Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Fríggjakvøldið var toppdystur í Atlantic Airways-kappingini í ítróttar­høllini í Kollafirði, har KÍF tók ímóti Neistanum, sum í ár telist millum liðini, ið renna aftan á kollfirðingum. Dysturin end­aði eisini við, at KÍF vann við einum máli, har endin var so mikið spenn­ andi, at Neistin kundi havt javnað, men KÍF eisini kundi havt økt um munin. Gott og væl ein minuttur var eftir, tá Andrias Nielsen, ið er komin aftur til KÍF frá Neistanum, skoraði fyri KÍF til 29-28. Við einum minutti eftir, kundi Neistin geva sær góðar stundir til eitt álop, sum í minsta lagi átti at geva javnleik. Men ólukkutíð fyri neistamenn, komu teir ov tætt at verjuni hjá KÍF, so kviki Arnbjørn Hansen fekk stungið seg fram ímillum teir bláu, tikið bóltin av teimum og sett ferð ímóti málinum í hinum endanum á vøllinum, tá bara 15 sekund vóru eftir. Skotroyndin var ikki tann besta og Ári Dam í Neistamálinum fekk bjargað, men lukkutíð fyri KÍF, fór bólturin upp undir loftið, so kollfirðingar fingu bóltin aftur – og so meira ella minni jublaðu teir bara tey síðstu sekundini, til tíðin var farin… Gjøgnum tað nógva av dystinum hevði Neistin annars verið á odda og hálvleiksleiðslan var 14-10 til teir bláu. Men í seinna hálvleiki kom KÍF væl við og javnaði til 15-15, og so leikaði tað javnt á restina av dyst­inum, har liðini skiftust um at vera á odda. Ímóti endanum vísti tað seg, at KÍF orkaði nógv betur at halda høgu ferðina, meðan Neistin í ov stóran mun dúvaði upp á tað, sum Heini Hanusarson og Áki Mørk kundu skjóta av málum. Tað gjørdist ikki nóg mikið til at fáa stig í Kollafirði, har tey kunnu frøast um, at støðan á fremsta plássi á jólum er so góð, sum hon fær verið tað. hilmarjan@sosialurin.fo KÍF: Ási Dam 6, Nicklas Selvig 6, Arnbjørn Hansen 5, Andrias Nielsen 5, Niklas Reginsson 2, Hans Eli Sigurbjørnson 2, Rúni Joensen 1, Rógvi Veyhe 1, Tony Veyhe 1 Neistin: Josef Abrahamsen 7, Heini Hanusarson 7, Teitur Magnusson 5, Áki Mørk 5, Jugoslav Djumic 2, Finnur Hansson 1, Eddie Joensen 1 KÍF - Neistin 29-28 (10-14): Tætt og tepurt Manshondbóltur Hóast Neistin fyri tað nógva var á odda í Kollafirði fríggjakvøldið, rakk tað ikki til sigurs, tí kollfirðingar vóru teir stinnaru í avgerandi løtuni ímóti endanum Hilmar Jan Hansen Tá vit í september mánaði komu út við einum hondbóltsblaði undan kapp­ingini, mundi Alexandur Johansen ikki ætla sær at fara á vøllin sjálvur, nú hann saman við Mariusi Joensen hevði ábyrgdina av Atlantic Airways-liðnum hjá strand­ingum, tí navn hansara var ikki millum teirra, ið myndað hópin. Men viðhvørt er kanska frægast at halda seg til amerikanska hug­ takið, »learning by doing«, tí tá StÍF var í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin og vitjaði Kyndil, gekk Alexandur undan sum annar av tveimum toppskjúttum, ið fingu sjey mál í part. Kanska byrjar næsta venjing hjá StÍF við orðunum: »Hygg, soleiðis skal tað gerast…« Í einum annars jøvnum dysti millum Kyndil og StÍF munaðu tey sjey málini sjálvandi væl, tí liðini skiftust um at vera á odda. Enntá hevði Kyndil eina góða løtu beint eftir steðgin, tá tað eydnaðist at fara fýra mál framum, men StÍF fekk etið grønu leiðsluna uppaftur. Viðvirkandi til tapið hjá Kyndli var, at liðið síðstu átta minuttirnar bara fekk eittans málið, meðan StÍF skoraði fýra ferðir og endaði við at vera tvey mál frammanfyri. Tí er StÍF nú fimm stig framman fyri Kyndil, ið enn er á aftasta plássi við sínum fýra stigum. hilmarjan@sosialurin.fo Kyndil: Julian Johansen 5, Andrias Sólsker 5, Ludvík Súnason 5, Miroslav Vladkov 3, Rani Ellingsgaard 2, Tróndur Jensen 2, Janus Einar Sørensen 2 StÍF: Alexandur Johansen 7, Jóannes Prestá 7, Jógvan Berg 2, Høgni Jensen 2, Jógvan G. Joensen 2, Marius Joensen 2, Leivur Justinussen 2, Jørmund Joensen 1, Steinar Prestá 1 Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 11 320 259 61 20 2 Neistin 11 287 275 12 14 3 H71 11 291 286 5 12 4 VÍF 10 265 261 4 10 5 StÍF 10 247 262 -15 9 6 Team Klaksvík 11 281 309 -28 7 7 Kyndil 12 273 312 -39 4 16/12 19.00 KÍF - Neistin 29-28 (10-14) 17/12 16.00 VÍF - Team Klaksvík 29-21 (16-13) 17/12 16.00 Kyndil - StÍF 24-26 (12-13) Kyndil - StÍF 24-26 (12-13): Venjarin gekk undan Manshondbóltur Leygardagin vísti Alexandur Johansen vegin við nógvum málum, tá StÍF í høllini á Hálsi vann tepurt á Kyndli TEPUR SIGUR Ikki var tann stóri munurin á Kyndli og StÍF leygardagin, tá liðini skiftust um at vera á odda. Men ímóti endanum royndist StÍF drúgvari, meðan tað stóð fast hjá Kyndli Mynd: Álvur Haraldsen VÍF - Team Klaksvík 29-21 (16-13): Hilmar Jan Hansen Undan kappingini bleiv nógv tosað um, at VÍF kundi fara at gera seg galdandi, og soleiðis hevur eisini sæð út í løtum í vetur. Men sum heild hevur mansliðið hjá vestmenningum ikki livað upp til vónirnar, hó­ast kappingin enn ikki er komin meira í helvt, so nógv kann henda. Leygardagin fekk VÍF í øllum førum reist seg aftur, eftir at felagið í vikuni reyk út úr steypakappingini hjá monnum, tá H71 var í Vestmanna og vann við seks málum. Hesa ferð var mótstøðan tó ein onnur, tí nú var tað Team Klaksvík, ið vitjaði – enntá við skerdari manning, tí Filip Jojic var ikki við, umframt at Zarko Pejovic í seinna hálvleiki mátti út við skaða og kom ikki innaftur. Heimaliðið slapp tó ikki av við gestirnar, fyrr enn meira enn 20 minuttir vóru farnir av dystinum, tá VÍF fór frá 9-8 upp á 12-8, og tann gongdin helt fram eftir steðgin, tá Team Klaksvík fyrstu 20 minuttirnar bara skoraði fýra ferðir, meðan VÍF koyrdi á og skjeyt níggju mál. VÍF hevur framvegis samband við bæði Neistan og H71, sum eru ávikavist fýra og tvey stig frammanfyri, so enn kann tað væl eydnast VÍF at koma í FM-finaluna. Team Klaksvík, sum byrjaði kappingarárið so væl, sær út til at vera farið nógv niður í ferð síðstu tíðina. hilmarjan@sosialurin.fo VÍF: Joen Pauli Høgnesen 9, Agnar Joensen 5, Áki G. Olsen 4, Sámal Joensen 3, Bárður Brimvík 2, Rúni Fossdal 2, Regin Joensen 2, Magnus Müller 1, Magnus á Rógvi 1 Team Klaksvík: Hanus Norðberg 6, Beinur Heðinsson 5, Zarko Pejovic 4, Dánjal Kjærbo 3, Kristoffur Jakobsen 2, Jón Jacobsen 1 VÍF vaknaði aftur Manshondbóltur Eftir svingandi avrik í síðstu viku, vaknaði VÍF aftur leygardagin, tá eitt skert Team Klaksvík-lið vitjaði í Vestmanna