leygardagur 21. februar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 36 - 21. februar 2004
Írland fekk javnt móti heimsmeistarunum
Øll tey londini, ið
Føroyar eru í undan-
bólki við til komandi
HM-kappingina,
spældu venjingar-
dystir mikukvøldið
FÓTBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Navnframasta
fótbólts-
tjóðin í bólkinum hjá før-
oyingum er uttan iva Frak-
land.
Fronsku
europa-
meistararnir
leiktu
mikukvøldið venjingardyst
ímóti Belgia í Brussel. Hjá
franskmonnunum
var
álopið nakað skert, tí tær
báðar
superstjørnurnar,
Thierry Henry og David
Trezeguet, vóru ikki við
vegna skaða. Ístaðin leikti
ein annar kendur maður,
Louis Saha, ið fyri kortum
skifti úr enska felagnum
Fulham
til
stórfelagið
Manchester United, har
hann hevur fingið eina sera
góða byrjan við trimum
málum í trimum dystum.
Dysturin í Belgia miku-
kvøldið var fyrsti lands-
dysturin hjá Louis Saha, og
hann gjørdist eisini minn-
isríkur hjá unga franska-
manninum. Saha skeyt
seinna málið í 2-0 sigrin-
um eftir eitt frálíkt upplegg
frá Zinedine Zidane.
Írar høvdu vitjan av
heimsmeistarunum
Eitt annað av komandi
mótstøðuliðum
okkara,
Írland, hevði mikukvøldið
vitjan av heimsmeistarun-
um úr Brasil. Á Lands-
downe Road í Dublin vóru
teir mongu áskoðararnir
vitnir til ein undirhaldandi
men tó málleysan dyst. Írar
komu best frá byrjan, og
millum annað høvdu bæði
Stephen Carr og Robbie
Keane góðar møguleikar at
leggja írar á odda, uttan at
hetta tó eydnaðist teimum.
Móti endanum av dystin-
um var fullmannaða bras-
ilianska landsliðið nær við
avgera, men Ronalda skeyt
beint á Newcastle-málverj-
an, Shay Given, og Ron-
aldinho rakti træverkið.
Sveits er eitt lið, ið før-
oyingar áður hava verið í
bólki saman við, men í
løtuni tykjast sveisar sterk-
ari enn nakrantíð. Liðið
hevur spælt seg til enda-
spælið um europameistara-
skapið í Portugál í summar,
og mikukvøldið dystaðust
teir á útivølli við afrik-
ansku varameistarunum úr
Marokko. Hesin dystur var
málleysur heilt fram til
seinsta korterið, men so
gjørdu marokkanar tvey
skjót mál, og í seinasta
minuttinum minkaði Alex-
ander Frei fyri Sveits til
endaliga úrslitið 2-1 til
Marokko. Her skal tó
nevnast, at Marokko júst
hevur tikið lut í enda-
spælinum um afrikanska
meistaraheitið, og tí er
liðið ógvuliga væl saman-
spælt í løtuni.
Tey bæði seinastu liðini í
bólkinum hjá føroyingum
eru Ísrael og Kypros. Ísra-
elar leiktu mikukvøldið
heima ímóti Aserbadjan,
og teir vunnu ein sannfør-
andi sigur á heili 6-0!
Kypriotar leiktu eisini á
heimavølli, og tað var
ímóti Hvítarusslandi. Her
gekk minni gott hjá heima-
liðnum,
tí
hvíturussar
vunnu 2-0 eftir hálvleiks-
støðuna 1-0!
Eisini aðrir
áhugaverdir dystir
Fleiri aðrir áhugaverdir
dystir vóru eisini á skránni
mikukvøldið. Danir vóru á
vitjan í Turkalandi, og her
eydnaðist tað dønum at
vinna 1-0 við einum máli,
ið Martin Jørgensen skor-
aði. Í donskum fjølmiðlum
stendur at lesa, at danska
avrikið var sera sannfør-
andi.
Í Portugál høvdu EM-
vertirnir vitjan av David
Beckham og liðfeløgum
hansara á enska landsliðn-
um. Hesin dystur endaði
við javnleiki 1-1. Totten-
ham-verjuleikarin Ledley
King, sum leikti sín fyrsta
dyst á enska landsliðnum,
legði Ongland á odda 1-0
beint eftir steðgin, men
miðskeiðis í seinna hálv-
leiki javnaði Paris Saint
Germain - leikarin Pauleta
fyri Portugál við einum
framúr góðum frísparks-
máli.
Nýggi norski landsliðs-
venjarin, Åge Hareide,
hevur fingið eina sera góða
byrjan í starvinum. Miku-
kvøldið leiktu normenn á
Windsor Park í Belfast
ímóti norðurírum, og nor-
menn vunnu 4-1! Tað man
verða langt síðani, at
norska landsliðið hevur
skorað fýra mál í einum og
sama dysti.
Felagið hjá teimum
báðum føroysku
landsliðsleikarunum í
flogbólti, Bárður
Mikkelsen og Ragnar
í Haraldsstovu, Holte,
spælir í løtuni um at
blíva í bestu donsku
flogbóltsdeildini
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Felagið, ið teir báðir føroy-
ingarnir leika við, er annars
eitt tað mest siðvanda flog-
bóltsfelagið í Danmark,
men í ár hevur tað ikki
gingið eins gott og vanligt.
Av hesi orsøk noyddust
Bárður og Ragnar saman
við liðfeløgum sínum at
spæla í sonevnda kvalifika-
tiónsbólkinum til elitu-
deildina. Í hesum bólki eru
seks lið, og tvey teirra
koma víðari. Í løtuni liggur
Holte á odda ájavnt í stig-
um við Hvidovre á øðrum
plássi, men Hvidovre hevur
spælt ein dyst færri.
Ragnar ikki við í
føroyingaruppgerð
Ragnar í Haraldsstovu hev-
ur í løtuni trupulleikar við
rygginum, og tískil hevur
hann ikki vant og spælt við
í seinastuni, men vónandi
verður hann skjótt tøkur
aftur.
Í teldubrævi úr Danmark
sigur Bárður Mikkelsen, at
tað gekk heilt væl í báðum
dystunum. Tann fyrri var
ímóti Rosenlund Volley úr
Skovlunde, og har vann
Holte ein tryggan 3-0 sigur.
Settúrslitini vóru 25-21,
25-20 og 25-14!
Seinni dysturin var ímóti
Amager VK við føroyingin-
um Jóhann Nielsen á liðn-
um. Hetta var mett sum ein
truplari uppgáva, tí Amager
hevði vunnið tveir teir
seinastu dystirnar, og vóru
teir tískil fullir av sjálvsáliti
udnan dystinum móti Holte.
Liðini fylgdust fyri tað
mesta í hesum dystinum,
men tá ið Holte setti ferð á
spælið hjá sær, megnaði
Amagar ikki at halda tørn,
greiðir
Bárður
frá
úr
Danmark.
Holte
vann
dystin 3-1, og nú verður
sæð fram til næsta dystin.
Hann er um einar tvær vik-
ur, og tá eru tað oddaliðini
bæði í bólkinum, Holte og
Hvidovre, ið dystast í Hvid-
ovre, so tá verður spennandi
at síggja, hvussu leikur fer.
Gongur væl hjá Holte
Næstu dagarnar skal
Alex Dos Santos
royna at sannføra B36
um, at hann kann
styrkja um liðið hjá
teimum
FÓTBÓLTUR
Jonhard Hammer
B36 hevur í vetur fingið
fleiri nýggjar føroyskar
spælarar í hópin, men nú
eru eisini onkrir útlend-
ingar upp á tal. Málverjin
Henrik Bødker royndar-
venur í felagnum í hesum
døgum, og nú er eisini ein
brasilianskur
spælari
komin til Havnar.
Alex Dos Santos hevur
seinastu mánaðirnar hildið
til í danska superligafelagn-
um Frem, men har hevur
hann fingið lítið av spæli-
tíð.
Vænta góðan spælarar
Santos vandi við B36-
liðnum fyrstu ferð hós-
kvøldið, og hann kemur
ivaleyst at spæla við í
onkrum dysti komandi dag-
arnar.
– Vit ivast ikki í, at hann
er ein góður spælari, tí ann-
ars hevði hann ikki verið
keyptur til eitt danskt
superligafelag.
Santos
hevði trupulleikar við sam-
skiftinum í Frem, men
føroyskur fótbóltur er øðr-
vísi, og so er spurningurin
bara um hann kann sláa til í
Føroyum, sigur Kristian á
Neystabø, formaður í B36.
Spældi í 10 minuttir
Tað var fyrrverandi venj-
arin hjá Frem, Ole Mørk,
sum fekk Santos til felagið,
og brasilianski spælari kom
eisini á vøllin í fyrsta dyst-
inum í hesum kappingar-
árinum.
Tað var ímóti OB, men
hann var tikin út aftan á 10
minuttir.
Orsøkin til tað var ein
ørvitistakkling, sum Ole
Mørk ikki vildi finna seg í.
Síðani hevur Santos ikki
spælt fyri Frem, og har
kalla teir hann »10-minuttir
mannin«.
Nú er nýggjur venjari í
Frem, Ebbe Skovdahl, og
hann hevur brúkt Santos í
sínum hópi. Tí hevur Frem
gjørt av, at Santos kundi
fara til Føroyar at royna
seg.
Støðan í bólkinum hjá Holte:
K
V
T
Score
P
1 Holte IF
6
5
1
17-5
10
2 Hvidovre V K
5
5
0
15-6
10
3 Bedsted KFUM
6
4
2
13-9
8
4 Rosenlund Volley
6
2
4
11-12
4
5 Amager VK
7
2
5
9-16
4
6 ASV Århus
6
0
6
1-18
0
B36 roynir brasili-
anskan spælara
Alex Dos Santos roynir seg næstu dagarnar í B36
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
20
Nr. 36 • leygardagur • 21. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Brandur Enni
í Cape Town
Ferðafrásøgn
Lesið síðu 2–3
Orð og myndir: Jón Brian
Hvidtfeldt
jonbrian@kallnet.fo
- Á ein hátt ber til at siga, at eg
havi verið eitt slag av umboðs-
manni fyri føroysk listafólk.
Fryntligi eigarin av gallarí Sct
Gertrud, Kurt Svendsen, festir
sær í pípuna og leggur skemtiliga
afturat, at gallaríið hjá sær helst
hevur verið sum ein sendistova
hjá føroyskari list.
Í nærum ein mansaldur hevur
hann átt og rikið egið gallarí í
Keypmannahavn, fyrst í Sct
Gertrud Stræde, tætt við Kul-
torvet, men seinastu 15 árini í
Hyskenstræde 9, ið er ein
síðugøta til Strøget.
Men tað var av reinari tilvild,
at Kurt Svendsen kom í samband
við føroyska list. Hann minnist,
at hann ein várdag seinast í
sjeytiárunum hevði eitt ørindi
inni á grafiska verkstaðnum UM
í Keypmannahavn, ið forrestin
ikki er til longur, tá hann bar
eyga við ein málning. Tá hann
spurdi seg fyri, hvat málningurin
ímyndaði, fekk hann at vita, at
tað kundi hann sjálvur spyrja
listamannin um, tí hann var
staddur í sama høli.
Listamaðurin var Amariel
Norðoy, og málningurin var av
kirkjuni í Mikladali.
– Hóast eg tá hevði mítt egna
gallarí, kendi eg als einki til
føroyska list. Men eg bleiv
bergtikin av hesum málningi.
Teir báðir avreiddu, at Amariel
skuldi hava eina framsýning í
gallarínum hjá Kurt Svendsen
sama heyst. Svendsen minnist, at
henda framsýning gekk ikki sum
ætlað.
– Amariel hevði havt fleiri
málningar við á eini framsýning
í Týsklandi, men verkfall gjørdi,
at hann ikki fekk málningarnar
heim aftur til framsýningina í
gallarínum hjá mær. Fyri at fylla
veggirnar noyddist hann tískil út
at lána nakrar málningar frá
føroyingum, ið búðu á Keyp-
mannahavnarleiðini. Men eg
minnist, at hann so fekk selt ein
málning til Dansk Tipstjeneste.
Síðan hevur Amariel Norðoy á
hvørjum vári havt framsýning í
gallarínum hjá Kurt Svendsen.
Ingálvur og Mykines
Kurt Svendsen metir, at nógv er
broytt, síðan hann hevði fyrstu
framsýning við føroyskari list
seinast í sjeytiárunum.
– Tá eg byrjaði, kendu danir
sera lítið til føroyska list. Fólk
kendu málningarnar hjá Ingálvi
av Reyni og Mykines, men tað
var so at siga tað einasta. Í dag
eru nógv føroysk listafólk kend
nøvn í Danmark, og áhugin mill-
um danir fyri føroyskari list er
vaksandi.
Kurt Svenden leggur afturat,
at serliga fyrstu árini nýtti hann
nógva orku til at samskifta við
listafeløg, fyri á tann hátt at fáa
føroysku málningarnar sýndar
fram kring um í Danmark.
– Tey vóru fá, ið kendu før-
oysku listina. Men eg kundi vísa
á góðar, traditionellar málningar,
og sum fráleið fingu alsamt fleiri
eyguni upp fyri føroysku listini.
Tað stuttliga er, at í dag eru nógv
kend nøvn millum føroysku lista-
fólkini.
Kurt Svendsen hevur á ein hátt
gjørt tað til sína sergrein at sýna
fram føroyska list umframt list,
ið hevur eitthvørt samband við
Føroyar. Umframt at hann er við
á stóru listastevnunum í Herning
og í Forum í Keypmannahavn,
hevur Kurt Svendsen vanliga
umleið átta framsýningar um
árið í hølunum í Hyskenstræde,
og av teimum hava Amariel
Norðoy og Øssur Mohr hvør
sína. Harumframt hava nógv
onnur føroysk listafólk havt
framsýning í Sct Gertrud, um-
framt donsk listafólk, ið hava
nýtt føroysk motiv í sínum máln-
ingum.
List til ferðafólk
Kurt Svendsen er eisini stoltur
av, at hann hevur verið við til at
breiða føroyska list út til ein
stóran skara, ið kanska annars
ikki hevði komið í samband við
listina. Tað kom í lag, eftir at
danska loftvegis ferðasambandið
til Føroya, ið tá bar navnið Dan-
Air, byrjaði at merkja kappingina
frá Atlantic Airways.
Sum liður í eini roynd at fáa
fleiri ferðafólk spurdi felagið
Kurt Svendsen, um føroysk list
møguliga á ein ella annan hátt
kundi nýtast í eini lýsingarher-
ferð. Úrslitið varð, at Kurt
Svendsen valdi málningar hjá
umleið 15 føroyskum lista-
fólkum, ið síðan vóru avritaðir
og prentaðir á góðum pappíri. Í
umleið eitt ár fekk hvørt
ferðafólk eitt eintak av
føroyskari list heim við sær.
– Á henda hátt bóru nógv eyga
við føroysku listina. Eg minnist,
at bara í juli mánað vóru latin
umleið 7000 eintøk, og sjálvur
haldi eg, at hetta hevur verið við
til at breiða boðskapin um og
skumpa undir føroysku listina
sum vinnugrein.
Við góðum treysti
Hóast tað er tungt at reka eitt
gallarí í Keypmannahavn, har
tilboðini til íbúgvarnar eru
nærum óteljandi, so ætlar Kurt
Svendsen sær at halda á, so
leingi tað er stuttligt.
Ikki óvæntað hevur listin
hansara stóra áhuga, og eftir
nógv ár í fakinum veit hann, hvat
hann vil hava hangandi í sínum
gallaríi. Tí, sum hann sigur, so
skal eitt gallarí hava ein ávísan
stíl.
– Mær dámar væl, tá tað sæst
aftur í málninginum, at lista-
fólkið hevur haft eitt ávíst motiv
at arbeiða út frá, og so má
málningurin gjarna vera
abstraktur. Men eg kundi til
dømis ikki hugsað mær at sýnt
fram alt ov modernaða ella
alternativa list, sigur Kurt
Svendsen at enda.
Listarinnar sendistova
Í 25 ár hevur danin Kurt Svendsen skipað fyri málingaframsýningum í
Keypmannahavn við føroyskum listafólki. Alt byrjaði við einum málningi hjá
Amariel Norðoy av kirkjuni í Mikladali.
Seinastu 15 árini hevur Kurt Svendsen havt egið gallarí í Hyskenstræde 9, ið er ein síðugøta til Strøget í
Keypmannahavn. Hann hevur gjørt tað til sína sergrein at sýna fram føroyska list
21