mánadagur 19. desember 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Premier league
Málmaskinan City
Manchester City hevur nú skorað 50 mál fyrstu 16
dystirnar í Premier League. Tað er tað skjótasta, síðani
Tottenham í 1962/63 kláraði tað eftir 15 dystum.
Suarez og stengurnar
Luis Suarez er tann leikarin, ið hevur rakt stongina ella
tvørstongina oftast í hesum kappingarárinum, heilar fimm
ferðir, meðan Demba Ba hevur rakt stengurnar fýra ferðir.
Tróndur Arge
Manchester United legði seg á odda
í nakrar tímar leygardagin, tá teir
vunnu á Queen’s Park Rangers.
Uppflytarnir vunnu fyrr í ár á
Loftus Road í London móti Chelsea,
men tann dagin fekk Chelsea ikki
færri enn tvey reyð kort í fyrra
hálvleiki.
Hesa ferð megnaði stóri pinnur
ikki at koma runt eina ferð, áðrenn
Wayne Rooney legði Manchester
United á odda. Undan seinasta viku
skiftinum hevði hann ikki skorað í
átta dystinum, men nú hevur hann
skotið trý í tveimum dystum.
Michael Carrick avgjørdi dystin
stutt inn í seinna hálvleik, tá hann
rann frá QPR verjuni og smekkaði
til uttanfyri brotsteigin. Tað er tó
ein annar miðvallari, ið fer við yvir
skriftinum í Manchester í løtuni.
Fyrrverandi liðskiparin, Roy Keane,
er í løtuni í heitum orðadrátti við
Sir Alex Ferguson. Roy Keane er
ein bersøgin harri og hevur verið
úti alment og prika til fyrrverandi
venjarin hjá sær. Tað er komið
illa við á Old Trafford. Roy Keane
hevur sagt, at Sir Alex ikki altíð ger
tað, sum er best fyri felagið, men
tað sum er best fyri hann sjálvan.
Írin hevur eisini sagt, at hann bleiv
illa viðfarin, tá hann í 2005 gavst í
felagnum.
Manchester United skal eisini til
at umhugsa um at styrkja miðvøllin
til seinnu hálvu, nú Darren Fletcher
er fyribils givin við at spæla fótbólt
vegna sjúku. Afturat honum eru
bæði Anderson og Tom Cleverlet
skaddir.
Silva avgerandi fótin
Tað gingu góðir fýra tímar frá,
at Manchester United legði seg á
odda í Premier League til at Man
chester City yvirtók plássið aftur.
Á heimavølli fekk liðið hjá Gunnari
Nielsen vitjan av einum vælkoyr
andi Arsenal liðið við Robin van
Persie í stórformi.
Dysturin gjørdist ein spennandi
og ferðmikil uppgerð millum tvey lið
í dáma væl at leypa á. Bara eitt mál
kom í dystinum og tað avspeglar
ikki álopssinnaða fótbóltin á Etihad
leikvøllinum.
Avgerandi løtan kom stutt inn
í seinna hálvleik, tá David Silva
var fyrstu á bóltin, eftir at Mario
Balotelli hevði roynt seg við skoti.
Høvðussøgan upp til dystin
var, at Mario Balotelli og Micah
Richards brustu saman til venjing.
Venjingarstøðin hjá Manchester City
liggur soleiðis fyri, at myndamenn
hava góðar møguleikar at fanga alt
sum hendir til venjing. Tað gjørdu
teir eisini fríggjadagin, men Micah
Richards var skjótur at svara aftur
umvegis Twitter, at hendingin einki
hevði upp á seg. Seinni send hann
út eina mynd, har hann og Mario
Balotelli standa í berum yvirkroppi
og í boksihandskum.
Tottenham heldur fram
Við
einum
málið
frá
Roman
Pavlyuchenko heldur Tottenham
fram at trýsta Manchester liðini.
Tottenham hevði á White Hard
Lane vitjan av Sunderland, sum
júst hevur fingið nýggjan venjara
í Martin O’Neill. Hann hevur úr at
gera og hevði til dystin sett bæði
Nicklas Bendtner og Lee Catter
mole á bokin, tí teir hava gjørt seg
fyri skommum fullir. Danski fram
herjin hevur enntá sent út tíðinda
skriv, har hann biður orsaka fyri
hendingina.
Russiski málskjúttin hjá Totten
ham hevur ikki verið nógv at á
vøllinum í ár, men hann vísti at
hann er til reiðar at taka av møgu
leikanum tá hann fær hann. Totten
ham kundi havt vunnið meir um
teir vóru neyvari í avgerandi løtum.
Serliga Luka Modric brendi ein av
teimum stóru, tá hann skjeyt upp
um úr góðari støðu fyri opnum
máli.
Venjarin hjá Tottenham, Harry
Redknapp, hevur leingi verið settur
í samband við enska landsliðs
starvið, men í viku segði formaðurin
í Totenham, at Harry Redknapp
fyribils bara hevur eyguni eftir
Tottenham.
Chelsea snávaði aftur
Júst sum Chelsea tóktist vera kom
ið fyri seg, so spentu teir bein fyri
sær sjálvum. Daniel Sturridge hevði
annars lagt Chelsea á odda í úti
dystinum móti Wigan og við sigrum
móti Manchester City, Valencia og
Newcastle tóktist Chelsea nú verða
komið seg av álvara.
Men hetta sær ikki út til at verða
árið hjá Chelsea og tveir minuttir
fyri tíð fær Petr Cech ikki fatur á
einum løttum bólti, sum endar hjá
Jordi Gomez, sum lættliga kundi
javna fyri botnliðið, sum nú hevur
fingið sjey stig teimum seinastu
trimum dystinum.
Málið sigur eitt sindur um
gongdina hjá Chelsea í ár. Bretskir
fjølmiðlar eru skjótir at seta nýggjan
venjarin, Andre Villas-Boas, undir
trýst, men tað tykist sum Chelsea
eigarin, Roman Abramovich, hevur
sett sítt álit á unga portugisan.
Chelsea hevur hann skift nógv út
á venjarabonkinum síðani Roman
Abramovich keypti felagið í 2003.
Andre Villas-Boas er sjeyndi venj
arin upp á góð átta ár.
Nicloas Anelka hevur skift til
lið úr Kina, sum samstundis hevur
sett fyrrverandi Monaco og Fulham
venjarin, Jean Tigana, sum venjara.
Søgurnar vilja verða við, at Didier
Drogba møguliga eisini fer úr
London felagnum, tí hann vil hava
ein nýggjan tvey ára sáttmála, men
Chelsea vil bara geva honum eitt
ár. Tvey av heitu nøvninum, sum
Manchester-lið
Fótbóltur Dystirnir um vikuskiftið eru
startskotið til eitt tætt og hendingarríkt
tíðarskeið fram til nýggja árið. Framvegis
ganga liðini úr Manchester á odda