mánadagur 19. desember 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Georg F. Hansen skrivar í
bløðunum, at eg skal hava
“róð uppundir”, at eftirlønar
grunnarnir sjálvir eta upp ein
stóran part av eftirlønarupp
sparingini hjá vanliga før
oyska løntakaranum. Georg
veit sjálvandi, at tað havi eg
ikki sagt, og tí brúkar hann
vendingina “róð uppundir”.
Hann sigur, at hetta sum
eg skal hava sagt (ella næst
an sagt), passar ikki, tí í eftir
lønargrunninum hjá Føroya
Arbeiðarafelag, sum hann er
formaður fyri, fer sera lítið til
umsiting.
Tað kann gott vera, at
hetta er so, men hvar goymir
grunnurin pengarnar? Verða
teir lastir inni í einum skápi,
har teir liggja og bíða eftir,
at onkur skal fylla 67? Nei
sjálvandi
ikki.
Pengarnir
verða settir í virðisbrøv, so
leiðis at teir geva avkast.
Ríka seg upp við
landskassans pengum
Av pensjónunum skal lands
kassin hava skatt, sum hann
annaðhvørt
kann
krevja
beinanvegin, ella tá lønmót
takarin fyllir 67. Velja vit ta
seinnu loysnina, so merkir
tað, at tann sum handlar
við
pensjóns-pengunum,
sleppur eisini at handla við
skattapengunum hjá lands
kassanum.
So meðan pensjónsgrunn
ar og onnur ríka seg upp
við landskassans pengum,
má landskassin sjálvur út
at læna pengar fyri høga
rentu, til at fíggja sítt egna
undirskot. Og hvør eigur
landskassan? Hann eiga vit
øll (løntakararnir).
Tí er tað at eg sigi, at
kravið hjá fakfeløgunum um
at skattur skal krevjast við
útgjald, er til fyrimuns fyri
tey sum goyma pen-sjóns
pengarnar og ikki fyri løn
takararnar.
Og lat okkum so ímynda
okkum, at landskassin lænir
pengar frá einum pensjóns
grunni. So má hann gjalda
grunninum rentu, fyri at
sleppa at læna sínar egnu
pengar.
Eiga at hugsa seg um
Tað er her eg haldi, at okk
urt haltar. Og tá landsstýrið
so roynir at gera nakað fyri
at broyta hetta, so skipa
fakfeløgini fyri mótmælis
gongu, og eg spyrji: Til frama
fyri hvønn? Er tað løntakarin
(sum eigur landskassan), sum
skal verjast, ella eru tað tey,
sum sleppa at umsita skattin
av pensjónunum fyri stóran
vinning?
Tað var mín viðmerking,
sum eg haldi, at Georg hevur
misskilt. Eg sigi ikki, at fak
feløgini skulu vera samd við
mær í hesum, men eg haldi at
tey eiga í hvussu so er at um
hugsa støðuna av nýggjum.
Landskassin má læna
pengar frá sær sjálvum
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Liggi innibrendur við nøkr
um sera álvarsamum spurn
ingum, sum tit, ið ganga nið
an á Vaglið við herrópum,
eiga at kunna svara uppá.
Tit rópa: ”Fingrarnar vekk
frá mínari pensión, nei til
flatskat” og ikki minst ” latið
okkum vísa teimum, hvør
hevur veruliga valdið”.
Vóni
virkuliga,
at
tit
kunnu svara líka so kontant,
sum eg spyrji tykkum, og ikki
koma við politiskum uttan
umtosi, men hart og kontant
svara mær.
Nú er veruleikin tann,
at landskassin í dag eigur
1,7 milliardir krónur inni á
tykkara pensiónskonto, og
um nøkur ár eigur landið
um 9 milliardir krónir inni á
tykkara pensiónskonto.
Hvat meina tit við, tá tit
rópa hart og øsa fólk upp um,
at landið skal halda fingranar
vekk frá tí, teir onki eiga í?
Eitt av herrópinum var
”solidaritetur”. Við øðrum
orðum tit skuldseta landið
fyri at vera ósolidariskt.
Veruleikin er, at tit mót
taka øll pengar inn á tykkara
konto, sum tit als ikki eiga –
pengar, sum landið eigur. Ein
stóran part av pengunum
flyta tit beinleiðis, hvønn
lønardag, beint av landinum
til pensiónskassar í øðrum
londum, og harvið drena okk
ara lítla land fyri milliardir.
Ja, um nøkur ár hava tit
flutt nógvar milliardir, sum
landið eigur - og ikki tit - út
av landinum! Er tað solidari
tetur? Er tað tað tit meina
við ”solidaritet”.
Fjølmiðlanir eru um dag
arnar fyltir av fólki umboð
andi lønmóttakarar. Hugsi
um
1700
lønmóttakarar,
sum gráta síni mødigu tár,
tí um skattingin kemur í
gildi nú á nýggjárinum so
vita tit ikki tykkara livandi
ráð, hvussu tit skulu fáa
tykkara pensiónsløn senda
beinleiðis av landinum, og
landið má steðga á, so tit
finna ein nýggjan beinleiðis
veg út av landinum við
pengunum, so tit framvegis
heilt av sær sjálvum kunnu
drena tað føroyska sam
felagið fyri pengar. Er tað
solidariskt, eigur tað ikki
at smakka onkrum nokk so
illa í munninum, ella er tað
bara landið, sum skal vísa
solidaritet?
”Latið okkum vísa teim
um, hvør hevur veruliga
valdið”, var ein av yvirskrift
unum til Hertakið Vaglið.
Nú má eg spyrja hart og
kontant: Eru tit ikki greið
yvir, at vit búgva í einum av
heimsins mest demokratisku
samfeløgunum? Eru tit ikki
greið yvir, at tað júst hevur
verið val? Ell góðtaka tit ikki
valið? Ynskja tit at gera ”stats
kvett”? Halda tit, sum ráða í
fagfeløgunum, at tað skulu
vera tit, sum veruliga ráða her
á landi? Er tað tað, tit skuldu
brúka
mannamúgvuna
á
Vaglinum til? Eru tað tit fag
felagleiðarar, sum misbruka
tykkara vald, so tit kunnu
fella nývaldu stjórnina? Ella
hvat meina tit við, tá tit fara
í herróp ” latið okkum vísa
teimum, hvør hevur veruliga
valdið”?
”Nei til flatskatt” var eitt
annað herróp. Í nógv ár
tíggju hevur man ferð eftir
ferð hoyrt fagfelagsfólk og
onnur rópa um, at tað ikki
loysir seg at arbeiða yvir -
ella at tað í sum heild ikki
loysir seg at forvinna nakað
eyka, tí tað fer bara alt upp
í skatt. Eisini hevur mann
ferð eftir ferð hoyrt um, at
vit gjalda alt ov nógv í skatti
her á landi. Nú gera teir
tað so, at tú kanst forvinna
akkurát so nógv sum tú
vilt, uttan at tað kostar tær
nakað eyka í skatti, og nú eru
tit í øðini inn á tað. Hevur tað
so øll árini verið ein lygn frá
arbeiðarans síðu, tá tit søgdu,
at tað ikki loysti seg at vinna
eyka, ella er tað nú, tit lúgva
fyri fólkinum og øsa tey
upp um flatskatt. Ella er tað
yvirhøvur gjørligt, at báðar
útsagnirnar
hjá
tykkum
passa? Kann man meina tað,
at skatturin eigur at fara
niður og samstundis øsa
fólkið upp um, at man ikki
skal koyra skattin niður?
Tá ein lágløntur betalur
millum nakað og onki í lands
skatti, hvussu meina tit, at ein
slíkur kann fáa skattalætta,
ella er tað bara jantilógin,
sum hevur tikið yvirhond
á fagfelagsleiðarunum, so
tit fáa so ókristuliga ilt í
reyvuna av at onnur fara
væl? Er tað har, skógvurin
trykkur? Ella er tað, at tit ikki
vilja góðtaka, at Føroyaland
hevur ein borgarliga stjórn,
vald av Føroya fólkið fyri
bert einum mánaða síðani?
Góði tit, svarið mær hes
um spurningum, tí teir hanga
sum ein marra yvir mær og
øðrum við.
Dupultmoralur á Vaglinum ella?
Anskar Hansen
Rúni Heinesen
skúlastjóri
Tekniski Skúlin
í Klaksvík
Rættleið
ing til eind
arkostnað
hjá Degi &
Viku - næm
ingur á TSK
36.700 kr.
Gjørdist ikki sørt kløkk
ur, tá ið eg sá eindar
kostnaðin fyri SIT-næm
ingar á Tekniska Skúla í
Klaksvík.
Havi júst kanna hag
tølini í fíggjarlógarupp
skotinum fyri 2012 og
kann staðfesta, at Dagur
& Vika hevur eindar
kostnaðin fyri 2012 uppá
57.509kr. higani - á síðu 202.
Grundarlagið fyri hesum
eindarkostnaðinum
er
heildakostnaðurin, býttur
við næmingatalinum fyri
SIT1. Her framgongur, at
næmingatalið er 55, meðan
árið fyri er tað 80. Í løtuni
eru 94 SIT-næmingar og
lærlingar, sum samlesa í 4
flokkum.
Tvs. at eindarkostnað
urin í 2011 er 36.700kr. og
komandi ár við 80 SIT-
næmingum 39.538 kr.
Skal eisini leggja aft
urat, at tað er ikki skúlin,
sum
hevur
sett
hesa
talvuna í fíggjarlógar
uppskotinum upp. Sær
út, sum útreiðslurnar fyri
SIT-matvøru er tikin við,
men flokkurin uppá 24
næmingar er ikki tikin
við.
Hóast
SIT-næming
arnir á Tekniska Skúla í
Klaksvík hava atgongd
til umfatandi tøkniliga
útgerð og krevja tilfar,
sum er munandi dýrari
enn aðrir miðnámskúla
næmingar, so sær út til,
at tey eru bíligari og eru
helst eisini tey, sum koma
skjótast út á arbeiðs
marknaðin. Vónandi hev
ur tað eisini týdning.