Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Hetta er tíðin, tá jólasølan er uppá tað mesta. Onkur hevur kanska hildið, at fólk drála við at keypa jólagávurnar í ár, tí bú­skap­ar­ligu útlitini eru so óviss. Og onnur hava kanska ikki eins nógvan pening at keypa fyri í ár, sum tey høvdu fyri einum ári síðani. Men hvat siga so handils­ fólkini sjálvi? Tríggir teirra sum vit tosaðu við siga, at jólasølan er ikki minni og heldur ikki størri enn í fjør. - Sølan er nøkulunda tann sama sum í fjør, verður sagt. Í onkrum av teimum trim­ um handlunum, vit tosaðu við í morgun, vita tey um fólk sum í teirra handli hava keypt seinastu jólagávuna í ár. Men í øðrum handli verð­ ur sagt, at tríggir teir sein­ astu dagarnir undan jólum eru teir bestu á árinum. - Vit skulu so ikki klaga, eru teir tríggir handl­ar­nir – Maria Poulsen og Thomas Dam Búnýti í Havn og EL-IN í Klaksvík - sam­sint­ir um. Liðug Frá Thomas Dam Búnýti frætt­ist, at sølan er nøku­ lunda tann sama í ár sum í fjør. - Vit halda tó, at fólk hava bíð­að heldur longri við at keypa sínar gávur í ár, verður sagt. Hjá Mariu Poulsen er støð­an eitt sindur øðrvísi. Her hava tey hoyrt fleiri fólk siga, at tey her hava keypt sein­astu gávuna í ár. - Hjá okkum er jólasølan nøku­lunda tann sama í ár, verður sagt úr EL-IN í Klaks­ vík. Búnýti Jólasølan í ár er ikki minni í ár, enn hon var í fjør, siga trý handilsfólk sum vit hava tosað við (savnsmynd) Selja tað sama JÓLASØLAN 2011 Summi bíða við at keypa jólagávurnar til teir seinastu dagarnar undan jólum í ár. Og uppaftur onnur eru longu liðug Feitt-skiljarar Eitt annað áhugavert er, hvat fólk keypa í gávum til hvørt annað. Hjá Thomas Dam Bú­ nýti eru tað teir sonevndu feitt-skiljararnir sum er tann mest seldi. - Hetta er uttan iva orsak­að av øllum tosi­ num, um at alt skal vera so heilsugott, verður sagt hagani. Teir elektrisku ketl­ ar­nir og jørn til góða­ráð eru nógv eftirspurdar jóla­vørur – og eisini tær elek­tron­isku parkerings- skivur­nar. Úr Klaksvík verður sagt, at fólk hava keypt rætti­liga nógv jólaprýði higar­til í ár. Orsøkin til hetta er helst hon, at fólki dámar væl at prýða rund­ an um húsini og innan­ veggja. - Her er so ikki nakað sum verður skrætt av hillu­num, ella nakað sum er útselt. Men sølan er á sama stigi sum í fjør, verð­ ur sagt. Hjá Mariu Poulsen verður sagt, at tey ser­ støku thermo-krúss­ini við tí føroyska bind­ing­ ar­mynstri­num á, eru sera væl umtókt sum jólagáva í ár. - Feitt-skiljarin er eisini sera væl umtóktur. Hann var útseldur, men vit hava akkur­át fingið hann aftur, siga tey úr handlinum. Summum dáma eisini væl at keypa heil stell, t.d. hjá Eric Bagger ella hjá Rosen­dahl. - Orsøkin til hetta er utt­an iva hon, at prísurin ikki er sooo høgur, soleiðis at fleiri hava ráð at keypa tey, verður sagt. snorri@sosialurin.fo Leygarkvøldið hendi eitt ferðslu­óhapp á lands­veg­num innan fyri elverkið á Sundi. Óhappið hendi, tá ein bil­ ur, sum var á veg inn eftir fjørðinum misti tamar­haldið og stoytti saman við ein mótkoyrandi bil. Tað sá ógvusligt út, og fýra sjúkrabilar og fleiri politibilar og hjálparbilar komu á staðið. Fimm fólk vóru í bilu­ num, eini foreldur og trý fólk í øðrum, og tvey vaks­in í hinum. Sambært politi­num fingu fólkini ikki álvars­ligar løstir. Stoyturin var so mikið harð­ur, at motorurin fleyg úr øðrum bilinum og endaði fleiri metrar frá bilinum, har hann stóð kílaður undir bil­ verjuni. Fingu ikki álvars­ligar løstir Kavi og hálka seinastu dagar­nar hava elvt til fleiri smærri og onkur álvars­lig­ ari ferðsluóhapp á vegunum kring landið. Tíbetur hendi eingin fólka­skaði, tá hesin bilurin fór skeivur í undanbrekku og endaði á takinum, nið­ur yvir rekkverkið hjá Niclasi og Rakul Foldbo á Høga­nes­ vegi 1 á Toftum. Vakthavandi á løg­reglu­ støðini í Havn sigur, at tað er løgreglan í Eysturoy, sum veit um hendingina. Portalurin veit, at eing­ in var inni í húsunum, tá hendingin fór fram, og tíbetur sluppu tey bæði, sum vóru í bilinum, út ígjøgnum hurðina á bili­ num, sum vendir norður­ eftir. Eingin likamligur skaði stóð­st av hendingini, sum kort­ini má hava verið rætti­ liga óbehagilig hjá teimum báð­um ungu, sum vóru í bilinum. Endaði á takinum Í vikuskiftinum endaði ein bilur á takinum, sum fór skeivur í undanbrekkuni á Høganesvegi á Toftum