Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gera hitt til altjóða poppstjørnur tónleikur Tveir havnarmenn hava seinastu árini skrivað og framleitt løg við altjóða gjøgnumbroti fyri eyga. Løgini eru so mikið góð, at kendar poppstjørnur úti í heimi nú syngja sangir hjá føroysku tónasmiðjunum Bárður Háberg og Óli Jógvansson Rannvá G. Fossaberg Í einum upptøkuhøli á Fløtum í Tórshavn sita Bárður Háberg og Óli Jógvansson og framleiða fangandi poppløg, sum verða sungin av kendum tónleikarum úti í heimi. Løgini hjá teimum eru so væl umtókt, at poppstjørnur í USA, Japan, Italia og Kina hava valt at syngja sangir hjá teimum báðum havnamonnunum. – Vit stremba eftir at framleiða eitt lag, sum kann gerast eitt altjóða hitt, siga Bárður Háberg og Óli Jógvansson, sum saman kalla seg Baroli Music. Krevur dugna og hepni Tónleikur hevur altíð verið ein týdningarmikil partur av lív­inum hjá teimum báðum tóna­smiðj­ unum, sum hava samstarvað síð­ ani 2004: – Eg havi altíð fingist við tónleik og lurti nógv eftir ymiskum tón­ leiki. Hóast eg fyrr havi spælt í bólkum og til konsertir, havi eg seinastu árini serliga arbeitt við at skriva og framleiða løg, sigur Bárður Háberg. Óli Jógvansson, sum eisini altíð hevur havt áhuga fyri tónleiki, heldur, at hann og Bárður Háberg hava funnið ein leist fyri at skriva løg, sum hava hitt-eginleikar: – Eitt hitt er eitt lag, sum fangar beinanveg, tað vil siga, tú kanst lættliga syngja við og minnist til lagið í langa tíð, sigur Óli Jógvansson, sum leggur aftur­ at, at teir fylgja væl við, hvat rør­ ir seg á altjóða hittlistum, og hvat verður spælt á útlendskum út­ varps­rásum. Síðsta ár skrivaðu teir sáttmála við útgevarafelagið The Kennel/Universal Music Publishing í Svøríki, sum hjálpir teim­um at selja løg til kendar tón­ leikarar úti í heimi. Tá teir byrjaðu at skriva og framleiða løg fyri skjótt átta árum síðani, høvdu teir ongan útgevara, og tá var ikki altíð eins lætt at vera positivur um hesa verkætlanina: – Tá vit ikki høvdu nakran út­ gev­ara, sendu vit eini 200 teldu­ postar út við løgum, sum vit ynsktu at selja. Sum oftast fingu vit bara eini tíggju teldupostar aftur, harav tey flestu søgdu nei takk til at brúka okkara tilfar, sigur Bárður Háberg. Hann og Óli Jógvansson eru á einum máli um, at tað í nógvum førum ikki er nokk at duga væl í hesi vinnuni: – Eg vil siga sum so, at hetta eis­ini krevur eitt ávíst hepni, men jú meira tú arbeiðir, jú hepnari verður tú, sigur Bárður Háberg. Trúgva á egin evnir Javnan fáa teir báðir í Baroli Music teldupost frá útgevaranum, har teir kunnu síggja, hvørji plátufeløg sóknast eftir nýggjum sangum. Teir velja so tað út, ið teir meta hóskar væl til teirra, og framleiða so eitt lag, sum teir síðani senda til útgevaran The Kennel/Universal Music Publishing, sum teir hava sáttmála við. Hereftir er tað út­ gevarafelagið, sum skal meta um dygdina á lagnum. Halda tey, at lagið er nóg fangandi, verður tað sent til tann tónleikaran, sum sókn­ast eftir nýggjum lagi. Teir hava nú verið í hesi vinn­ uni í fleiri ár og vita tískil rættiliga væl, hvussu tónleikaheimurin virkar. Eitt, sum teir skjótt gjørd­ ust varugir við, var ikki at trúgva upp á alt, sum verður sagt og lovað: – At byrja við gingu vit næstan amokk og høvdu svøvnleysar nætur, tá stór plátufeløg settu seg í samband við okkum, tí tey høvdu ætlanir um at brúka okkurt lag, sum vit høvdu framleitt, greiðir Bárður Háberg frá. Teir dugdu tó skjótt at síggja, at mann innan hesa vinnuna fær nógv tóm lyfti: – Vit vóru til dømis við í eini stórari verkætlan í eitt heilt ár, har vit høvdu fingið váttan fyri, at eitt av okkara løgum var komið við á eina fløgu, men beint áðrenn fløgan bleiv útgivin, blivu vit tveittir av verkætlanini, av tí at nýtt plátufelag var komið til og so framvegis, fortelir Óli Jógvansson, sum sigur, at líkamikið hvør tað er, sum vendir sær til teirra, ella hvussu kendur tónleikarin er, so er tað ikki longur nakað, sum fær teir upp úr stólinum: – Einki er sikkurt, fyrr enn tað veruliga hendir, sigur Óli Jógvans­son. Bárður Háberg leggur afturat, at teir tó ongantíð hava mist trúnna á, at hetta fer at eydn­ast. Disney-stjørna syngur teirra lag Tað eru ivaleyst fleiri føroyskir ungdómar, sum kenna ameri­ konsku sjónleikarinnuna Stefanie Scott, ið hevur ein av høvuðs­ leiklutunum í sendirøðini »A.N.T Farm«, sum verður víst á Disney Channel. Harumframt hevur hon høvuðs­leiklut í filminum »Frenemies«, sum verður at síggja á Disney Channel 13. januar í 2012. Fyri skjótt tveimum mán­ aðum síðani kom hon út á altjóða tónleikamarknaðin við stak­fløg­ í meldrinum – Eg vil siga sum so, at hetta eisini krevur eitt ávíst hepni, men jú meira tú arbeiðir, jú hepnari verður tú