mikudagur 21. desember 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Ove Dam
f. 30.04.1946 – d. 9.12.2011
Vit minnast Ova við virð
ing og takksemi. Hann var
tann, hann var. Ein suðring
ur, sjarmerandi, skemtingar
samur og altíð við tí góða
orðinum.
Blaðungur giftist hann
Marjuni, trýmenningi mín
um. Tey fingu fýra børn,
hvørt fittari enn annað, Jan,
Boga, Rannvá og Poul.
Eg fekk heiðurin at gerast
gumma at fyrstafødda, Jan,
og hava vit havt eitt sera gott
og tætt samband alla tíðina
og hava tað framvegis. Sama
góða samband hava vit við
hini børnini, og ikki minst
við abbabørnini – øll somul,
bæði tey, sum búgva her á
landi og uttanlands. Sama
ger, hvussu langt er ímillum,
at vit síggjast, sama vinalag
og kærleiki, og vit tosa
saman, sum var tað í gjár, vit
hittust seinast. Tað fegnast
vit um her.
Ove hevur verið okkum
ein góður granni í meira enn
tríati ár, altíð góður at heita
á og eisini bara at práta við.
Tað kom óvart á okkum øll,
at Ove gjørdist so sjúkur fyri
umleið tveimum árum síðani,
men vit væntaðu øll, at hann
fór at koma seg aftur, tí hann
var jú uttan fyri hvønn dag.
Vaskaði bilin, hampaði um
túnið, sló grasið, fór ørindi
o.s.fr. Tað tóktiskt eisini
fyrr í ár, sum var hann um at
koma seg aftur, kanska vildu
vit ikki síggja veruleikan,
men so við og við sóu vit, at
hann orkaði ikki tað sama,
sum fyrr. Men hann bardist!
Hann kempaði! Alla æru
vert!
Manga góða løtu hava
vit havt saman, bæði í álv
ara og gaman, men mest í
gaman. Ove var kvikur eftir
gittaranum og munnhørpuni
- spældi onkran góðan, og so
sungu tey duett – Marjun og
hann - tey vóru ring at taka
- tey leveraðu vøruna, sum
man sigur !
Ove var góður við síni,
men ikki bert við síni, eisini
okkum onnur – og tað vísti
hann eisini í gerningi. Hann
var góður við okkara børn, og
tey við hann.
Men næst stóðu honum
kona, børn og ikki minst
abbabørn, hann var bæði
glaður um tey og ikki sørt
errin av teimum. Og tað var
ikki løgið, tí so fitt og skilagóð
abbabørn átti fáur sum hann.
Øll líka fitt, kerlig og fólkalig,
og vit fegnast um, at tey ofta
bara detta inn á gólvið.
Ove var álitisfólk. Har
hann var, var hann heilur,
ongantíð bara hálvhjartaður.
Hann var HB-ari um ein
háls! Hann stuðlaði liðnum,
bæði tá tað gekk væl og ikki
minst, tá tað gekk minni væl.
Sama hjá Shell á Frælsinum í
mong ár – heilhjartaður og
beinasamur.
Seinasta tíðin hjá Ova
var trupul. Hann sá sjálvur,
hvønn veg tað bar. Ikki gekk,
sum hann hevði vónað, men
hann sá støðuna í eyguni –
fjaldi onki. Ikki gramdi hann
seg, men hann tosaði opið
um tað heila – tað hjálpti
eisini okkum, ið stóðu hon
um nær. Tað gleddi hann at
hava alla familjuna um seg
seinastu dagarnar. Hann var
klárur til tað seinasta og av
kláraður við støðuna, men
sjálvandi vildi hann ynskt at
sloppið at sæð abbabørnini
vaksa til, ikki minst nú lítla
abbadóttirin kom heim at
heilsa upp á abban, bert tveir
mánaðar gomul. Tíverri vildi
lagnan tað øðrvísi, men vit
vita, at øll abbabørnini fara
at minnast hann, sum tann
hann nú einaferð var, ein
góður og stuttligur abbi, sum
bara vildi øllum tað besta.
Vit í grannalagnum fara
eisini at minnast Ova sum
ein góðan vin og granna.
Saknur verður í honum.
Vit drýpa høvur í sorg
við tykkum, sum stóðu Ova
næst. Harrin styrki okkum
øll.
Gleðilig jól.
Friður veri við minninum
um Ova.
Ella v. húski
TØKK
TØKK