Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið eru sett í samband við Chelsea eru brasiliu­menninir, Neymar og Robinho. Liverpool best á útivølli Liverpool vann aftur hetta viku­ skiftið á útivølli, hesa ferð á Villa Park. Liverpool var omaná frá byrjan og skoraði tvær ferðir upp á horna í fyrra hálvleiki. Fyrst var Craig Bellamy fyrstu á fimm metr­ inum og seinnu ferð stútaðu Martin Skrtel beinleiðis í mál. Aston Villa er komið illa frá byrjan og fótbólturin er ikki á sama stigi, sum tá Martin O’Neill stóð á odda fyri liðnum. Tað skapti eisini øði millum Aston Villa viðhaldsfólkini, tá tað eftir dystin kom fram mynd, ið vísti Darren Bent keypa jólagávur meðan dystinum var. Enski lands­liðs­fram­ herjin er skaddur í løtuni, men við­ halds­fólkini halda lítið um at hann ikki brúkti tíðina upp á stuðla sín­ um liðið heldur enn at keypa jóla­ gávur. Eftir dystin rósti Liverpool venj­arin, Kenny Dalglish, Luis Suarez, sum hevur eina ákæru um rasist­iskan málburð hangandi yvir høvdið. Rokna verður við, at at ein avgerð verður tikin í málinum áðr­ enn 20. desember. Luis Suarez er undir illgruna fyri at hava brúkt rasistiskan málburð mótvegis Patrice Evra, tá Liverpool og Man­ chester United brustu saman fyrr í ár. Newcastle steðgað upp Felagið hjá Jóan Símuni Edmunds­ syni tók tey flestu av bóli við at blanda seg millum topp liðini. Leygar­dagin megnaði liðið í hvítum og svørtum ikki at knekka eitt tamt Swansea lið. Newcastle royndi við Demba Ba á odda at fáa hol á, men Swansea helt fast. Newcastle hevur nú bara fingið eitt stig út av tólv møguligum. Tað stigið kom tó móti Manchester United á Old Trafford. Venjarin hjá Newcastle, Alan Pardew, ásannai undan dystinum, at felagið má kempa fyri at halda fast í Cheik Tiote. Hóast hann hevur skriva langan sáttmála við felagið, so eru fleiri áhugaði í stríðsmanninum á mið­vøllinum hjá Newcastle. Botnurin Bolton tapti aftur um vikuskiftið og liggur framvegis niðast við bara níggju stigum. Í fjør stóð Bolton seg væl og kom í hálvfinaluna í FA Cup. Hana taptu teir 5-0 móti Stoke og síðani hevur Bolton ikki verið at kenna aftur. Teir hava latið inn 38 mál og tað er meiri enn nakar annar. Bolton tapti um vikuskiftið 2-0 fyri Fulham. Eisini Blackburn er í stórum trupulleikum. Viðhaldsfólkini hava leingi gjørt vart við sína ónøgd og vilja hava bæði venjara og eigarar frá. Steve Kean og hansara menn taptu 2-1 á heimavølli móti WBA. Hesi bæði fáa tað torført við at halda sær í bestu deildini. Tað var eisini støðan hjá Wigan fyri trimum vikum síðani, men við sjey stigum í trimum dystinum er støðan hjá Wigan nú betra. Í Premier League spæla teir við fullari ferð um jólini og longu í vikuni er fult umfar á skránni. Dystir verða týskvøldið, miku­ kvøldið og hóskvøldið. Størsti dyst­ urin er óiva hóskvøldið tá Chelsea tekur ímóti Tottenham. Ein dystur, sum hevur stóran týdning fyri bæði liðini. trondur@sosialurin.fo Enska Barclays Premier League nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Manchester City 16 13 2 1 50-15 41 2 Manchester United 16 12 3 1 37-14 39 3 Tottenham 15 11 1 3 31-18 34 4 Chelsea 16 10 2 4 34-19 32 5 Arsenal 16 9 2 5 31-24 29 6 Liverpool 16 8 5 3 20-13 29 7 Newcastle 16 7 6 3 21-19 27 8 Stoke 16 7 3 6 18-25 24 9 Norwich 16 5 5 6 25-29 20 10 Aston Villa 16 4 7 5 18-21 19 11 Fulham 16 4 6 6 18-18 18 12 Swansea 16 4 6 6 16-20 18 13 West Bromwich 16 5 3 8 16-24 18 14 Everton 15 5 2 8 16-19 17 15 Queens Park Rangers 16 4 4 8 15-28 16 16 Sunderland 16 3 5 8 18-19 14 17 Wolverhampton 16 4 2 10 17-30 14 18 Wigan 16 3 4 9 15-30 13 19 Blackburn 16 2 4 10 23-36 10 20 Bolton 16 3 0 13 20-38 9 Premier league Liverpool rakar stengur Liverpool hevur nú rakt stongina ella tvørstongina 17 ferðir í ár og tað meir enn nakar annar. Síðani 2008/09 hevur Liverpool 73 ferðir rakt stengurnar. Tað er 11 fleiri enn nummar tvey, Arsenal. Tí vinnur City Tað er bara hent tríggjar ferðir, at eitt lið hevur fingið 40 stig í 16 teimum fyrstu dystinum. Hvørja ferð hevur tað liðið vunnið meistaraheitið. Manchester United í 1993/94 og 2006/07, og Chelsea í 2005/06. ini rógva í takt SILVA AVGJØRDI Tað gjørdist David Silva, ið átti avgerandi fótin í dystinum millum Manchester City og Arsenal í gjár, tá hann skoraði einasta málið í dystinum, sum City vann 1-0 Mynd: Phil Noble/Polfoto SKJÓTT MÁL Ikki gingu meira enn 52 sekund, so hevði Wayne Rooney leygardagin sent Manchester United á sigurskós ímóti Queen’s Park Rangers Mynd: Kerim Okten/Polfoto