Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan 3. partur Mín barndómur var nógv merktur av teimum vanlukkum, sum hendu um hesa tíðina. Serliga minnist eg vanlukkurnar á sjónum, sum hendu í 1930-árunum, og sum so ella so merktust í bygdunum í Sunda­ lagnum. Ommubeiggjar við vanlagnu Eg átti tveir ommubeiggjar. Sámal Jákup var júst giftur, tá ið hann gekk burtur á Norðhavinum saman við tveimum øðrum. Hetta hevur verið í 1905 ella 1906. Allar tríggjar konurnar hjá hesum monnum vóru við barn. Mia, kona Sámal Jákup, fekk son, sum var kallaður Sámal Jákup eftir pápa sínum, umframt, at hann varð uppkallaður eftir hinum báðum monnunum eisini. Mia var dóttir Janus Egholm. Sum ung hevði hon tænt hjá bónd­ anum Hans Mikal, sum fyrr er um­ røddur í hesi røð. Kona hansara, Suffía, helt, at tað hevði verið gott fyri Miu at sloppið burtur av bygdini. At missa mannin hevði tik­ið henni serliga hart. Tey bæði tóku Sámal Jákup til sín og bjóðaðu Miu at fara suður til Vágs at arbeiða fisk, sum jú var vanligt at gera hjá ungum kvinnum tá í tíðini. Hon fór at arbeiða hjá teimum á Gørðunum, sum høvdu ættarsamband til Streym­nesar. Thomas J. Vilhelm, vanliga kall­ aður Tummas við Kráir, hevði tá mist konu sína. Tey áttu tá dóttrina Emmu, sum var javngomul við Sámal Jákup. Tummas bað so Miu um at koma at halda hús hjá sær. Hetta endaði við, at tey bæði giftust. Tey fingu saman fýra synir, Thorstein, Victor, Levi og Tom. Tey plagdu at vera í Streymnesi og ferðast hvørja summarferiu. Sámal Jákup tók við festinum hjá fosturpápanum. Eina ferð kemur Mia til Streym­ nesar eftir systir síni Súsonnu Mariu. Hon var menningartarnað og hevði fingið eitt álvarsamt bakkast, tá ið mamman doyði og varð jarðað. Súsanna Maria varð so hjá Miu allar sínar dagar. Tummas við Kráir var ein kendur reiðari í Vági. Hann var føddur í 1865. Hann sigldi sum ungur úti í heimi. Tummas kemur heim og keypir skip. Tað fyrsta “Mariu” keypti hann í 1914. Hann var saman við Pola í Dali tann fyrsti, sum gjørdi fiskiroyndir undir Grønlandi. Síðan keypti hann fleiri skip og legði seg heima at vera reiðari. Kendir synir hjá teimum vóru Victor og Thorstein Vilhelm. Victor, sum giftist við Mariu Zachariassen av Sandi, dreiv reiðaríið víðari eftir pápan. Hann var við í línubátatíðini, og uppkallaði ein línubát eftir páp­ anum. Thorstein, giftur við Elainu Christiansen úr Leirvík, var í nógv ár formaður í Før­oya Arbeiðs­gev­ ara­felag og næst­for­maður í Føroya Reiðarafelag. Hann var eisini ein dugnaligur telvari. Tey bæði fingu ein son, Tummas, sum doyði á sjó­ num. Óla Jákup fekk eina harða lagnu Hin ommubeiggin var Óla Jákup, sum var giftur við Lottu úr Oynd­ar­ firði. Tey fingu eina ótrúliga harða lagnu. Tey fingu fimm synir. Tveir av teimum doyðu smáir. Sonin Hans Jacob mistu tey í 1930. Hann var júst giftur við Elisu úr Havn, tá ið hann fór avstað við “Slatrinum” hetta ár. Teir vóru á heimveg úr Íslandi og vóru komnir so langt, at teir sóu land. Hans Jacob gleddi seg, sum rímiligt er, at hitta sína ungu konu aftur. Tá biður motorpassarin Hans Jacob um at koma at hjálpa sær at starta motorin. Hetta hevði hann gjørt nógvar ferðir framm­ anundan. Men nú hendi tað van­ lukkuliga, at Hans Jacob gerst fastur í svinghjólið í tí, motorurin fer í gongd. Og áðrenn motorurin verður steðgaður aftur, er Hans Jacob so illa farin, at hann doyði. Konan var komin til Havnar at taka ímóti manninum. Hon sær, at skipið flaggar við hálvari stong. Men tað kom henni sjálvandi ikki til hugs, at hetta kundi vera vegna Hans Jacob. Tá ið skipið kemur til Hensia Jacobsen: Hørð lagna hjá ommubeiggjum Hensia minnist fleiri av teimum vanlukkum á sjónum, sum eru umrøddar í bókini “Havið tók teir”. Hon hevur eisini givið okkurt íkastið til hesa søgu Hensia Jacobsen Lotta við tveimum av sínum synum. Hon misti øll síni børn men fótaði sær kortini aftur Synirnir hjá Lottu, sum hon misti í 1930 og 1932, vinstrumegin frá Kristian Martin, Hans Jacob og Johan