Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen – Hetta er fantastiskt og vit gleða okk­um til at spæla steypafinalu ímóti Mjølni. Tað sigur ein av royndastu spæl­ arunum hjá SÍ, Karin Mikkelsen, eftir at kvinnurnar úr Sørvági í gjár við einum 3-1 sigri settu Fleyr upp á pláss í kvinnufinaluni í BankNordik- kappingini, sum Mjølnir skipaði fyri um vikuskiftið. Undan kappingini í Klaksvík hevði SÍ tryggjað sær eitt hálvt at­gongumerki til steypafinaluna, tí SÍ vann Fleyr-kappingina, sum var í Havn í heyst, so eftir sigurin í gjár var eingin ivi. Í finaluni skal SÍ spæla ímóti Mjølni, sum herfyri tryggjaði sær pláss í steypafinaluni sum oddalið eftir fyrsta triðingin av kappingini í Eik-liguni. – Kappingin í vetur er annars ikki serliga spennandi, tí vit eru bara hesi trý liðini, sum kappast heilt har frammi, so tað er ikki altíð so motiverandi. Mjølnir, Fleyr og vit eru so mikið framman fyri hini lið­ ini, at nógvir av dystunum ímóti lægru liðunum eru lítið verdir, sigur Karin Mikkelsen. – Ikki tí, vit í SÍ hava fingið tikið okkum fram og spæla betur og betur. Vit hava jú havt nokk so stóra útskifting á liðnum, og tað tekur altíð eina tíð at spæla nýtt fólk inn á liðið. Men nú byrjar at líkj­ast hjá okkum. Í finaluni í gjár byrjaði Fleyr ann­ars nógv betur og vann fyrsta sett 25-13. Í øðrum setti var SÍ nøkur stig frammanfyri, men so fór Fleyr at nærk­ast og endin gjørdist øgiliga spenn­andi, tí settið endaði heili 29- 27 til SÍ. Hetta gav sørvágskvinnum vind í seglini, so tær eisini tóku tey bæði næstu settini, 25-22 og 25-18, og endaðu við at vinna dystin 3-1. – Vit plaga at hava gott tak á Fleyr, og finalan hesa ferð var einki undantak. Meira krevst nokk av okkum, tá vit skulu spæla ímóti Mjølni í steypafinaluni, tí í teimum dystunum hevur ikki gingist so væl í vetur, hóast munurin ikki hevur verið so nógvir bóltar, sigur Karin Mikkelsen. SÍ koppaði Fleyr Mjølnir í steypafinaluni SÍ HEVÐI MUNIN Í kvinnufinaluni í Klaksvík um vikuskiftið vann SÍ í kvinnufinaluni á Fleyr, og tí skulu kvinnurnar úr Sørvági í steypafinaluni í februar royna seg ímóti kvinnunum úr Klaksvík Kvinnuflogbóltur Sørvágskvinnur vóru tær drúgvaru, tá finalan í kappingini hjá Mjølnir í gjár var millum SÍ og Fleyr. SÍ skal tí í steypafinaluna ímóti Mjølni Mansflogbóltur Við sigri í flogbóltskappingini í Klaksvík um vikuskiftið hava menninir hjá Mjølni tryggja sær pláss í steypafinaluni, sum teir skulu spæla ímóti SÍ Hilmar Jan Hansen Í BankNordik-kappingini hjá teim­ um vaksnu, sum Mjølnir skipaði fyri í Klaksvík um vikuskiftið, gjørd­ist tað í meistaradeildini hjá monn­um til heimasigur, tá Mjølnir seinna­partin í gjár vann í finaluni 3-0 á Fleyr. Settúrlitini vóru 25-16, 26-18 og 25-15. – Vit eru ótrúliga glaðir fyri finalu­plássið, og hetta verður so triðja árið á rað, at vit eru í steypa­ finaluni. Tað ger tað hugaligt, at vit kunnu vera við, tá teir stóru dyst­irnir skulu spælast, sigur lið­ for­maðurin hjá Mjølni, Thorvald Danielsen. – At vit so skulu spæla finaluna ímóti SÍ, mugu vit bara taka upp á tann mátan, at tað eru vit, sum eru teir undirtippaðu, tí sørvingar hava eitt sera gott lið í vetur. SÍ er oddalið í kappingini og hevur nógvar dygdir, so tað verður ikki lætt hjá okkum, men vit fara at royna okkara besta, tá vit koma so langt. Í finaluni seinnapartin í gjár var greiður munur á Mjølni og Fleyr, tí tað lá einki serligt fyri hjá havnarmonnum at hótta klaks­ víkingar, sum í allar mátar virkaðu meira klárir, tá teir komu á vøllin. – Fyri okkara viðkomandi vóru vit sera uppsettir uppá at fáa sum mest burturúr, og tá tað nú gjørdist ein finala ímóti Fleyr, høvdu vit helst ein fyrimun, tí vit hava tey seinnu árini staðið okkum øgiliga væl ímóti júst Fleyr, sigur Thorvald, sum eina løtu leygardagin væntaði, at Mjølnir fór at møta ÍF í finaluni. – At vit mundu fara at møta ÍF í finaluni, roknaðu vit bara við, men so vísti tað seg leygardagin, at Fleyr vann á ÍF, og sjálvt um tað kanska var eitt sindur óvæntað, so passaði tað okkum so mikið væl, at vit sera sannførandi vunnu og komu í steypa­finaluna. Tað var eisini tað, vit fóru eftir. Øll í einum bólki Kappingin var skipað soleiðis, at av tí at bara trý manslið vóru við í kappingini í meistaradeildini, blivu tey øll koyrd í ein bólk. Tað vil siga, at Mjølnir, Fleyr og ÍF spældu ímóti hvørjumøðrum, og so komu tey bæði betri av hesum trimum í final­ una, sum var klokkan fýra sunnu­ dagin í Badmintonhøllini. Reglurnar siga, at tað eru vinn­ ararnir av Fleyr- og Mjølnir-kapp­ ingunum, ið skulu dystast um at koma í steypafinaluna. Men ofta hev­ur tað verið sama lið, sum hevur vunnið báðar kappingarnar, og so er tað avgjørt. Hesa ferð var eitt sindur øðrvísi hjá monnunum, tí SÍ vann Fleyr- kapp­ingina, men var slett ikki við í Mjølnir-kappingini, tí sørvingar longu høvdu tryggjað sær pláss í steypafinaluni, tí teir vóru á odda, tá landskappingin í Eik-liguni hjá monnum var hálvrunnin. Tá SÍ vann finaluna í Fleyr- kapp­ingini, var tað ímóti Mjølni, sum tískil sum tapandi final­istur í tí kappingini kundi tryggja sær beinleiðis atgongd til steypa­final­ una við at vinna sína egnu kapp­ing. Tað gjørdi Mjølnir, so tí verða klaks­ víkingar í øllum førum væl mann­ aðir, tá steypafinalurnar verða í Havn í februar. hilmarjan@sosialurin.fo Savnsmynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Bæði hjá kvinnum og monn­ um verða tað somu feløg, SÍ og Mjølnir, ið spæla steypa­final­ urnar, tá tær verða í ítróttar­ høllini á Hálsi í Havn leygardagin 18. februar 2012. Sostatt verða tað sørvingar og klaksvíkingar, ið fara at seta sín stóra dám á finalu­dagin, ið er eitt av teimum størstu tiltøkunum í einum flog­ bóltsári. Hetta er bara enn ein stað­ festing av, at flogbólturin livir væl úti um landið, men kanska ikki er so sterkur í høvuðs­ stað­num, sum størru ítróttar­ greinirnar ofta eru tað. Bæði Sørvágur og Klaksvík hava verið sjónsk á flogbóltsliga føroya­kort­ inum seinnu árini, so einki er at siga til, at SÍ og Mjølnir enn eina ferð eru við í steypafinalunum. Hinvegin hevði Havnin aftur hesa ferð møguleikan, tí í BankNordik-kappingini um viku­skiftið var Fleyr í finalunum hjá bæði kvinnum og monnum, men tapti báðar. hilmarjan@sosialurin.fo Somu feløg