Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Týsdagin 20. desember fyllir kendi vágbingurin Jógvan Krosslá 70 ár. Og hvør skuldi trúð tí. Hann ber í hvussu er árini gott, og takk fyri tað. Tá heilsan er góð og sinnið er frítt, er stuttligt at liva og trívast, og tað ger Jógvan. Jógvan hevði síni barnaár í Sørvági, har foreldrini Emma og Elias høvdu sett búgv. Har var gott at vera hjá einum ungum drongi, og hevði Jógvan nøkur góð barna­ár har. Emmu var ættað úr Vági, og hugurin hjá Emmu dró til Vágs. Tá Jógvan var 11 ár flutti familjan til Vágs, har Jógvan eisini fór í skúla. Men hugurin til skúlan var ikki góður. Jógvan vildi heldur út at arbeiða, og fór sum 15 ára gam­al at arbeiða við nýggju vega­gerðina millum Vág og Tvør­oyri, har pápin var ar­ beiðs­for­maður. Jógvan hevði hug til sjógv­in og seinast í 50´unum fór Jógvan til skips við farma­skipinum Holmi. Og tey næstu nógvu árini var Jógvan nógv á sjónum bæði við før­oyskum og útlendsk­ um skipum. Í 1972 keypti Jógvan saman við pápanum, beiggjanum Paula og Bjarna 40-tonsaran Gásholm. Og nøkur ár seinni gjørdist Jógvan einasti eigari av Gásholmi. Jógvan førdi Gásholm til útróður og til laksafiskiskap í nógv ár. Jógvan var góður fiskimaður og skipari, og gekk tað gott við fiskiskapinum hjá Gásholmi hesi árini. Miðskeiðis í 80´unum varð Gásholmur seldur, og Jógvan fór í land at arbeiða hjá A/S J. Dahl. Fyrst í níti árunum kom búskaparkreppa, og eins og aðrastaðni í landinum varð Vágsbygd meint rakt av kreppuni. Skip blivu seld av bygdini, og flakavirkið og onnur virkir stongdu. Og Vágs Kommuna kom eins og flestu kommunur í Føroyum í fíggjarliga trongstøðu. Fyri at koma víðari hevði kommunan tørv á einum góðum og sterkum leiðara. Heitt varð á Jógvan um at stilla upp til valið í 1992. Jógv­an varð fyrst valdur til valið og gjørdist borgarstjóri í Vági. Jógvan var borgarstjóri í Vági í 12 ár. Hann var ein dugna­ligur leiðari, ið við dugna­ligari hond førdi Vágs Kommunu gjøgnum kanska truplastu árini hjá komm­ un­uni nakrantíð. Nógvar av­gerðir vóru tungar at taka, og mangan leikaði hart á. Men tolsemi og treiskni hjá Jógvan gjørdi, at nógv bar til, og sigast kann, at kommunan fekk sum frægast burturúr við teimum fyritreytum, ið nú einaferð vóru. Jógvan var borgarstjóri í Vági fram til 2004, og er enn í dag virkin í Vágs Kommunu. Jógvan arbeiddi eisini nøkur ár á havnarskrivstovuni í Vági, har hann gavst nú í summ­ar. Í 1964 giftust Jógvan við Mariu Eið úr Vági. Saman fingu tey 6 børn. Heimið og familjan hava altíð havt nógv at týða fyri Jógvan. Og hóast tíðirnar mangan vóru truplar, so var altíð pláss til konuna og børnini, sum enn mest sum hvønn dag flokkast rund um Jógvan og Miu. Jógvan og Mia hava í dag 12 abba- og ommubørn, og 2 langabba- og langommusynir. Og vónandi fara Jógvan og Mia at uppliva fleiri í tíðini sum kemur. Í 2008 fluttu Jógvan og Mia á Krosslið 1, og gjørdust vit grannar. Ein handverkari ið gjørdi teimum húsini helt fyri: “at ikki er klókt at búgva so nær vermóður, at ein kann vitja hana í inniskóm”. Men hetta passar ikki heilt. Tað hevur havt stóran týdning fyri okkum á Krosslið 4 og serliga børnini, at vit hava fingið Jógvan og Miu til grannar. Stutt er av Krosslið 1 om­an í kirkjuna, har Jógvan trú­liga hvønn sunnudag er í kirkju, har hann við síni kláru rødd setur dám á sálma­sangin. Jógvan hevur sungið við Ljómi og er eisini við í mans­ kórinum. Jógvan hevur stóran áhuga fyri tí ið rørist í Vági. Hann er ein trúfastur áskoð­ ari á Eiðinum bæði til hond- og fótbólt, og treyðugt so, tá ein hevur bæði børn, abba­ børn og langabbabørn sum spæla við VB og FC Suðuroy. Sum fáur hevur hann uppliva at hava 4 døtur við á besta liði í hondbólti í føroysku lands­kappingini. Tað er ein fragd leygar- og sunnumorgnar, tá tey flestu av børnunum hjá Jógvan og Miu við familju samlast til ein kaffimunn á Krosslið 1. Mest verður tosað um fót- og hondbólt og annað ið gongur fyri seg í Vági. Hesar løtur knýta bond og samanhald í allari familjuni. Við hesum fáu orðum fara vit á Krosslið 4 at ynskja pápa, verpápa, abba og lang­ abba hjartaliga tillukku við 70 ára degnum. Takk fyri alt til tín og Miu, við ynski um at Harrin má signað tykkum í framtíðini. Heilsan Bogi Jógvan Krosslá 70 ár TØKK