leygardagur 21. februar 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 36 - 21. februar 2004
Nr. 36 - 21. februar 2004
25
TINGHELLAN
Signar Heinesen
Tann avgerandi spurningurin,
sum veljarin kann seta eini
samgongu eftir 6 árum er, hvørji
mál hon rakk samanborið við tey
mál, sum sett vóru. Aðalsetning-
urin, sum fráfarna samgonga
setti sær, var at veita føroyingum
størri tjóðarfrælsi. Høvuðspart-
arnir í hesum frælsi helt eg meg
skilja soleiðis, at Føroyar skuldu
gerast formliga frælsari og Før-
oyar skuldu gerast búskaparliga
sjálvbjargin við øktum vinnu-
ligum átøkum.
Gongdina í sambandi við
formliga frælsi kenna vit øll - og
fleiri okkara halda helst, at henda
gongd var eyðmýkjandi fyri
okkum, sum fólk. Vit hava helst
yvirtikið okkurt málsøki reelt
uttan at eg havi gáað so nógv um
tað, men nakað stórvegis er ikki
yvirtikið hesa stjórnartíðina.
Gongdina í sambandi við vinnu-
lig átøk verður tosað minni um.
Havandi í huga, at eingi verulig
framstig eru gjørd á nøkrum
vinnuligum øki, eru kreppurnar í
rækjuvinnuni, alivinnuni, flaka-
vinnuni og kreppan hjá einum
parti av heimafiskiflotanum, sera
álvarsamar.
Formliga hava vit yvirtikið stór
øki, sum svara til ein niðurskurð
í blokkstuðlinum uppá hálvt-
fjórðahundrað milliónir kr.
árliga, men hetta er eitt fíggjar-
mál burturav, tí í praksis er ikki
hend stórvegis broyting. Hóast
fíggjarmálini vóru undir stórum
trýsti við met avlopum í fleiri ár,
so munnu flestu fólk hava virð-
ing fyri tí praktiska politikkinum
á tí økinum, eisini um fólk í dag
eru heldur ørkymlaði um
gongdina í løtuni. Hitt málsøkið,
sum helst fær væl minni umrøðu
millum manna, men sum neyvan
heldur er at forsmáa, er olju-
leitingin á Føroyaøkinum. Haldi
meg skilja bæði á vinnu og fólki
annars, at virðing hevur staðið
um hetta málsøki.
Stýrisamboðini
Hvussu kann tað bera til, at ein
samgonga setir sær so høg mál,
men røkkur so stutt? Og hvat var
tað, sum gjørdi munin millum
tey øki, har mál vóru rokkin og
har tey ikki vóru rokkin?
Haldi meg hava lisið fleiri
onnur, sum hava gjørt viðmerk-
ingar til fráfarna landsstýrið, at
tey halda, at samgongan misti
megina, tá ið fólkaatkvøðan um
føroyskt fullveldi varð avlýst.
Sjálvur eri eg als ikki samdur við
teimum. Tey avgerandi mistøkini
vóru eftir míni fatan gjørd frá
fyrstu mánaðunum við valdinum.
Ein politisk samgonga hevur
bert trý amboð at røkka sínum
málum við. Tað eina amboðið er
fígging og spælireglur (lógir,
kunngerðir o.t.). Annað amboðið
er at geva ítøkiligum persónum
mandat at røkka pørtum av
málunum. Triðja amboðið eru
tey virði, sum stungin verða út í
kortið og sum fólk bæði í
almennari tænastu og úti í
vinnuni hava at styðja seg við.
Stutt sagt, hevur politikarin virði,
persónar og fígging at røkka
felags málum við - í hesi rað-
festing. Vit kunnu nevna hetta
stýrisamboðini.
Partar av hesum stýrisamboð-
um eru skipað í stýrisskipan og
øðrum meira ella minni fast-
løstum skipanum, men tann
størsti parturin av hesum stýris-
amboðum liggja í hondunum á
løgmanni, sum letur tey í hend-
urnar á sínum landsstýrismonn-
um. Hetta er grundsjónarmiðið í
nýggju stýrisskipanini.
Eftir míni meting gjørdi sjálv-
stýrissamgongan 1998-2003 eitt
avgerandi mistak fyri og annað
eftir í sambandi við útinningina
av sínum valdi. Samgongan
stakk kósina út í kortið og megn-
aði eisini at geva ein íblástur í
hjørtum føroyinga, men hon
megnaði ikki at brúka sítt vald til
tess at røkka teim felags málum,
sum hon frá sínum valdsstóli átti
at sæð lá í einum stórum meiri-
luta av Føroya fólki. Tí rakk
seinasta samgonga so stutt.
Virðini
Virði er tann parturin av lívi
okkara, sum hevur so stóran
týdning, at mammon stendur
aftanfyri. Har tú hevur eitt virði
ber ikki til at keypa teg, hvørki
við peningi, makt ella øðrum.
Tá ið Churchill stýrdi bretum
ígjøgnum annan heimsbardaga,
var høvuðsamboð hansara
virðini. Kanónir, skip og flogfør
skuldu til, men tað hevði
týskurin eisini. Tað, sum gjørdi
munin vóru virðini og tað vistu
bretar. Tí var tann tænastan, sum
tók sær av at ‘avlesa’, hvussu
stóð til hjá vanliga bretanum eins
týðandi fyri "The War Cabinet"
og fregnartænastan.
Her á klettunum er tað serliga
løgmaður, sum kann geva
íblástur og skapa eina motivatión
og hug til framdrift í samfelag-
num. Hann kann seta mál, rópa
tey út til borgaran, til vinnuna, til
tann alment setta, til mammuna,
til pápan, til okkum øll. Men
løgmaður skal vita, at hevur
hann rópt út til sítt fólk, so bindir
hetta hansara atferð. Her er ikki
spurningur um lógir, reglur og
annað hent. Her er spurningur
um fólkið dugir at síggja saman-
hang millum orð og gerðir.
Hvussu upplivir tann einstaki
medarbeiðarin á einum almenn-
um stovni sítt arbeiðsumhvørvi?
Hvussu upplivir ein borgari
tænastuna hjá tí almenna?
Hvussu upplivir arbeiðsgevarin
tiltøk frá almennari síðu? Upp-
livi eg tað, sum ein landsstýris-
maður sigur, sum tað reina møsn
ella eru tað orð, vigaði á gull-
vekt?
Persónarnir
Landsstýrismaðurin kann eisini
geva ítøkiligum persónum eitt
ítøkiligt mandat at røkka teim
málum, sum sett verða. Hesin
parturin av stýrisamboðunum
hevur tvinnar høvuðsspurningar:
Hvørjar ítøkiligar persónar setir
ein á uppgávuna og hvussu
samansetir ein hesar persónar. Í
størri samfeløgum er ofta
møguligt at koma langa leið
uttan stórvegis hóvasták um,
hvør tann einstaki persónurin er,
tí fáur fær so nógv at siga, at
hann einsamallur ger munin - til
tað góða ella tað ringa. Her
heima er øðrvísi.
Haldi meg kunna siga við
stórari vissu, at tað finst eingin
uppgáva av týdningi í landinum,
har tað ikki er avgerandi fyri
úrslitið, hvørjir persónar verða
settir á hana og hvussu hesir
persónar verða settir saman.
Persónar og organisatión eru so
samantengd, at tað er høpisleyst
at gera eitt endaligt uppskot til
organisatión um ikki persónarnir
eru kendir og leiðarar vita
nøkunlunda, hvørjar eginleikar
hesir hava. Í hesum sambandi
eigur at havast í huga, at ein
persónur hevur ávirkan á alt tað
virksemi, sum formliga liggur
undir hansara ábyrgdarøki.
Persónar á ovastu rók í ráðum
ella stovnum hava tí ein
avgerandi leiklut á viðkomandi
virkisøki.
Tá ið vit í Føroyum brúka
hugtakið "avgerandi fyri úrslitið"
verður tað brúkt í tveimum
ymiskum sambondum. Í fyrra
lagi er talan um sjálvt úrslitið,
um tað er sjúkrarøktin, lógar-
tulkingin, umsitingin av alingini
e.a. Í øðrum lagi er talan um
hegni at skipa soleiðis fyri, at
føroyingar fáa ein hóskiligan og
strategiskt týðandi leiklut í tí
virksemi talan er um. Ofta eru
føroysku eindirnar so smáar, at
neyðugt er við útlendskari hjálp.
Men velja leiðarar altíð útlend-
ingar til alt so verður soltið hjá
mongum føroyingum og vit
gerast skjótt húskallar á egnari
jørð.
Fíggingin og spæli-
reglurnar
Endiliga hevur landsstýrismað-
urin fíggjaramboðið, har tilfeingi
verður sett til tær ymsu uppgáv-
urnar. Saman við fíggingini eru
reglur, kunngerðir og lógir, sum
skulu haldast. Ofta brúka vit
heitið »apparatið«, sum fevnir
um nøkunlunda tað sama sum
fígging og spælireglur.
Fyri at venda aftur til annan
heimsbardaga, so setti Churchill
í døgunum undan Dunkirke, í
mai 1940, herovastunum
(»Chiefs of staff«) tann avger-
andi spurningin: Ber yvirhøvur
til hjá Onglandi at vinna bar-
dagan í ringasta føri (um týsk-
urin tók Belgien og Fraklandi)?
Stutt sagt roknaðu herovastarnir
við, at tað var ikki óhugsandi,
serliga um hjálp fekst frá
Ameriku (John Lukacs, »Five
Days in London, May 1940«,
1999).
Hetta lýsir leiklutin hjá fígg-
ingini. Har er eitt minstamark og
er hetta minstamark ikki tøkt, so
ber ikki til. Er fíggingin ríkilig,
tá ber so mangt til - eina tíð.
Men uppá sikt ber illa til at
byggja land við fígging og
reglum eina.
Gongdin 1998-2003
Venda vit aftur til gongdina
síðani 1998, tá ið undanfarna
samgonga legði frá landi, so ber
til at síggja eitt mynstur. Tann
fyrsti parturin av mynstrinum,
sum eg helt meg hóma, var at
eingi virði vóru løgd í arbeiðið at
loysa Føroyar frá Danmark
annað enn eitt slag av anti-
danismu og ein roynd at lýsa
Danmark sum hjálandaveldi.
Hvørki av hesum virðum styðja
ein frælsisbardaga, tí tað er
sjálvsagt, at eingin danskur
forsætisráðharri við góðum letur
land - tá hevði hann ikki røkt
sína uppgávu. At allir danskir
forsætisráðharrar við orðum
royna at káva útyvir hendan
veruleika ber - sum eg síggi tað -
ikki boð um annað enn, at teir
eru siðiligir.
Annar parturin í mynstrinum,
sum eg helt meg síggja, var, at
persónar, sum stóðu fyri fleiri
arbeiðum, ikki vaktu álit millum
manna. Onkur álitispersónur
varð hálaður inn í eini roynd at
bøta um hetta, men tá er ov seint.
Verkætlanirnar, sum skuldu vera
støði hjá politikarum, vóru ikki
álitisvekjandi og tey vóru helst
mong, sum longu áðrenn sam-
ráðingarnar millum landsstýrið
og donsku stjórnina hildu seg
síggja, hvønn veg tað bar. Sama
var galdandi fyri mangt av tí,
sum "tað fasta embætisverkið"
gjørdi.
Triði parturin í mynstrinum,
sum eg helt meg síggja, var at
samskiftið millum landsstýrið og
føroyska veljaran var makt-kent.
Landsstýrið samskifti ikki við
føroyska borgaran fyri at fáa góð
ráð og fyri at samansjóva
áhugamálini, men heldur fyri at
‘lumpa og lirka’.
Fjórði partur í mynstrinum,
sum eg helt meg síggja, var at
effektivitetur, initiativ, kreativi-
tetur og framburðsvilji innan tað
almenna dovnaði og dovnaði og
dovnaði og dovnaði.
Munurin eg haldi meg hóma
millum tey málsøki, har gongdin
var rímilig og har gongdin var út
av lagi, er í virðum og persónum.
Hvørjir persónar standa fyri,
hvussu samskifta hesir persónar,
hvussu er álitið á hesar persónar
millum manna, eru hesir per-
sónar partar av sínum virkisøki
ella verða teir bara toldir av
teimum, sum á einhvønn hátt
noyðast at samstarva við teir?
Tey næstu fýra árini
"Eg vóni ikki tað er ov seint. Eg
beri ótta fyri, at tað er" sigst
Churchill hava sagt, tá ið hann
tók við sum forsætisráðharri í
Onglandi í mai 1940 ("Five Days
in London, May 1940"). Vinnu-
ligu stýrisamboðini eru illa fyri
og fleiri vinnur eru stak illa fyri.
Almennu stýrisamboðini eru stak
illa fyri, men landskassin sjálvur
er rímiliga væl fyri - í løtuni. Og
ein frælsislogi brennur í føroy-
ingum. Ein logi, sum at síggja til
ber í sær ein ókúgandi vilja til
framburð.
Hendan samgongan hevur
landið í hondum sínum og kann
fáa ein avgerandi leiklut í
spurninginum um Føroyar og
føroyingar hóra undan einum
vinnuligum hóttafalli ella um
Føroyar og føroyingar fóta sær
sum tjóð, sum fólk og sum
vinnulig eind í einum globali-
seraðum heimi. Mín meting er, at
vit standa á einum vegamóti, har
tvær høvuðsleiðir eru hugsandi.
Onnur gongdin kann vísa seg
at vera, at vit so at siga missa
landið úr hondum. Vit kunnu
missa búskaparliga fótafestið og
harvið kunnu vit eisini missa
okkara tjóðareind - gerast eitt
slag av mentanarsavni, har
upprunafólk kunnu vísast fram.
Og framtíðar søgufrøðingar fara
at brúka orku uppá at lýsa,
hvussu føroyingar hóast alt
megnaðu at byggja eitt fram-
komið samfelag upp í 20. øld
fyri síðani at missa tað úr hond-
um um túsundáraskiftið. Hetta
eru døpur útlit og ein kann ikki
vera ósamdur í, at tey helst eru
ov døpur. Men størri lond enn
Føroyar og lond, sum vóru betur
fyri enn Føroyar, hava upplivað
hesa lagnu. Og vísir tað seg, at
alivinnan fór fyri bakka ella
glapp okkum av hondum og
flakavinnan misti sín týdning og
rækjuvinnan misti sín týdning,
uttan at aðrar vinnur grógva, so
eru útlitini fyri 2008 ikki góð.
Hin gongdin kann vísa seg at
vera, at vit temja gongdini. At vit
fáa tamarhald fyrst á stýris-
amboðunum í tí almenna, síðani
fáa tamarhald á stýrisamboðun-
um í tí vinnuliga og so aftur fara
at vinna land á vinnuliga heims-
kortinum. Og framtíðar søgu-
frøðingar fara at brúka orku uppá
at lýsa, hvussu Føroyar, sum eitt
av teim fáu smáu londunum í
heiminum, eisini vóru førar fyri
at tillaga seg einum globaliser-
aðum heimsmarknaði, sum
annars ikki er so ‘smá-landa-
vinarligur’, sum ‘vinnu-
romantikarar’ ofta vilja gera
hann til. Hesar greiningar fara
helst at lýsa túsundáraskiftið sum
eitt avgerandi tíðarskeið, har ein
10-15 ára long strategisk
afturgongd vendi.
Hvat verður politiska
orkan brúkt til?
Tann nýggja samgongan kann
velja at putlast við onkran skatta-
lætta ella fonglast við, um tað
eru kommunur ella land sum
røkja onkra uppgávu - og tað
skal helst eisini til, tá ið stundir
eru til tess. Men tað verður
neyvan slíkt, sum vendir eini
gongd, sum kann vísa seg at vera
truplari enn vit í dag halda
okkum síggja.
At rokna við vinnuligum
átøkum uttan ein virknan al-
mennan sektor er naivt. At rokna
við vinnuligum átøkum undir
almennari leiðslu er optimistiskt
- um tað er umvegis onkra nevnd
ella ikki, ger tað sama. At rokna
við vinnuligum átøkum undir
almennari leikstjórn, sum eitt
annað "muppet-show" er bein-
leiðis lemjandi fyri viðkomandi
virkisøki. At rokna við vinnu-
ligum átøkum, har eingin vinna
sleppur at falla, hevur ikki mong
fordømi at vísa til. Stutt sagt eru
ikki nógvar einfaldar loysnir til
spurningin um, hvat ein sam-
gonga kann gera til tess at gera
sítt til vinnuligan framburð anno
2004.
At tað ber til at venda gongd-
ini - eisini uttan blindar vónir til
eina bjartari framtíð og hægri
altjóða marknaðarprísir ella olju-
fund - eri eg ikki í iva um. At
politikarar á hægstu rók vita
nøkunlunda, hvat tað er, sum
køvir, eri eg heldur ikki í iva um.
Um teir hava dirvi og mans
hjartað at taka neyðugu avgerð-
irnar og at gera tað við skili,
kann ein bert vóna og sum
borgari gera sítt til, at teir fáa
neyðugt mandat frá veljaranum
eisini at taka truplar avgerðir.
Stjórnarskiftið 2004
C
M
Y
K
25
24