Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Gleðin var øgilig á norsku kvinn­ unum í Governo do Estadio de Sao Paulo-høllini í gjárkvøldið, tá heimsmeistaraheitið var veruleiki. Einki var at siga til tað, tí serliga fyrstu løtuna lá tað ikki í kortunum, at talan skuldi gerast um ein greið­ an norskan sigur. Kvinnurnar runnu runt vøllin við einum norskum flaggi á odda, men ikki minst var hýrurin góður á íslendska venjaranum, Þórir Hergeirsson, sum nú hevur verið við til vunnið tvær av trimum stór­ um kappingum, norsku hondbólts­ kvinnurnar hava spælt síðani 2009. Hóast fleiri av frægaru spæl­ ar­unum høvdu forfall og skaðar darvaðu fyrireikingum, um­framt at liðið av tí sama ikki var so saman­ spælt, endaði alt væl hjá norsku kvinn­unum, ið saman­umtikið hava verið nógv tað besta liðið í kapp­ ingini í Brasil. – Nú eri eg bara ótrúliga glaður og stoltur – og púra fokkaður. Hetta vísir okkum, at alt kann lata seg gera, um bara vit trúgva upp á tað, segði Þórir Hergeirsson, sum í 2009 tók við sum landsliðsvenjari eftir Marit Breivik, sum hann hevði verið hjálparvenjari hjá síðani 2001. Stórur munur á Fronsku kvinnurnar komu nógv betur frá byrjan, men so tóku tær norsku yvir og seinna part av fyrra hálvleiki hálaðu tær seg heili seks mál framum. Norska liðið hevði fult tamarhald á øllum og syrgdi fyri at halda munin, og tí gjørdist tað sera tungt hjá teimum fronsku at vinna seg innaftur í dystin eftir steðgin. Ein hin størsti profilurin á norska liðnum var Heidi Løke, sum á strikuni gjørdi nógv um seg og skjeyt tvey sera týðandi mál til 29-23 og 30-24, tá Frakland royndi at gera eina allarseinastu roynd at berja seg innaftur í dystin. Eisini var Katrine Lunde Haraldsen í mál­inum einastandandi í finaluni og tók ferð eftir ferð broddin av fronsku álopsroyndunum. Sum heild kann nokk sigast, at norska liðið riggaði væl sum ein eind og at spælararnir í felag lyftu so mikið væl, at eingin stóð teimum kurl, tá avtornaði. Finalusigurin í gjár tryggjað Norra fyrsta gullmerki í HM-kappingini síðani 1999, so eitt sindur av einum lætta mundi hetta eisini vera. Svøríki við til OL Til stuttleika kann nevnast, at nú Norra fyri aðru ferð verður heims­ meistari í kvinnuhondbólti, merkir sigurin eisini, at Norra bjargar svensku grannum sínum eitt at­ gongumerki til olympisku leik­irnar í London næsta summar. So hjá vón­brotnu svenskarunum, ið ruku úr kappingini í fjórðingsfinaluni ímóti júst Fraklandi, var eisini okk­ urt at fegnast um í gjár. – Eitt sindur løgið at sita heima í sofuni við einum teppi út yvir seg og so fáa eitt pláss í OL, segði ein av svensku spælarunum Matilda Boson, ið fekk viðhald frá svenska lið­for­manninum, Johanna Wiberg: – Løgið at sita framman fyri sjón­ varpinum og rópa á Norra av lív og sál… Av tí at svensku hondbólts­ kvinn­urnar vunnu silvur í EM- kapp­ingini, sleppa tær undan at spæla undankapping til OL, men koma beinleiðis til London sum europa­meistarar, nú Norra kemur við sum heimsmeistari. Russland, sum hevur verið heims­meistari síðstu tríggjar ferð­ irnar, var favorittur at vinna HM aftur hesa ferð, men russiska liðið snávaði í fjórðingsfinaluni ímóti Fraklandi og kom tí ikki í nánd av heiðursmerkjum. hilmarjan@sosialurin.fo Frakland: Claudine Mendy 4, Angeliqué Spincer 4, Paule Baudouin 3, Siraba Dembele 3, Nina Kamto Njitam 3, Audrey Bruneau 2, Audrey Deroin 2, Camille Ayglon 1, Marie-Paule Gnabouyou 1, Raphaelle Tervel 1 Norra: Kristine Lunde Borgersen 6, Linn Jørum Sulland 5, Amanda Kurtovic 4, Heidi Løke 4, Tonje Nøstvold 4, Karoline Dyhre Breivang 2, Camilla Herrem 2, Kari Mette Johansen 2, Linn-Kristin Riegelhuth Koren 2, Ida Alstad 1 Frakland - Norra 24-32 (13-19): Norra heimsmeistari Hondbóltur Norsku hondbóltskvinnurnar trilvaðu í 12 minuttir, men so fingu tær fótin fyri seg, vunnu ein knúsandi áttamálssigur á Fraklandi og blivu heimsmeistarar Hilmar Jan Hansen Dysturin var púra javnur fram til steðgin, og fyrst í seinna hálvleiki var ein glotti hjá Danmark, sum fekk tey bæði fyrstu málini. Men so svaraði Spania aftur og fór upp á 16-12 – og so sóust av álvara fyrstu tekin um, at hesin dysturin mest­ sum var avgjørdur. Sponsku kvinnurnar bæði ork­ aðu og vildu meira í seinna hálvleiki, og tá tað samstundis stóð púra fast hjá teimum donsku í longum løtum, kundi tað ikki enda við øðrum enn sponskum sigri í bronsudystinum. Serliga var tað spanski mál­ verjin, Silvia Navarro, ið hevði eitt bjargingarprosent oman fyri 50, umframt at hon hevði nógvar sera beinraknar sendingar frameftir, ið gekk á odda í sponsku vendini í dystinum í seinna hálvleiki. Eis­ini Carmen Martín gjørdi nógv um seg og skoraði heili 10 mál í bronsu­ finaluni. Í Danmark høvdu fleiri vónað, at tað skuldi eydnast at vinna fyrsta heiðursmerkið hjá kvinnunum í sjey ár, men einki spurdist burtur úr tí. Hinvegin byggja danskarar eitt nýtt lið upp, nú teir í 2015 skulu hýsa HM-endaspælinum, so tað ræður bara um at hava tol – og meðan bíðað verður, er eitt fjórða pláss ikki so galið. hilmarjan@sosialurin.fo Spania - Danmark 24-18 (9-9): Danmark ongan kjans Hondbóltur Klassamunur var á liðunum, tá Spania í gjár tryggjaði sær HM-bronsuna við tryggum sigri á Danmark NORSK FRØI Einki var at siga til, at frøin var stór á norsku spælarunum, tá tað í gjár eydnaðist Norra at vinna heimsmeistaraheitið í kvinnunhondbólti, sum er áttanda gullmerki hjá Norra í HM-, EM- og OL-kappingum Mynd: Bjørn Langsem/Polfoto Átta norskar gullfinalur EM 1998 Norra - Danmark 24-16 HM 1999 Norra - Frakland 25-24 EM 2004 Norra - Danmark 27-25 EM 2006 Norra - Russland 27-24 OL 2008 Norra - Russland 34-27 EM 2008 Norra - Spania 31-26 EM 2010 Norra - Svøríki 25-20 HM 2011 Norra - Spania 32-24 All Star-liðið í HM 2011 Málverji: Chana Masson, BRA v/ vongur: Emilia Turei, RUS v/ bakkur: Andrea Penezic, KRO Spælsk.: Alison Pineau, FRA h/ bakkur: Line Jørgensen, DAN h/ vongur: Carmen Martin, SPA Strikuspælari: Heidi Løke, NOR