mánadagur 19. desember 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
- Hví eru tit ikki til arbeiðis?
Soleiðis spurdi Føroya
løgmaður forhánisliga okk
um mótmælisfólk, tá ið hann
um tólv tíðina hósdagin fór
spákandi úr løgtinginum om
an móti gamla apoteki.
Um løgmaður ikki veit
betur, so kann eg upplýsa,
at fakfelagsarbeiði gjøgnum
allar tíðir hevur fevnt vítt.
Til dømis liggur nógv stríð
aftan fyri skipaðu viður
skiftini, sum eru á arbeiðs
markanðinum í dag, eins og
at lønarhækkingar og frítíð
ikki eru nakað, sum er komið
av sær sjálvum.
Tað, sum hevur merkt
tíðina undan okkum, er,
at fólk hava staðið saman
um og ynskt at byggja upp
eitt samhaldsfast samfelag.
Samgongan sær út til at
ætla sær at broyta hetta. Tað
er tí, at vit fakfelagsfólk gera
okkara skyldu og ikki vilja
geva okkum yvir.
At hava eitt samhaldsfast
samfelag merkir, at øll, og
tað vil jú siga hálønt, lág
lønt, alment lønt, privat
lønt og sjófólk mugu gjalda
kostnaðin av at reka hetta
samfelagið. Tað hevur við
øðrum orðum sera stóran
týdning, at øll bera byrð
ar eftir førimuni. Tí má
løgmaður skilja, at tað ikki
er skynsamt at seta ætl
aðu
flatskattaskipanina
í verk. At samgongan so
enntá dittar sær at fíggja
skattalættan til NØKUR FÁ
vælbjargað við at gera inn
triv í pensjónsinngjøldini
hjá ØLLUM føroyingum er
at fara um mark.
Vit tosa við nógv fólk
hvønn dag og skilja á teim
um, at ætlanirnar hjá sam
gonguni um at avlaga sam
haldsfasta samfelagið við at
skapa størri mun á ríkum og
minni ríkum, er ikki fólksins
vilji.
Arbeiðið hjá fakfelags
fólkunum er so statt í løtuni
merkt av, at stríðst verður fyri
at varðveita samhaldsfasta
samfelagið, Føroyar. Legg tær
tað í geyma, Kaj Leo Holm
Johannesen.
So sanniliga eru vit til arbeiðis, harra løgmaður
Majbritt Mohr
, forkvinna í Almanna- og
heilsurøktarafelagnum
Pætur Niclasen
S & K felagið
Uppskot
um nýggja
skatta
skipan
Fyri løgtingsvalið vóru
tað allir flokkarnir, sum
vóru samdir um, at skatta
trýstið í Føroyum er ov
høgt, og allir uttan sam
bandsflokkurin
lovaðu
at gera okkurt við skatta
skipanina.
Tí skuldi tað verið
møguleiki fyri at gjørt
eina breiða semju í løg
tinginum um eina nýggja
skattaskipan, sum skuldi
komið flest øllum før
oyingum til góðar.
Ein breið semja, um
eina nýggja skattaskipan,
sum allir flokkar taka
undir við, kemur heldur
ikki at verða eitt stríðsmál
framyvir.
Um tað verður verðandi
uppskot um flatskatt, sum
nú fyriliggur, ið verður
samtykt, verður tað eitt
mál, sum altíð verður eitt
stríðsmál, og politisku
partarnir fara at brúka
tað til at kasta gor og gall
eftir hvørjum øðrum.
Tí er tað góður lesn
aður, nú ein sær at Jenis
av Rana og Eivin Jacob
sen
úr
samgonguni
seta
spurnartekin
við
hetta uppskot og um at
skrumbla
eitt
sovorði
stórmál ígjøgnum.
So her kemur ein áheit
an á samgonguna.
Vinarliga setið tykkum
saman við andstøðuni og
snikkið eitt nýtt uppskott
um skattalætta saman.
Tað er ein spurningur
um gott politiskt hand
verk.
Flest øll fólk í Føroy
um eru samd um, at
skattatrýstið í Føroyum
er ov høgt. Tað eru flest
øll fakfeløgini eisini samd
um.
Gott arbeiðslag
Yvirlýsing: Pensjónsskattingin
verður dýr fyri fólkið
Fakfeløg á privata
og almenna arbeiðs
marknaðinum
Ætlaða broytingin hjá samgonguni
at skatta pensjónsinngjøldini hevur
sera stóra neiliga ávirkan á, hvussu
nógv framtíðar løntakarar fara at
fáa í pensjón. Skatturin á pensjónina
verður hægri, og tí verður missurin
í túsundavís av krónum í ellisárum
fyri eitt nú arbeiðsmannin, heilsu
hjálparan, pedagogin, skrivstovu
fólkið, vaskikonuna og sjúkra
røktarfrøðingin.
Hetta verður eisini staðfest í
viðmerkingunum til lógaruppskotið.
Í viðmerkingunum stendur:
”Við at skattað eftirlønarinngjald
og skattafrítt útaftur viðførir, at
botnfrádrátturin hvørvur saman við
broyting av skattatíðspunktinum.
Sami persónur fær tí í veruleikan
um minni at liva av enn við núver
andi skipan. Uppskotið fær helst
sosialar avleiðingar fyri ávísar
samfelagsbólkar, við tað at skatta
viðurskiftini broytast munandi hjá
lág- og miðal lønarfólki.”
Bíðið við uppskotinum
Fyrivarnini frá pensjónsnýskipanar
bólkinum eru fleiri. Millum annað
sigur bólkurin at:
”Verður
eftirlønaruppsparing
skattað við inngjald, so verður eftir
lønarskatturin goldin av framtíðar
borgarum.
Skattagrundarlagið
verður tí tengt at, hvussu nógv eru
í arbeiðsstyrkini til ta tíð. Inntøku
grundarlag landskassans verður
tí ikki so trygt, sum við verandi
skipan”.
Fakfeløgini heita á politiska
myndugleikan, um ikki at seta
ætlanina at skatta pensjónsinn
gjøldini í verk á nýggjárinum. Biðið
verður um, at politiski mynduleikin
ger fleiri útgreiningar áðrenn av
gerð kann takast, um hesar broyt
ingarnar skulu fremjast ella ikki.
Eg vil gera hesar viðmerking
ar til óvanligu kunngerðina í
Dimmalætting nr. 239 frá 13.
desember 2011 frá Grunninum
(skal vera Hjálpigrunnurin)
fyri óarbeiðsførar fiskimen:
1. Formaðurin
skrivar
í
kunngerðini, at Fiskimála
ráðið umsitur grunnin.
Hetta er ikki rætt. Tað
er Almannaráðið, sum
umsitur grunnin.
2. Formaðurin skrivar, at
tað ikki er møguligt hjá
grunninum at veita stuðul
í ár. Mær kunnugt hevur
grunnurin pening á bók,
sum møguligt er at rinda
av og var eg kunnaður tá
eg heitti á samgonguna
um veita eykajáttan, at tað
ikki var neyðugt i 2011 ,av
teirri orsøk at peningur
var tøkur til útgjaldið í
ár og hetta váttaði eis
ini figgjarleiðarin i fiski
málaráðnum fyri mær.
Hann er umboðaður i
nevndini fyri grunnin.
3. Tað er heldur ikki rætt,
sum formaðurin skrivar,
at Johan Dahl hevur giv
ið grunninum tilsøgn um
stuðul. Eg havi givið tilsøgn
um, at eg vildi arbeiða fyri
at fáa eina eykajáttan niðan
í tingið. Tað er Løgtingið,
sum er játtandi myndug
leikin og ikki Johan Dahl.
4. At enda vil eg viðmerkja,
at Hjálpigrunnurin fyri
óarbeiðsførar fiskimenn
er ein sjálveigandi grunn
ur, sum kann savna inn
pening aðrar vegir enn
umvegis landskassan.
Eg gangi út frá at nevndin
fyri grunnin er somikið
at sær komin, at ein rætt
leiðing til kunngerðina hjá
formanninum kemur i bløð
ini ein av komandi døgun
um.
Hjálpigrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn
Johan Dahl
landsstýrismaður við vinnumálum