Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í síni frágreiðing til lands­ fund­in hjá Føroya Fiski­ manna­felag fríggjadagin, legði Jan Højgaard, felags­for­ mað­ur, dent á, at sátt­mála­ sam­ráð­ingarnar seinast vóru sera harðar. - Krøvini hjá Reiðara­ felag­num vóru ein beinleiðis háð­an móti fiskimonnum. Tey vístu í verki, at tað eru fleiri reiðarar, sum bert meta fiskimannin, sum eitt am­boð í teirra jagstran eftir mamm­ on, sum hann tók til. Hann vísti á, at tá part­ar­ nir høvdu sitið í fleiri mánað­ ir, slitnaði, og Reiðara­felagið sendi boð eftir sem­ings­man­ ni. - Manningarfeløgini vístu semingsmanninum á, at vit vóru til reiðar at fara av­stað aftur eftir gamla sátt­mála­ num, men tað vildi Reiðara­ felagið ikki hoyra talan um. Síðan varð farið undir sem­ing, har semingsmaðurin legði fleiri uppskot fram. - Men av tí, at sem­ings­ mað­urin bert legði uppskot fram, sum vóru eftir høvdi­ num hjá reiðarunum, vildu mann­ingarfeløgini ikki góð­ taka tey. Vit átalaðu eisini semingsmannin fyri, at hann ikki eisini tók sær av okkara krøvum. Endin var, at semingsmaðurin – eftir at hava lagt eitt lemj­andi up­p­ skot fram móti mann­ingar­ feløg­unum – kastaði frá sær. Vit eru ikki vitandi um tílíkt dømi í Føroya søgu, segði Jan Højgaard. Skipini koystu Tað, sum nú hendi, var, at Reiðarafelagið meldaði út, at nú kundu skipini loysa upp á semingsuppskotið, men manningarfeløgini vístu hesum frá sær og sýttu lim­ um sínum at mynstra upp á aðrar treytir enn tær, sum longu vóru – til nýggjur sátt­ máli varð gjørdur. - Um somu tíð gingu reiðar­ar hart á fiskimenn og royn­du at fáa teir at skriva undir sáttmálar hvør sær. Fiski­menn fingu greitt at vita, at skrivaðu teir ikki undir, vórðu teir tveittir í land og bílig arbeiðsmegi kom umborð í staðin – at fiska ogn Føroya fólks. Jan Højgaard segði, at tað ser­liga vóru strámenninir, sum vóru spentir eftir at fáa sínar landsmenn í land - til hung­ur og hall - so teirra harr­ar í øðrum londum kundu gera sær dælt av før­ oyska tilfeinginum. - Onkur reiðari loysti uttan sáttmála, men tað eydn­að­ist at forða fyri, at onn­ur skip fóru út. Felagsformaðurin segði, at fiskimenn føldu seg sum lús millum tvær negl. - Teir flestu vistu, at lótu teir seg trýsta, var bara spurn­ingur um tíð, til hýran fór so nógv niður, at hon ikki gav nóg mikið til at svara hvørjum sítt. Hinvegin høvdu fleiri fiskimenn bráð­ tørv á peningi. Harmur um olju Jan Højgaard vísti á, at hetta endaði við, at mann­ing­ar­ feløg­ini gjørdu sátt­mál­ar við skipa­bólkar og einstøk skip. - Tað harmar okkum, at partar av oljuni, sum kom inn í sáttmálan í 2005 sum eitt protokollát, kom við sum virkin partur av sátt­mála­ num. Tað eydn­aðist tó at fáa markið fyri, nær oljan skal fara av óbýttum, munand upp, segði formaðurin í Før­ oya Fiskimannafelag á lands­ fundi­num fríggjadagin. vilmund@sosialurin.fo Fiskimaðurin eitt amboð í jagstranini eftir mammon - Reiðarar gingu hart á fiskimenn og royndu at fáa teir at skriva undir sáttmálar hvør sær. Fiskimenn fingu greitt at vita, at skrivaðu teir ikki undir, vórðu teir tveittir í land og bílig arbeiðsmegi kom umborð í staðin, segði Jan Højgaard, sum á landsfundi fríggjadagin fýltist at semingsmanninum, ið stóð fyri semingini undir seinastu sáttmálasamráðingum flestu fiskimenn vistu at lótu teir seg trýsta, var bara spurningur um tíð, nær hýran fór niður. Hinvegin høvdu fleiri fiskimenn bráðtørv á peningi JAN HØJGAARD - Tað vóru serliga strámenninir, sum vóru spentir eftir at fáa sínar landsmenn í land - til hungur og hall - so teirra harrar í øðrum londum kundu gera sær dælt av føroyska tilfeinginum, segði Jan Højgaard á landsfundi Mynd: Jens Kristian Vang - Semingsmaðurin legði bert uppskot fram, sum vóru eftir høvdinum hjá reiðarunum, og vit átalaðu semingsmannin fyri, at hann ikki eisini tók sær av okkara krøvum Mynd: Vilmund Jacobsen