Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Yvirlæknin Pál Weihe hevur kannað menn­inar og tosað við teir eftir óhappið týs­dagin í farnu viku. Fleiri av monn­ unum hava eisini verið hjá kommunu­læknum teirra, tí teir hava havt vaml, høvuðpínu og onk­ur teirra var eisini óstúttur á beinunum inni í tunlinum, orsaka av koliltu­eitranini. Sambært yvir­lækn­ anum er kuliltueitran ser­stakliga vandamikil. – Koliltueitran hevur við sær, at tú sovnar burt­ur. Tess meiri, tú fært í teg, tess minni ert tú førir fyri at gera tað rætta, sigur Pál Weihe. Hann vísir á, at tað tískil hevur verið ein fyri­ munur hjá monn­unum, at teir hava verið fleiri í tali. Soleiðis hava teir verið samdir um, at tað ikki ruggaði rætt, tá allir vóru illa fyri og ringdu eftir tokinum. Harnæst hevur tað, sambært Páli, eisini verið heppið, at teir hóast alt hava verið so mikið klárir, at teir hava funnið fram ilt­ fløskur og hava brúkt hes­ar, meðan teir hava bíðað eftir at verða flutt­ ir út. – Hetta var ein sera álvarsom hending, sum tíbetur endaði gott. Líkt er til, at menninir ikki fáa varðandi mein av hes­um, sigur Pál Weihe, sum tó leggur dent á, at sálar­liga kann hetta ávirk­að menninar, sum hava verið deyðanum nær. Rólant Waag Dam Týsdagurin 13. desember er ein dagur, sum sjey mans seint fara at gloyma. Ein arbeiðsdagur sum so mang­ ir aðrir, men sum var so sera nær við at fáa ein vanlukku­ ligan enda. Á fakmáli verður tað rópt ein »nærvið hending«. Um­sett til vanligt føroyskt merkir tað, at sjey mans vóru óhugnaliga nær við at lata lív. Teir vóru til arbeiðis inni í einum tunli hjá SEV í ar­beiðsøkinum omanfyri Oyrar­bakka, økið, sum best sæst frá vegnum við tunnils­ munnan vestaru­megin Norð­ skálatunnilin. Talan var um fimm arbeiðsmenn hjá SEV, sum vóru inni í tunlinum, um­framt tveir mans hjá undir­veitarum hjá SEV. Koliltueitran í tunlinum Undir vanligum umstøðum verður syrgt fyri, at frísk luft kemur inn í tunn­ilin allatíðina. Hetta er nak­að, sum er knýtt at høvuðs­ streym­veit­aranum. Men týsdagin í farnu viku skuldi arbeiðast upp á sjálvan streymin, so høvuðs­streym­ veitarin verður sløktur sum hann skal í einum slíkum føri. Við sær inn í tunnilin hava menninir eitt bensin­ aggregat, sum teir skulu brúka – og sum skilst er tað dampurin frá hesum og vant­ andi luftsirkulatión, sum er orsøkin til, at menn eftir at hava arbeitt nakrar tímar inni í tunlinum, gerast illa fyri. Frágreiðingin, sum Pál Weihe, yvirlækni, hevur gjørt eftir hendingina sig­ur, at menn kendu á sær høvuð­ pínu, høvdu vaml og onkur teirra var óstúttur á bein­ unum. Hetta kom eftir fimm tímum, eftir at menn byrjaðu at arbeiða klokkan níggju týsmorgunin, men boðsendu tokinum, sum ferðast út og inn í tunnilin, um tveytíðina, tí teir vóru illa fyri. Hóast koliltueitraðir er onkur teirra so mikið klárur, at teir finna sjey luftfløskur Hava verið hepnir HEPNIR Pál Weihe, yvirlækni, hevur kannað menninar og metir, at teir ikki fáa varandi mein. Sambært honum er koliltueitran serstakliga vandamikil og menninir hava verið hepnir Hetta var ein sera álvarsom hending, sum tíbetur endaði væl. Líkt er til, at menninir ikki fáa varðandi mein av hesum – Koliltueitran hevur við sær, at tú sovnar burtur. Tess meiri, tú fært í teg, tess minni ert tú førir fyri at gera tað rætta ARBEIÐSÓHAPP Sekund sorgar­ Ein spurningur um sekund. Tað var munurin í millum, at sjey mans sleppa at halda jól í ár, sum teir plaga, ella ein tómur sessur var kring jólaborðini hjá avvarðandi familjum teirra