mánadagur 19. desember 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pál gjørdi eitt orduligt hál
Svimjing Altjóða svimjiheimurin var ovfarin, tá ið Pál Joensen orduliga legði til
brots og smurdi kappingarneytarnar av í 800 metra kappingini millum USA og Europa
og vann í næstbestu tíðini nakrantíð á hesum teininum, tá ið kappast hevur verið í
vanligum svimjibuksum og ikki í serligu draktunum, sum nú eru bannaðar
Jóannes Hansen
Pál Joensen og Jón Bjarnason eru á
veg til hús aftur eftir langan svimji
túr. Fyri stórari viku síðani vóru
teir við í EM kappingini í Pólandi.
Pál smæddi seg ikki burtur, og tá
ið havt verður í huga, at hann er
úr lítlu Føroyum og kappaðist við
nógvar av frægu svimjarunum í
Europa, so var úrslitið á góðari leið.
Men kortini var tað ikki so gott,
sum bæði Pál og Jón og so mong
onnur, ið hava skil fyri svimjing,
høvdu vónað, at tað fór at verða.
Hesar seinastu dagarnar hava
teir báðir, Pál Joensen og Jón
Bjarnason, verið í Atlanta í Georgia í
USA, har svimjikapping hevur verið
millum USA og europeiskt úrvalslið,
og hesa ferð var tað ikki hissini úrs
lit, sum Pál Joensen megnaði í 800
metra frí kappingini.
Pál var fyrstur á mál, og hann
setti norðurlendskt og harvið før
oyskt met, og hann setti nógvar av
teimum, sum hann eftir øllum at
døma fer at kappast við í OL kapp
ingini í London í summar, so rudd
uliga upp á pláss.
Úrslitið og ikki minst mátin, sum
Pál nýtti at røkka úrslitinum, hava í
vikuskiftinum vakt ans kring allan
heim!
Tíðin hjá Páli Joensen var 7:36.24.
Næstfremstur var amerikumaðurin
Michael Klueh, sum var meiri enn
trý sekund aftan fyri vágbingin.
Tíðin hjá amerikumanninum var
7:39.90. Triði bestur var danski
Mads Glæsner, sum vann 1500
metra kappingina í Pólandi fyri
stórari viku síðani. Tíðin hjá Mads
Glæsner var 7:42.27. Amerikanarin
Peter Vanderkaay var nummar
fýra við tíðini 7:48.48, og Gergo Kis
úr Ungarn var nummar fimm við
7:48.77.
Tað vil við øðrum orðum siga,
at Pál Joensen var meiri enn seks
sekund
frammanfyri
fremsta
danska svimjaran á hesum tein
inum, sum samstundis var næst
besti europeiski svimjarin á hesum
teininum leygardagin.
Tá ið met verða sett, plagar tað
at vera soleiðis, at ein ella tveir
tíggjundu partar av einum sekundi
verða nartlaðir av gamla metinum.
Hjá Páli leygardagin í Atlanta í
Georgia var tað í einum heilt øðrum
stíli. Hann karvaði meiri enn sjey
sekund av føroyska metinum í 800
metra frísvimjing. Gamla metið hjá
Páli var 7:43.38, og nýggja metið hjá
honum er 7:36.24.
Mads Glæsner úr Danmark
átti norðurlendska metið. Tað var
7:39.45 og stavaði frá EM kappingini
í Istanbul fyri tveimum árum síð
ani. Mads Glæsner kappaðist í
superdrakt, sum teir nevna tað, tá ið
hann setti metið. Hesar draktirnar
eru nú bannaðar, og tað setur metið
hjá Páli Joensen í uppaftur sterkari
fokus, at hann megnaði at betra
norðurlendska metið við meiri
enn trimum sekundum í vanligum
svimjibuksum.
Sovorðið úrslit og sovorðið met
er óhoyrt, og tað er eisini varpað
kring allan svimjiheimin.
Merkisvert er tað, at tað bara
eina ferð áður er komið fyri, at ein
svimjari hevur megnað betri tíð á
800 metra teininum, enn tíðin hjá
Páli var leygardagin. Tá er roknað
við kappingum, har svimjararnir
hava kappast í vanligum svimji
buksum og ikki í serligu drakt
unum, sum nú eru bannaðar ella í
heildrakt. Sambært Jón Bjarnason,
venjara hjá Páli Joensen, so er tað
bara australska legendan, Kieren
Perkins, sum í vanligum svimji
buksum hevur megnað 800 metra
teinin í frísvimjing skjótari enn Pál
Joensen!
Um alt verður tikið við – eisini
tíðirnar sum eru náddar í fantom
draktum – so megnaði Pál Joensen
leygardagin í Atlanta sættu bestu
tíðina á 800 metra teininum
nakrantíð.
Skoðsmálini
Avrikið hjá Páli Joensen í Duel in
the Pool hevur verið umrøtt í fleiri
miðlum uttanlands.
Eitt nú skrivar Swimming World
Magazine soleiðis:
Faroes’ Pal Joensen put on a
show in the men’s distance race for
the day, turning in a victorious time
of 7:36.24. That performance pushed
him to a tie for sixth in the all time
rankings with his consistent swim.
USA’s Michael Klueh gave Joensen a
bit of a run early on in the swim, but
faded to second in 7:39.90. He’s been
much faster with a ninth-ranked
lifetime best of 7:36.47. Denmark’s
Mads Glaesner finished third in
7:42.27.
Klueh officially lowered the
American record of 7:43.06 set
by Jeff Kostoff back in 1983. The
fastest American swim is a 7:33.94
from Chad La Tourette, but was not
ratified due to a domestic techsuit
ban by USA Swimming.
Og danska Politiken greiðir so
leiðis frá:
En rekord satte også færingen
Pal Joensen, da han med sejren i 800
meter fri i 7.36,24 min. snuppede den
nordiske rekord fra Mads Glæsner,
der selv blev nummer tre i løbet i
7.42,27 min.
Kun to andre har svømmet
hurtigere end Pál Joensen uden
brug af de ny forbudte superdragter,
og Glæsners bedste tid på 7.39,45
min. fra netop 2009 er nu 'kun'
dansk rekord.
Gjørdi ein orduligan vørr
Fyrra partin av 800 metra teininum
gekk tað soleiðis, sum tað so ofta
hevur gjørt, tá ið Pál hevur verið í al
tjóða kappingum. Saman við Mads
Glæsner og Michael Klueh legði Pál
bargdliga fyri. Teir mest sum fylgd
ust, og so var spurningurin, um tað
fór at verða soleiðis, sum tað ofta
hevur verið, og tað vil siga, at Pál
fór at dragna, sum tíðin leið. Men
soleiðis tørnaði tað als ikki út.
Tá ið umleið hálvur teinurin
var svomin, hevði Pál hug til so
spakuliga at ota seg frá hinum báð
um. Hvørgin teirra tóktist megna
at fylgja við vágbinginum, og í
hátalarunum í høllini í Atlanta
hoyrdist ferð eftir ferð, at nú hevði
Pál Joensen representing The Faroe
Islands orduliga tikið leiðsluna. Hon
gjørdist eina longd og síðani tvær
longdir, og tá ið Pál kom á mál, vóru
teir báðir kappingarneytarnir einar
tríggjar ella fýra longdir aftanfyri.
Fremsta plássið bar við sær, at
Pál Joensen skavaði fimm stig til
Europa, men í samantalda rokni
stykkinum var tað tó eingin ivi. USA
vann kappingina so rudduliga.
Stóra málið hjá Páli Joensen
er 1500 metra frí kappingin í OL í
London um mánaðarskiftið juli-
august. EM kappingin verður í mai
mánað.
joannes@sosialurin.fo
Pál setti nógvar av teimum, sum hann eftir øllum at døma fer at kappast við
í OL kappingini í London í summar, so rudduliga upp á pláss