mánadagur 19. desember 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Á landsfundi í Føroya Fiski
mannafelag, sum var fríggja
dagin á Hotel Føroyum, var
ikki tað stóra talið av limum.
Í fleiri ár hevur lands
fundurin verið hildin mill
um jól og nýggjárs, men
soleiðis var ikki í ár. Tá lut
tøkan plagdi at vera størst, lá
talið væl omanfyri 100, men
fríggjadagin vóru sambært
Andriasi Berglíð, sýslufor
manni í Vágum, um fimmti
mans á fundi.
Felagið hevði gjørt av
at halda landsfundin mið
skeiðis í desember, og seinni
um kvøldið varð skipað fyri
føðingardagsveitslu, nú 100
ár eru liðin, síðan felagið
varð stovnað.
Minniligt ár
Jan Højgaard, felagsformað
ur, segði í síni frágreiðing
um farna ár, at árið í ár
var merkt av sera hørðum
samráðingum,
sum
vóru
millum manningarfeløg og
reiðarar veturin 2010/ 2011.
- Samráðingarnar vóru
harðar og endaðu við at
leggja Føroya Reiðarafelag
lamið. Vit vita ikki, um
okkara mótpartur í dag
er eitt veruligt felag, segði
hann.
Jan segði, at hetta eisini er
árið, tá løgtingið tók burtur
inntøkutrygdina frá sjófólki,
umframt at fleiri gjøld eru
løgd á fiskimenn.
- Enn er fíggjarkreppan
ikki avhasað, og høgu olju
prísirnir eru ein stór avbjóð
ing fyri flest allar fiskimenn,
legði hann aftrat.
Kærkomin gáva
Í síni frágreiðing um farna
ár
helt
felagsformaðurin
fyri, at makrelurin kom sum
ein kærkomin gáva og var
við til at geva nógvum fiski
monnum eina góða inntøku.
- Vit høvdu tó ynskt, at
manningarnar fingu fulla
úrtøku úr makrelinum, legði
Jan Højgaard, formaður í
Føroya
Fiskimannafelag,
aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
- Tað er av fleiri orsøkum ilt
at meta um framtíðina. Eitt
er, at tað er fíggjarkreppa um
so at siga allan heim í dag.
Eitt annað er, at tað er onk
ur reiðari, sum vil sleppa at
brúka bíliga arbeiðsmegi til
at fiska landsins ogn.
Tað segði Jan Højgaard á
landsfundi hjá fiskimonnum
fríggjadagin.
Koyrdir í land
- Vit, sum hava verið við til
at lagt lunnar undir hetta
land, skulu nú koyrast í land
- uttan so mikið sum takk - til
frama fyri altjóða fyritøkur,
sum brúka føroyskar strá
menn.
Jan Højgaard helt, at hesir
strámenn uttan iva eisini
eru ein hóttan móti okkara
fólkaræði.
- Vit mugu verja okkara
rættindi, sum borgarar í
einum landi, har myndug
leikarnir alt ov tíðum sleppa
sær undan ábyrgd við at siga,
at her fáa vit einki gjørt.
Hetta gongur ikki, tí sjálvandi
skulu myndugleikarnir taka
ábyrgd, segði hann.
Missa fiskiloyvi
Felagsformaðurin legði aftr
at, at Føroya Fiskimanna
felag nú í nógv ár hevur
ávarað ímóti, at ávísir reiðar
ar ætla at sleppa uttan um
føroyskar fiskimenn.
- Men hesum mugu vit
forða fyri. Teir reiðarar, sum
ikki virða mannagongdir,
eiga beinanvegin at missa
fiskiloyvi, so aðrir við betri
kunnleika og áræði kun
nu sleppa at royna seg,
segði formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag á lands
fundi fríggjadagin.
vilmund@sosialurin.fo
Lamið Reiðarafelag
- Hetta var árið, tá Føroya
Reiðarafelag legðist lamið,
og hetta var árið, tá løgtingið
tók burtur inntøkutrygdina hjá
fiskimonnum, segði Jan Højgaard,
formaður í Føroya Fiskimannafelag
á landsfundi fríggjadagin
- Samráðingarnar endaðu við at leggja Reiðarafelagið lamið. Vit vita ikki, um okkara mótpartur í dag er eitt veruligt
felag, segði Jan Højgaard. Myndin er av Vibergi Sørensen, sum var formaður í Reiðarafelagnum undir samráðingunum
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit, sum hava verið við til
at lagt lunnar undir hetta
land, skulu nú koyrast í
land - uttan so mikið sum
takk - til frama fyri altjóða
fyritøkur, sum brúka
føroyskar strámenn
Myndugleikarnir mugu taka ábyrgd
- Vit mugu verja okkara rættindi í einum landi, har myndugleikarnir alt ov tíðum royna at sleppa sær undan
ábyrgd við at siga, at her fáa vit einki gjørt. Hetta gongur ikki, tí sjálvandi skulu myndugleikarnir taka ábyrgd