mánadagur 19. desember 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Havn: Umsíðir er líkt til, at
rundkoyringin Blómubrekka
– Óluvugøta – Sundsvegurin
verður gjørd, samstundis
sum Sundsvegurin verður
dagførdur.
Rundkoyringin hevur ein
diametur upp á 37 metrar við
bæði gongu- og súkklubreyt.
Atlit eru tikin til estetik, og
at møguleiki verður at planta
vøkstur í skráarnar. Eisini
verður grótgarður laðaður,
har tað er neyðugt.
Tekniska nevnd og fíggj
arnevndin í býráðnum sam
tyktu at játta 200.000 krónur
til prosjektering av skitsu
uppskoti við kostnaðarmet
ing.
Samstundis varð eisini
samtykt at dagføra Sunds
vegin frá Vestara Ringvegi
líka til nýggja innkomuvegin
til Havnar. Hetta er eisini
við atliti til fjarhitaleiðing
til
nýggja
tónlistaskúlan,
Norðurlandahúsið, møguliga
nýggja svimjihøll og Gunda
dalsøkið annars.
snorri@sosialurin.fo
Nógv eftirspurd
rundkoyring
Vágur: Aftur í ár verður serstaka
nýggjarshaldið. Fyrireikararnir
sóknast nú eftir gomlum
myndum til eina framsýning.
Giljanes: Regin Marnersson er settur
sum varaskúlastjóri við Miðvágs-Sanda
vágs skúla frá 1. februar 2012. Hann
starvast í løtuni sum lærari í Havn.
Klaksvík: Svimjihøllin í býnum
skal nú útbyggjast uppaftur meiri.
Nógv fólk hava vitjað høllina,
síðani hon varð nýskapað í 2007.
Klaksvík: Frímund Hansen
hevur nú keypt Roykivirkið
til pelagiska framleiðslu.
Virkið er í góðum standi.
Vit hava rímiliga góðar havna
umstøður, og vit hava væl
av royndum og arbeiðs
fúsum fólki í oynni
(Eyðun Viderø um
fiskaarbeiði á Sandi)
Óførar
í sjavsi
Vágur: Møðgurnar, Karin
og Gurið lótu ongan iva
vera um styrki teirra,
tá VB í næstseinastu
viku skipaði fyri 18. um
farinum í sjavsi.
Sambært Suðuroyar
portalinum vunnu tær
báðar kappingina heilt
greitt. Tá talt var saman,
høvdu tær bara mist 20
eygu í kappingini. Hetta
er eitt sera gott úrslit, tá
hvørt parið bara spældi
12 krossar.
Tær
báðar,
Karin
Kallsberg og Gurið Krist
iansen
vunnu
greitt
hetta umfarið, meðan
meiri javnt var mill-um
pørini ið endaðu aftan
fyri tær.
Karin og Gurið hava
eisini staðið seg sera væl
við aðrar sjavs-kapp
ingar í Vági.
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Í framtíðini fara
bæði Kunningarstovan og
Heimavirkið at húsast undir
sama taki á Biskupsstøð.
Fyrr í ár tók kommunan
avgerð um at høvuðsum
væla partar av bygning
inum, her Norðoya Heima
virki hevur hildið til. Nú
fer at bera til at hesi bæði
kunnu húsast í søguliga
bygninginum, sum liggur
mitt í býnum og tætt við
farstøðina.
Maiken Steinberg, leiðari
á Norðoya Kunningarstovu,
upplýsir, at hóast tey í løt
uni hava stongt, ber tó at
ringja á kunningarstovuna
millum klokkan 11 og 13.
snorri@sosialurin.fo
Tvey fyri eitt
kring landið