hetta røkkur
móti VÍF.
Tí gamaní upplivir hond-
bólturin í Vestmanna í
løtuni sína størstu kreppu í
fleiri ár, men enn eru heið-
ursmerki tó væl og virðiliga
í eygsjón. Og seinni hálv-
leikur móti H71 gav kanska
part av vantandi sjálvsálit-
inum aftur, soleiðis at liðið
nú fer at sýna nakað av tí,
sum hevur tryggjað teimum
ovastu sessirnar í føroysku
kappingini seinastu nógvu
árini.
Hoyvíkarhøllin kann
órógva
Tveir aðrir dystir verða
leiktir um vikuskiftið, og
felags fyri hesar er, at teir
báðir verða leiktir í Hoy-
víkarhøllini.
Leygardagin vitjar StÍF
hjá H71 í eini endurtøku av
steypafinaluni, og skal
hendan brúkast sum baro-
metur, so er einki at ivast í,
at strandingar eiga at ogna
sær stigini. Ikki minst tá
hoyvíkingarnir eisini eru
nakað skerdir, nú Jákup á
Borg aftur er farin undir
fótbóltin.
Hinvegin hava hoyvík-
ingar áður sýnt, at teir altíð
kunnu gera okkurt óvænt-
að, og spurningurin er so
bara, um strandingar verða
offur fyri hesum serliga
hoyvíkarfyribrigdinum
hesaferð, ella um tað bíðar
til okkurt av hinum »stóru«
liðunum kemur at vitja.
Sunnudagin
skal
so
Kyndil seg í somu høll, tá
teir vitja KÍF. Kyndil hevur
ikki víst tey mest sannfør-
andi avrikini seinastu vik-
urnar, og skaðar og onnur
frávera hava eisini argað
heilt nógv.
Hesaferð er Hans Áki
Dal-Christiansen tó aftur
tøkur, og tað er í øllum
førum eitt stórt pluss.
Spurningurin er so, hvørt
fingurin hjá Jacobi Jónsson
og økslin hjá Finni Hans-
son fara at loyva teimum at
hava nakran serligan leik-
lut.
Kollfirðingar hava tó
fleiri ferðir í ár framt rætti-
liga góð avrik á heimavølli,
og tó at stigini ikki eru
vorðin so øgiliga nógv í
tali, so hevur oftani resta
lítið í, og tað plagar í øllum
førum ikki at vera nakar
vani hjá teimum at leggja
seg niður, »bara« tí eitt av
ovaru liðunum kemur á
vitjan. So tað er einki at
ivast í, at Kyndil skal ar-
beiða fyri sakini, um teir
vilja hava stigini við sær
oman aftur á Háls.
Tað kann væl gerast ein
avgerandi løta hjá
Neistanum, nú teir við
skerdari manning skulu
takast við VÍF, sum kanska
er ávegis úr aldudalinum,
sum liðið hevur verið í hetta
kappingarárið
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
Dagf.
Kl.
Dystur
Dómarar
21.02
14.30
VB-StÍF
Jákup S. Simonsen &
Høgni M. Joensen
22.02
14.30
Neistin-VÍF
Hannis Wardum &
Uni Wardum
1. deild menn
21.02
17.30
H71-StÍF
Geir Wardum &
Gunnar Gregoriussen
22.02
16.00
Neistin-VÍF
Hannis Wardum &
Uni Wardum
22.02
16.00
KÍF-Kyndil
Kristian Johansen &
Sámal Hansen
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
21.02
14.00
KÍF-Dráttur
TB
22.02
14.00
Fleyr-ÍF
KÍF
22.02
14.00
Mjølnir-TB
KÍF
Meistaradeild menn
21.02
16.00
Fram-SÍ
Mjølnir
22.02
16.00
Fleyr-ÍF
Mjølnir
C
M
Y
K
18