Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í sambandi við bygging av nýggjum skúladepli við Marknagil í Tórshavn bjóðar Landsverk við hesum áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á eina ella fleiri stórarbeiðstøkur, sum eru átta í tali. Um verkætlanina og treytir í sambandi við undangóðkenning skal upplýsast: 1. Byggiharri Landsverk Tinghúsvegur 5 Postsmoga 78 FO–110 Tórshavn tlf. 340 800 2. Útbjóðingarháttur Verkætlanin verður boðin út í átta stórarbeiðstøkum. Útbjóðingin er fevnd av løgtingslóg nr. 106, frá 15. november 1984 um útbjóðing o.a. 3. Lýsing av verkætlanini Skúladepilin við Marknagil verður góðar 19.000 fermetrar til støddar í seks hæddum, har teir tríggir núverandi skúlarnir – Føroya Studentaskúli og HF-skeið í Tórshavn, Tekniski Skúli í Tórshavn og Føroya Handilsskúli í Tórshavn – verða ein skúli. Umframt vanlig undirvísingarhølir, rúmar skúladepilin nógvum serhølum. Eitt nú maskin-, bila-, el- og timburverkstøð, onnur hølir til tær ymsu handverkaraútbúgvingarnar, eins og ítróttarhøll, bókasavn, matstovu og onnur felagsrúm. Skúladepilin við Marknagil er størsta byggiverkætlan í Føroya søgu. 4. Býtið av arbeiðinum Talan verður um at bjóða arbeiðið út í átta stórarbeiðstøkum, umframt nøkrum byggiharraveitingum. Arbeiðstøkurnar eru hesar: Nýggjur skúladepil við Marknagil Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo 1 Jørð, kloakk, betong og stálarbeiði 1.1 Jørð og kloakk 1.2 Ráhús (betong og stál) 1.3 Stáltrappur í slokum (skaktum) 2 Innilokan 2.1 Framsíður (fasadur) 2.2 Tak 2.3 Atriumtak 3 Innrætting o.a. 3.1 Timburarbeiði 3.2 Spenniloft 3.3 Glasveggir 3.4 Træ- og plátugólv 3.5 Sólskerming 3.6 Smáinnbúgv (tekøkar, klædnarúm o.a.) 3.7 Trappur í atriumrúmi 4 El-arbeiði o.a. 4.1 El-arbeiði 5 HVS, luftskiftisskipanir o.a. 5.1 HVS 5.2 Sprinkling 5.3 Luftskifti 5.4 CTS-skipanir o.a. 6 Múraraarbeiði o.a. 6.1 Múraraarbeiði 6.2 Flótandi gólv 6.3 Pussað/polerað gólv 7 Málaraarbeiði 7.1 Málararbeiði o.a. 8 Lendisarbeiði o.a. 8.1 Áleggingar 8.2 Skráar o.a. 6. Treytir Fyri at verða tikin við í viðgerðina í sambandi við undangóðkenningina skulu umsøkjarar lata inn niðan fyri nevndu upplýsingar um fíggjarlig viðurskifti, og um hvørjar fakligar royndir og byggiorku teir hava: · Arbeiðið skal verða gjørt av parta- ella smápartafeløgum, sum eru skrásett í Føroyum; t.e. hjá Skráseting Føroya · Navn, bústaður, v-tal, telefon- og faksnummar, teldupostadressa og navn á ábyrgdarpersóni · Yvirlit yvir byggiverkætlanir, ið umsøkjarin hevur luttikið í, seinastu fimm árini. Vísast skal til lidnar verkætlanir ella verkætlanir í gerð. Fyri hvørja verkætlan skal upplýsast byggiharri, leiklutur arbeiðstakarans, nær arbeiðið er byrjað, arbeiðstøkukostnaður og ábyrgdarpersónar · Úr yvirlitinum skulu veljast tær báðar mest viðkomandi verkætlanirnar, sum umsøkjarin áður hevur luttikið í. Fyri báðar verkætlanirnar skal fyriliggja nágreinilig lýsing. Um tað ber til, kann umsøkjarin lata inn byggiharraviðmæli fyri hesar uppgávur. Í viðmælinum skal upplýsast, hvørjar byggiverkætlanir talan er um, upplýsingar um leiklutin hjá umsøkjaranum og meting frá byggiharranum um avrik umsøkjarans. Í sambandi við val av arbeiðstakara tilskilar byggiharrin sær rætt til at seta seg í samband við teir tilnevndu ábyrgdarpersónarnar · Lýsing av skipan fyri góðskutrygging og innaneftirlit, og hvussu hendan skipanin er bygd upp · Lýsing av HTU (heilsu-, trygd- og umhvørvisarbeiði), og hvussu hetta arbeiðið verður skipað · Upplýsingar um útbúgvingar og fakligar førleikar annars hjá starvsfólkunum · Góðkendan ársroknskap fyri seinastu trý roknskaparárini · Trú- og heiðursváttan um skuld til tað almenna · Váttan um miðaltal av starvsfólkum og ársverkum býtt yvir viðkomandi fakbólkar – um møguligt – fyri seinastu trý árini · Er umsøkjarin ein felagsskapur (konsortium) av arbeiðstakarum, skal hesin veita einum av luttakarunum fulltrú, ið skuldarbindur allan felagsskapin, eins og byggiharrin krevur samábyrgd · Um talan er um eitt toymi av arbeiðstakarum, ið samstarva um at loysa uppgávuna, skal greitt upplýsast, hvør bygnaðurin í toyminum er · Um so er, at arbeiðstakarin brúkar undirarbeiðstakarar, skulu hesir eisini lata inn oman fyri nevndu upplýsingar · Fyri at umsóknin um undangóðkenning skal verða viðgjørd, skal alt oman fyri nevnda tilfar latast inn 7. Aðrar treytir · Arbeiðstakarar skulu hava kunnleika til serlig føroysk viðurskifti, so sum veðurlag, arbeiðsmarknaðarviðurskifti, lóggávu og reglur, ið eru galdandi fyri slíka bygging v.m. · Víst verður til „Rundskriv um arbeiðsklausul“ frá VMR dagfest 13. februar 2009. Her er millum annað ásett, at sáttmálin verður fevndur av kravinum í ILO-sáttmálanum nr. 94 um arbeiðsklausular í almennum sáttmálum 8. Tíðarfreist fyri at lata inn tilfar Freistin at lata Landsverki inn tilfar til undangóðkenning er 22. januar 2012. Avsendarin hevur ábyrgdina av, at tilfarið er móttikið rættstundis. 9. Krøv til tilfar Í sambandi við undangóðkenningina skal tilfarið latast inn í talgildari pdf-útgávu í A4 ella A3 stødd. Tilskilast skal, hvørja ella hvørjar stórarbeiðstøkur undangóðkenning ynskist til. Vísast kann bert til høvuðspunktini og ikki undirpunktini. Tilfarið skal sendast til: Landsverk t-postur: marknagil@lv.fo 10. Spurningar Spurningar skulu skriviliga stílast til oman fyri nevndu teldupostadressu. Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndug- leikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar. 5. Tíðarætlan Byrjað verður at byggja á vári 2012. Sjálv byggingin skal verða liðug í 2015, og skúlin verður tikin í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016. Lýsing til undangóðkenning av arbeiðstakarum