Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Á nýggjárinum hækkar prís­ urin á streymi 10 oyru fyri kilo­watt tíman, umframt mvg. Men tað er alt, sum talar fyri, at longu um eitt ár verð­ ur neyðugt at hækka prísin enn meiri. Tað er niðurstøðan á eyka aðal­fundinum í SEV mána­ dagin. Upprunaliga ætlaði SEV at hækka prísin 25 oyru fyri kilo­watt tíman, umframt mvg og so skuldi prísurin ikki hækka aftur tey næstu fimm árini. Tað skuldi geva SEV javn­ vág í raksturin næsta ár og avlop í 2013. Men tað vildi Jarðfeingið, sum skal góðkenna prísin, ikki góðtaka. Jarðfeingi metti, at ein prís­hækking upp á 15 oyru, um­f­ramt mvg, var hóskandi í hesum umfari. Men Jarðfeingið ger samstundis vart við, at tað allar­helst verður neyðugt at hækka prísin aftur næsta ár. Tað tók SEV til eftir­tekt­ a­r og skeyt upp á eyka­aðal­ fundinum, at prísurin á streymi skal hækka 15 oyru næsta ár, umframt mvg. Harumframt høvdu nevnd og leiðsla í SEV funnið spar­ingar í rakstrinum fyri fimm milliónir, tí tað var mett, at tað var forsvarligt at spara. Men hetta góðtók eyka­ aðal­fundurin ikki. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Havn, skeyt upp, at prís­h­ækkingin verður 10 oyru fyri kilowatt tíman, um­ framt mvg. Samstundis skeyt hann upp, at SEV skal spara 10 millió­n­ir í rakstrinum næsta ár. Í SEV hava tær 30 kom­ mun­urn­ar eina atkvøðu fyri hvørj­ar byrjaðar 1000 borg­ ar­ar. Sostatt eru tilsamans 65 at­kvøður á aðalfundinum í SEV, har Tórshavnar Kommu­ na hevur 20 atkvøður. Tá ið atkvøtt var um upp­ skotið frá nevndini í SEV um at hækka prísin 15 oyru, vóru ein­ans 26 atkvøður fyri og 39 vóru ímóti. Hinvegin varð broy­ting­ ar­uppskotið hjá borgar­ stjóranum í Havn samtykt við 45 atkvøðum fyri, 19 vóru ímóti og ein atkvøða var blonk. Ein avjóðing Jákup Suni Lauritsen, for­ maður í nevndini í SEV, ásann­ar, at tað verður ein stór avbjóðing at finna spar­ ingar fyri 10 milliónir. Hann hevur annars ongar við­merkingar til úrslitið av eykaaðalfundinum, tí hann staðfestir, at tað eru kommun­ur­nar, sum eiga SEV. - Tað eru kommunurnar, sum hava avgerðina og tær av­gerðir, sum verða tiknar, rætta leiðsla og SEV seg eftir, sig­ur hann. - Men hann staðfestir kort­ini, at leiðsla og nevnd mettu, at ein sparing upp á fimm milliónir var forsvarlig so tað verður ein stór av­bjóð­ ing at finna sparingar fyri fimm milliónir afturat. - Hetta verður ein bogi, sum verður ringur at spenna. Men Jákup Suni Lauritsen sig­ur, at fyribils fær hann onki sagt um, hvørjar av-leið­ ing­ar hetta fær. - Nú fara vit at halda jóla­ frí, men eftir nýggjar fara vit aft­ur til arbeiðis og tá skulu vit so finna sparingarnar, eigar­in hevur álagt okkum at finna, sigur hann. Nevndarformaðurin vil kort­ini ikki siga nakað sum helst um príshækkingar næs­ta ár, tí veldst alt um olju­prís­in. Og tað er júst oljuprísurin, sum er tann eymi parturin í SEV. Hesi seinastu 12 árini er olju­rokn­ingin trýfaldað og í ár verður oljurokningin hjá SEV 135 milliónir og tað er helvt­in av øllum rakstr­ar­út­ reiðslu­num. Leggjast kann afturat, at olju­út­reiðslurnar í ár verða 18 milliónir hægri enn mett varð við ársbyrjan at tær fóru at verða. aki@sosialurin.fo SEV má aftur hækka prísin á streymi í 2013 SEV Um eina viku hækkar prísurin á streymi, men tað er alt, ið bendir á, at prísurin má hækka enn meiri longu um eitt ár Nú fara vit at halda jólafrí, men eftir nýggjar fara vit aftur til arbeiðis Jarðfeingið ger sam­ stundis vart við, at tað allarhelst verður neyðugt at hækka prísin aftur næsta ár. Avbjóðing Tað verður ein avbjóðing at finna sparingarnar, men eftir nýggjár fara vit í arbeiðshandskarnar, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV