Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Sunset Deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 11 339 254 85 20 2 VB 10 264 235 29 14 3 Stjørnan 11 284 257 27 14 4 Kyndil 11 286 274 12 11 5 VÍF 10 249 269 -20 8 6 StÍF 10 232 268 -36 6 7 Tjaldur 11 253 350 -97 1 16/12 18.00 VB - Neistin 27-25 (12-14) 17/12 14.30 VÍF - Tjaldur 34-16 (17-8) 17/12 14.30 Kyndil - StÍF 31-22 (15-11) Hilmar Jan Hansen Higartil í ár hevur Sunset- kappingin snúð seg um, hvør skal í finaluna ímóti Neistanum, sum hevur koyrt við síni egnu ferð – langt framman fyri hini. Fríggjakvøldið tapti Neistin fyri fyrstu ferð í vetur, men framvegis snýr kappingin seg um tað sama, tí æran mundi fáa størri snudd av tapinum enn støðan á stigatalvuni. Dysturin í Vági var spennandi fyri tað allarmesta, men nokk so skjótt hevði Neistin hug at fara tvey og trý mál fram um VB. Tíðliga í seinna hálvleiki var VB um reppið at fáa Neistan aftur, men gestirnir settu enn eina ferð meira ferð á og hildu munin. Tá so Neistin skoraði til 23-20 ellivu minuttir fyri tíð og VB í sama minutti brendi brotskast, sá tað enn meira út til, at hetta skuldi gerast enn ein sigur til oddaliðið. Men so var tað, at VB veruliga raknaði við og ordiliga setti seg á endan á dystinum í so stóran mun, at tað, sum eftir var av dystinum, vann VB 7-2, so tað rakk allan vegin til sigurs. Í allarseinasta minutti fekk Neistin møguleika at javna til 26-26, tá Barbara Brauer skuldi skjóta brotskast, men Jurate Jankatiene í VB-málinum bjargaði, og í staðin kundi VB strúka avstað í skjótálop, sum endaði við, at Ana Lukic skoraði til endaliga úrslitið, 27- 25 til VB. Sostatt er VB sera væl við í kappingini um at koma í FM- finalurnar, tí liðið er ájavnt við Stjørnuna í stigum, men hevur spælt ein dyst færri. Neistin er framvegis seks stig framman fyri VB og Stjørnuna, so hóast tað óivað argar at tapa síðsta dystin fyri jól, er Neistin framvegis oddalið við stóra O. VB: Ana Lukic 7, Laila Jespersen 5, Rannvá Johannessen 4, Una Egillsdóttir 3, Bára K. Mortensen 3, Natasha Ivanovski 2, Andrea Nielsen 2, Helga E. Kjærbo 1 Neistin: Marjun Danberg 8, Barbara Brauer 7, Bára Hansen 3, Annika Thomsen 3, Birita Wardum 2, Nicoleta R. Hansen 1, Stina Kollsker 1 VB - Neistin 27-25 (12-14): Kyndil - StÍF 31-22 (15-11): So tapti Neistin Kvinnuhondbóltur Heilar tíggju ferðir á rað var Neistin farin av vølli sum vinnari, fyrr enn liðið fríggjakvøldið mátti lúta fyri VB suðuri í Vági Savnsmynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Tá Kyndil og StÍF hóskvøldið møtt­ ust í fjórðingsfinaluni í steypa­ kappingini, vann Kyndil við seks málum, og tá somu lið møttust aftur í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin, var gongdin tann sama, men sigurin hjá Kyndli bara eitt sindur størri. Kyndil streyk avstað mestsum beinanvegin og gjørdi annars eitt skarvslop fyrstu 10 minuttir av seinna hálvleiki, so leiðslan kom upp á sjey mál, og aftur ímóti endanum økti Kyndil upp í tey níggju málini, sum var endaligi munurin. Her vendist við øðrum orðum ikki aftur hjá StÍF-kvinnunum, hóast tær royndu sítt besta. Við sigrinum heldur Kyndil fyribils fast í sínum fjórðaplássi, trý stig aftan fyri VB og Stjørnuna og trý stig framman fyri VÍF. Enn er unga Kyndilsliðið helst í so grønt til av álvara at hótta liðini frammanfyri, men nógv gott er á veg, og ikki er óhugsandi, at Kyndil eftir jólafrítíðina kann arga í fleiri av dystunum ímóti teimum fremstu. Kvinnurnar hjá StÍF liggja næstniðast, men hava heili fimm stig niður til Tjaldur og bara tvey stig upp til VÍF, so helst svarar avrikið higartil nøkulunda til, hvat væntast kundi av liðnum, tí hópurin er nakað smalur til at gera seg ordiliga galdandi. hilmarjan@sosialurin.fo Kyndil: Haldis Johansen 6, Guðrið G. Eystberg 4, Annika Sigurðsdóttir 4, Ásleyg Súnadóttir 4, Anna Brimnes 3, Anja Heinadóttir 3, Randi S. Wardum 3, Birita Mortansdóttir 2, Turið Arge 1, Bára K. Hansen 1 StÍF: Rebekka Justinussen 10, Fríðrún Danielsen 4, Birita Poulsen 3, Ásgerð Káradóttir 2, Oddrún Danielsen 1, Irena Dam 1, Birna T. Johannesen 1 Endurtøka Kvinnuhondbóltur Úrslitið í dystinum millum Kyndil og StÍF var ein endurtøka av steypadystinum millum somu lið mitt í vikuni, tí Kyndil vann trygt Hilmar Jan Hansen Kvinnurnar hjá VÍF hava staðið seg væl í vetur, og millum annað vakti tað ans, tá tær herfyri koppaðu kvinnunum hjá VB, sum beinleiðis eru við í kappingini um at koma í FM-finaluna. Í øllum førum er VÍF- liðið eitt, eingin skal vænta sær at hava vunnið ímóti, áðrenn dysturin er spældur. Leygardagin gjørdist uppgávan kanska ein av teimum heldur lætt­aru, tí Tjaldur, sum vitjaði í Vest­manna, var uttan bæði Adinu Petra, Alinu Olaru Anghel og Katrin Jacobsen, sum vóru farnar av land­ inum at halda jól, tí Tjaldur helt seg hava fingið dystin í Vestmanna út­ settan. Tí taldust »gamlir« spælarar sum Mona Langgaard og Marjun Lamhauge millum tær, ið vóru við Tjaldri í Vestmanna. Tað gekk ein løta, áðrenn VÍF fekk rist Tjaldur av sær, tí eftir fyrstu átta minuttirnar var VÍF bara á odda við einum máli, 6-5, men síðani økti VÍF næsta korterið upp í 13-6, tá tað stóð púra fast hjá gest­unum, ið ongantíð komu fyri seg, men máttu leggja rygg til eitt knúsandi stórtap, har munurin var 18 mál! Sum sagt, skal einki takast frá VÍF, ið hevur víst í vetur, at eitt spennandi lið verður bygt upp við fleiri evnaríkum spælarum. Hinvegin hevur Tjaldur helst meira at hugsa um, tí avrikini hava verið stak vánalig og higartil er bara eitt stig komið á kontuna. VÍF: Elisa Leo 7, Agnas Olsen 6, Torgunn Johansen 5, Tóra Seloy 5, Liljan Djurhuus 4, Jóhanna Gunnlaugsdóttir 4, Finngerð Jensen 2, Halla Durhuus 1 Tjaldur: Sólfríða Pattinson 4, Heidi Sevdal 4, Rannva Jacobsen 3, Ansy Sevdal 3, Jakoba Langgaard 1, Barbara Nygaard 1 VÍF - Tjaldur 34-16 (17-8): Stórur munur Kvinnuhondbóltur Hóast kvinnurnar úr Runavík vóru illa mannaðar, skal einki takast frá kvinnunum hjá VÍF, ið vunnu sera sannførandi STÓRUR MUNUR Heili níggju mál vóru á muni, tá kvinnurnar hjá Kyndli leygardagin vunnu greitt á StÍF, sum eisini í farnu viku mátti lúta fyri Kyndli í steypakappingini Mynd: Álvur Haraldsen