leygardagur 21. februar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FERÐAFRÁSØGN
Steintór Rasmussen
Hann situr í einum Boeing 747
og hyggur niðurá ein týskan
milliónbý. Við vindeygað situr
ein yndislig 25 ára gomul
verðinsdama, sum hevur roynt
seg sum filmsstjørnu í Rom og
arbeitt sum stylistur í New York.
Høgrumegin situr ein troyttur
droymari og framman fyri ein
umstríddur prestur úr Klaksvík.
– Tað er ótrúligt at hugsa sær.
Fólk eru allastaðni. Spennandi
menniskju og onnur, sum ikki
hava nakrar ætlanir við lívinum.
Brandur er prátingarsamur og
nýtir túrin eins og ferðalagið.
Hann og eysturríksa ævintýr-
gentan, Julie, svinga longu væl
saman. Hon arbeiðir nú sum
modelskapari í Cape Town og
hevur egnar meiningar um popp-
musik og ungu gentunar, sum
bjóða seg fram í undirhalds-
verðini.
– Eg havi roynt tað og eg
kenni prísin. Ein sangari má
eisini kenna síni mørk og sítt
virði. So take care of your self,
Brandur!
Klokkan mundi vera farin av
midnátt, tá stálfuglurin frá Luft-
hansa náddi fremmanda heims-
partinum. Uttan fyri var bøla-
myrkt, men á skígganum fylgdu
vit rutuni hjá týska flogfarinum.
Bara tað at flúgva uppi yvir
primitivum landsbygdum, oyði-
markarvíddum, villum frum-
skógi, fjallaketum og sovandi
stórbýum er ein serlig kensla.
Men tað var við tropiskum
summarfuglum í búkinum vit
sóu fram til tað, sum nýggi
dagurin og ferðin í Suður Afrika
hevði at bjóða.
Tað var Sámali Bláhamar og
konuni Tórhardu fyri at takka, at
Brandur nú slapp at royna seg á
so fjarum leiðum. Tey umboða
fyritøkuna Enjo, sum selir vaski-
amboð, klútar, handskar og líkn-
aði í Føroyum. Sjálvur vísti
Brandur sítt andlit og síni evni
fyri nøkrum av fremstu umboð-
unum hjá Enjo um borð á Norð-
lýsinum á sumri 2002, tá ið hesi
vitjaðu og hildu fund í Føroyum.
Sámal, sum sjálvur er íðin fyri-
skipari, helt at tað hevði verið
ein serligur møguleiki hjá Brandi
at sloppið til Cape Town, har 450
seljarar og umboðsfólk hildu
stevnu undir Enjo-paroluni Clean
The World. At syngja og um-
boða eina fyritøku, sum ger um-
hvørvið reinari, var lætt at siga ja
til.
Men hvat gjørdi so presturin í
ferðalagnum. Jú, Hans Eiler
Hammer hevði frá einum reiðaríi
í Klaksvík fingið ein ferðaseðil
til Suður Afrika. Fyrr í ár varð
peningur savnaður til børn við
aids og gøtubørn í Cape Town,
og í hesum sambandi hevði
prestur eisini knýtt vinabond við
bæði Nazaret House og My Life
Projet, sum virka millum heim-
leys børn og ungdómar í stór-
býnum.
Undir brennandi summarsólini
søgdu vit á flogvøllinum presti
farvæl. Hann skuldi hitta Linzi,
ta lokalu Móðir Teresu, í býnum,
meðan okkara leið gekk við
bussi fram við nógvu markunum
av vínrunnum til Stellenbosch,
ella eisini Spier Hotel, har vit
skuldu gista. Bláhamar og konan
vóru farin nakrar dagar framm-
anundan.
Á motorvegnum frá flogvøll-
inum fingu vit sjón fyri søgn.
Cape Town er annað enn hvítar
strendur, fangaoyggin hjá Nelson
2
Sosialurin Nr. 36 - 21. februar 2004
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801,
teldupostur: post@sosialurin.fo
Brandur Enni í Cape Town:
Kærleikans mongu andlit
Tíbetur eru tað eisini nógv svørt børn og ungdómar, sum liva eydnusom í Suður Afrika. Brandur Enni er her saman við einum gentukóri úr Cape Town
Brandur uttanfyri Nazareth House. Hesi kærleiksfullu børnini tveitti seg
beinanvegin um hálsin á unga sanganum
Sosialurin Nr. 36 - 21. februar 2004
3
Mandela, Robbin Island, kenda
Taffelfjallið, marglætisbygningar
og afrikonsk mentan. Framvið
vegnum sóu vit kilometrar av
fátækamannabýlingum, í
túsundavís av kroysum gjørdar úr
blikkplátum og avlopsviði. Vit
undrast og spyrja, um fólk veru-
liga kunnu liva undir slíkum
umstøðum.
– Jú, her búgva tey allar
fátækastu. Tey hava hvørki vatn
ella ravmagn. Ofta eru tað ólóg-
ligir innflytarar úr grannalond-
unum. Fólk, sum heldur ongi
borgararættindi hava, veit ferða-
leiðarin at siga frá.
Brandur, sum ongantíð áður
hevði verið so langt heimanífrá,
tosaði enn einaferð um hendan
framúr møguleika hjá nútíðar
menniskjum at kunna ferðast so
skjótt og so langt. Og júst hetta
at flúgva um landamørk og
gjøgnum árstíðir fyri at syngja
undir stjørnunum á sunnara
jarðarhálvu, vórðu eisini innleið-
andi orðini hjá Brandi, tá ið hann
tveir dagar seinni stóð á pallin-
um og sang og hug stóra mann-
fjøld frá tilsamans 14 ymiskum
londum í Cape Town.
Men áðrenn hesa framførsluna
hendi nógv annað spennandi,
sum vælumtókti unglingin úr
Føroyum sjálvur kann seta orð á:
– Tað fyrsta kvøldið var nakað
heilt fyri seg. Skipað varð fyri
einari serligari móttøku á einum
víðavangi, har vit upplivdu
afrikanskan dans, trummusláttur
og kórsang og annað forvitnis-
ligt. Alt umhvørvið og tónleik-
urin var so upprunaligt og liv-
andi, at eg var púra vekk eina
løtu. Hetta kvøldið sluppu vit
veruliga at hoyra, síggja og
smakka eina fjarskotna áhuga-
verda mentan.
Longu dagin eftir, at Brandur
var komin til Cape Town, var
hann saman við einum minni
fylgi og vitjaði Nasareth House.
Hettta var ein sorgblíð og sterk
løta. Børnini, sum øll hava aids,
flokkaðust um okkum, og ikki
minst um unga dreingin, sum tey
vistu fór at syngja fyri teimum.
Hóast vit ikki steðgaðu so leingi
í heiminum, so stendur minnið
livandi og klárt. Børnini, sum
hálvsfevndu sangaran av Tvør-
oyri og sótu við rundum eygum
og lýddi á, tá ið Brandur sera
skilvíst greiddi frá, at í Føroyum
høvdu nógv fólk hugsað um tey
og sungið fyri teimum, og at tað
var ein heilt serlig gleði hjá sær
at vera saman við so nógvum
fittum børnum í Nasareth House.
Framførslan endaði við at øll
børnini klappaðu og sungu til
kenda lagið "Oh, When the
Saints", meðan Brandur blásti í
trompetina.
At børnini á Nazareth House
búgva og liva undir góðum og
skipaðum viðurskiftum, kann tað
ikki valda nakar ivi um. So
leingi, sum tey orka og eru frísk,
ganga børnini í skúla og hava
góðar umstøður at mennast í og
virka í. Tey sjúkastu børnini, tey
sum eru seingjaliggjandi, vórðu
tíbetur spard fyri okkara forvitni.
Nasareth House hevur nógvar
góðar verjar og stuðlar kring
allan heim. Eitt nú hava enski
forsetin Tony Blair og sangarin
Sir Elton John givið arbeiðinum
ans og latið gávur til heimið.
Men hjálpararbeiðið í Suður
Afrika er meiri og annað enn tey
70 børnini, sum hava innivist í
heiminum, sum er uppkallað
eftir heimbygd Jesusar.
At virka millum gøtubørnini í
Cape Town er fyri Linzi Thom-
sen eitt lívsprojekt ella eitt kall.
Seinastu mongu árini hevur hon
reikað úti um næturnar og hjálpt
illa fyrikomnum børnum og
unglingum, borið teimum mat og
klæði, roynt at fingið tey burtur
úr ringasta lortinum, at fáa tey í
skúla og at trúgva uppá eina
framtíð. Saman við øðrum
óløntum hjálparum roynir hon at
geva illa støddum børnum í Cape
Town eina vón og so nógvan
kærleika sum tilber.
Tað var ein øðrvísi býtúrur,
sum vit fingu saman við Linzi
og ungu afrikonsku popstjørnuni
Freda, sum sjónvarpsliði frá
Chanel 4 nýliga hevur fylgt frá
tónleikadreymi til meiningsleysa
lívið á gøtuni. Hesaferð eru vit á
einum sokallaðum ótryggum
umráði, har vit als ikki áttu at
ferðast. Men tað er onki at vera
bangin fyri, tá tú ert í lag við
teimum røttu.
– Ongin leggur nakað í hesi
børnini. Tey verða bankað av
politinum og eru allatíðina í
vanda fyri at verða neyðtikin og
misbrúkt. Hesi børnini eiga onki.
Tey selja seg sjálvi fyri reint vatn
og eina máltíð. Nógv av børnun-
um hava aids og tí vil samfelagið
ikki gera nakað fyri at hjálpa
teimum, men trupulleikin er, at
tey doyggja ikki av sjúkuni, sigur
Linzi og hon ballar ikki tingini
inn: "They are prostitute. They
fuck for clean water and for
food."
Brandur fær eisini eina hjarta-
liga móttøku á gøtuni. Linzi for-
telur um Brand, at hann syngur
til konsertir og at hann hevur
útgivið fløgur. Børnini flokkast
um føroyingin. Tey eru ikki von
við at uppliva fyrimyndarligan
ungdóm, at síggja dreingir á
teirra aldri, sum liva eitt spenn-
andi lív og hava eina ljósa
framtíð.
– Tú mást koma aftur og
syngja fyri teimum ungu í Suður
Afrika. Hetta landið er sum hin
vakrasti ælabogin. Her eru allir
litir og møguleikar.
Og aftan fyri Cape Town
svevur sólin. Visti tú tað,
Brandur?!
Tað er lætt at siga farvæl við
matstovurnar og hotellini. Og tað
er ivaleyst nokk at eiga nøkur
postkort við vakra útsýninum
yvir milliónbýin og krystallbláa
Atlantshavið. Brandur keypti sær
eina hondgjørda trummu, sum
kann signa hansara tónleika-
eydnu.
Men gøtubørnini fara ikki úr
huganum. Sangurin í hjørtum er
framvegis livandi. Spurningurin
er bara hvussu leingi…
Linzi Thomsen saman við trimum
dreingum.
– Eg kenni nærum hvørt barn sum
reikar uttan nakrar góðan í
miðbýnum í Cape Town. Tey royna
bert at yvirliva. Tað besta eg kann
geva teimum er sjálvvirðing og
trúnna uppá framtíðina
Eisini hesin drongurin hevur Aids. Nazareth House roynir at geva
børnunum so góðan og tryggan barndóm sum yvirhøvur gjørligt.
Tórharda og Sámal Bláhamar. At Brandur varð bjóðaður til Suður Afrika og at føroyingar savnaðu pening inn til
vælgerðandi endamál er í stóran mun teimum fyri at takka
C
M
Y
K
23
22