mikudagur 21. desember 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
uni »The Girl I Used to Know«,
sum er eitt lag, ið Bárður Háberg
og Óli Jógvansson hava skrivað.
Sjónbandalag er eisini gjørt, sum
kann síggjast á Youtube. Ætlanin
er, at Stefanie Scott skal geva sína
fyrstu fløgu út einaferð í komandi
ári.
– Stefanie hevur higartil tikið
tvey av okkara løgum upp, og
sambært framleiðaranum, Rob
Chiarelli, verður triðja lagið sungið
inn í næstum, greiðir Bárður
Háberg frá. Sambært teimum
báðum
monnunum
handan
Baroli Music er tað serstakliga
umráðandi at gera seg galdandi á
amerikanska marknaðinum, sum
er tann størsti í heiminum, og er
tí útgávan við Stefanie Scott eitt
risa fet rætta vegin.
Fyri at møta røttu fólkunum
og fáa góðar avtalur í lag í USA,
hava Bárður Háberg og Óli
Jógvansson fyri stuttum verið í
Los Angeles, har teir hittu fleiri
persónar, sum eru kendir innan
tónleikavinnuna:
– Í Hollywood sótu vit millum
annað í íbúðini hjá Jessica úr
gentubólkinum Pussycat Dolls og
skrivaðu eitt lag saman við henni.
Eitt, sum var nokkso stuttligt
í hesum sambandi, var, at hon
hendan sama dagin lá nummar
1 á Dance/Club Play listanum hjá
Billboard, fortelja Bárður Háberg
og Óli Jógvansson.
Skriva til kinesiskan
Grammy-vinnara
Fyrr í ár gjørdi útgevarafelagið
hjá Baroli Music eina avtalu
við kinesiska tónleikaveitaran
Shanghai Synergi Culture &
Entertainment Group um at skriva
og framleiða nýggju fløguna hjá
songkvinnuni Jia Ruhan. Hóast
hon ikki er kend her um okkara
leiðir, so vann hon í 2011 eina
amerikanska Grammy-virðisløn í
»Classical Crossover« kategoriini
fyri sína vokalframførslu á út
gávuni »Calling All Dawns« hjá
Christopher Tin. Harafturat sang
hon eisini temalagið til olympisku
leikirnar, sum vórðu hildnir í
Bejing í 2008. Bárður Háberg og
Óli Jógvansson eru sera fegnir,
um at hava fingið møguleika
at skriva og framleiða tilfar til
nýggju fløguna hjá kinesisku
songkvinnuni:
– Tað, sum er serliga spennandi,
er, at útgevarin hjá henni er
størsti distributørur og seljari av
tónleiki í Kina yvirhøvur, og fløg
an hjá Ruhan er fyrsta stigið í eini
fimm-ára verkætlan hjá kinesisku
stjórnini, ið snýr seg um at markn
aðarføra kinesiskan tónleik kring
allan heim, greiðir Bárður Háberg
frá. Baroli Music eiga trý løg á
fløguni hjá Ruhan og í desembur
varð stórur tíðindafundur hildin,
har allir teir stóru kinesisku miðl
arnir vóru umboðaðir.
– Vit hava eftirhondini uppbygt
eitt fast netverk, har vit kenna tey
fólkini, sum vit samstarva við. Av
tí, at vit eru staddir í Føroyum,
fyrigongur nærum alt samband
við samstarvsfelagarnar umvegis
teldupost og telefon, og mangan
gerast aðrir útlendskir tónasmiðir
og plátufeløg jaliga bilsin, tá tey
frætta, at vit sita í einum so lítlum
stað sum Føroyum og framleiða
løg til altjóða marknaðin, fortelja
Bárður Háberg og Óli Jógvansson
sum við ein munn og smílast.
Hóast teir støðugt nærkast tí al
tjóða gjøgnumbrotinum og har
við enn størri og spennandi upp
gávum, sum teir frá byrjan høvdu
fyri eyga, trívast teir væl við at
arbeiða handan leiktjøldini:
– Tað dámar okkum stak væl
at vera meira ókendir og lata tón
leikin tala fyri seg. Vit lata bara
onkra poppstjørnu framføra okk
ara tilfar, flennir Bárður Háberg,
meðan Óli Jógvansson leggur
afturat:
– Líka mikið hvat, so fara vit
óivað altíð at gera tónleik, tí vit
fáa tað, ið minnir um abstinensir,
tá vit ikki gera tað, sigur Óli
Jógvansson.
rannva@sosialurin.fo
Stefanie Scott – Girl I Used to Know
youtube.com/watch?v=ZVlyEVDhDN0
Chocolat – I Like It
( framførsla í »Music Bank« )
youtube.com/watch?v=k3CTuUilREs
Jia Ruhan tíðindafundur
http://v.youku.com/v_show/
id_XMzI5ODc0MDY4.html
Koda Kumi heimasíða
http://rhythmzone.net/koda/index.html
Studio 3 – Voglio Star Con Te
youtube.com/watch?v=h0r2Dn4kopo
Wanessa – High
youtube.com/watch?v=K1S_s_dX7Wo
Leinkjur til
videoløg og
annað tilfar:
Bárður Háberg, vinstrumegin
og Óli Jógvansson
Mynd: Sunva Eysturoy Lassen