mikudagur 21. desember 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Tað er dýrt at gera íløgur í
grøna orku. Men trupulleikin
er bara, at brúkarar í Føroy
um í dag megna ikki at gjalda
alt hetta í einum.
Tað
staðfesti
Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Havn, á eykaaðalfundinum
hjá SEV mánadagin, tá ið
hann ikki vildi taka undir
við uppskotinum hjá SEV um
at hækka prísin á streymi 10
oyru fyri kilowatt tíman á
nýggjárinum.
- Íløgurnar í varandi orku
hava langa livitíð. Tí kunnu
vit bæði taka langfreistað
lán og hava langa avskriving
artíð, so at dagsins brúkarar
ikki eisini skulu gjalda allan
kostnaðin av grønu orkuni
fyri framtíðar brúkarar.
- Harafturat eiga vit at
endurskoða íløguætlanina og
strekkja hana yvir eitt longri
áramál fyri at gera tørvin
á at hækka prísin minni,
segði borgarstjórin í Havn,
sum eigur 20 av teimum til
samans 65 atkvøðunum, sum
eru á aðalfundinum.
Heðin Mortensen spurdi
eisini, hvønn leiklut, landið
skal hava í sambandi við
ætlanina at útbyggja grønu
orkuna.
- Í dag setir landið krøv til
orkupolitikkin uttan at taka
støðu til, hvussu hetta skal
fíggjast.
- Aðrastaðni fylgja fíggj
arligar
virkisætlanir
við
bæði innanlands og altjóða
fígging við, tá ið stór og dýr
mál verða sett.
- Vit eiga at krevja, at land
ið tekur sín part av ábyrgdini,
tí tað sigur seg sjálvt, at
brúkarin megnar ikki at
rinda eina so umfevnandi
og dýra umlegging til grøna
orku einsamallur og í einum.
Heðin Mortensen minti á,
at tað er ikki fyrrenn nú, at
vit av álvara seta hol á eina
nýggja tilgongd at leggja um
til veruliga grøna orku, og
ikki bara í vatnverk, sum er
varandi orka.
- Tí er vandi fyri, at verður
prísvøksturin ov ógvusligur,
køva vit ta vælvild, ið skal til
fyri at kunna gera neyðugu
íløgurnar í framtíðini ov
ógvusligur køva vit ta væl
vild, ið skal til fyri at neyðug
ar íløgur kunnu gerast í
framtíðini.
Verður prísurin hækk
aður 10 oyru í 2012, ber til
at gera neyðugu íløgurnar
í grøna orku, soleiðis at vit
gerast minni heft at olju.
- Við tillagingum og við
at leingja íløgutíðarskeiðið,
ber væl til at gjønumføra tað
sum lagt er upp til í íløgu
ætlanini, samstundis sum vit
avmarka ávirkanina á sam
felagið annars, sigur Heðin
Mortensen.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
- Tað ger akkurát tað sama,
hvør eigur SEV, tí undir øll
um umstøðum verður tað
brúkarin, sum skal gjalda
gildið.
Jákup
Suni
Lauritsen,
nevndarformaður í SEV, tek
ur ikki treytaleyst undir við,
at tað er neyðugt at lands
kassin átekur sær størri
ábyrgd í sambandi við ætlan
ina at at byggja landið út við
grønari orku.
Hann vísir á, at tað verður
undir øllum umstøðum enda
brúkarin, sum skal rinda fyri
streymin og tær útbyggingar,
sum skulu gerast og í roynd
og veru tað tað ongan mun
um tað verður umvegis
skattin ella um tað verður
umvegis eitt streymgjald til
SEV.
Hinvegin heldur hann
ikki, at tað er rætt at legg
ja prísin á streymi undir
skattin, soleiðis sum umstøð
urnar eru.
Má vera samhaldsfast
Men eitt, sum Jákup Suni
Lauritsen heldur, er av av
gjørdum týdningi, er, at SEV
verður verandi ein sam
haldsføst skipan sum hevur
til endamáls at veita øllum
í
landinum
eina
trygga
streymveiting fyri sama prís.
Tí er hann ikki heilt trygg
ur við prátið, sum er frammi
summa staðni um at SEV
skal einskiljast og seljast
privatum.
- Tá er vandi fyri, at tað
samhaldsfasta grundsjónar
miðið fær eitt skot fyri bógv
in og at prísurin á streymi
verður ásettur, har kostnað
urin av honum er.
- Avleiðingin av tí kann
vera, at prísurin á streymi
ikki verður tann sami í
teimum ymsum pørtunum
í landinum, so at tey eisini
rinda meiri fyri streymin,
sum búgva, har tað er dýrt at
veita streymin til.
- Tað er ein skipan, sum er
væl kend í øðrum londum.
- Og tað verður eitt
bakkast fyri útjaðaran í
landinum, heldur nevndar
formaðurin í SEV.
Hann sær heldur ikki fyri
sær, at streymurin verður
bíligari, um SEV verður ein
skilt, tí so skal brúkarin
eisini rinda fyri at tann pri
vati veitarin kann hava ein
vinning av virkseminum.
Ikki rætt at fáa prísin
á streymi upp í skattin
SEV Tað verður undir øllum umstøðum brúkarin, sum skal rinda
fyri streymin, sama um landið yvirtekur SEV ella ikki
Hava ráð at hava hall í nøkur ár
SEV Vit, sum nú liva í Føroyum, skulu ikki eisini gjalda allan kostnaðin fyri at okkara
børn og barnabørn kunnu arva einar grønar Føroyar, heldur Heðin Mortensen
Brúkarar í Føroyum í
dag megna ikki at gjalda
alt hetta í einum.
Vit eiga at krevja, at
landið tekur sín part av
ábyrgdini
Tað
verður eitt
bakkast
fyri útjað
aran í landi
num
- Verður prísvøksturin ov ógvusligur, køva vit ta vælvild, ið skal til fyri at kunna gera neyðugu
íløgurnar í framtíðini, segði Heðin Mortensen á eykaaðalfundinum í SEV mánamorgunin
Verður SEV einskilt, kann avleiðingin verða, at prísurin á streymi ikki
verður tann sami í teimum ymsum pørtunum í landinum