mikudagur 21. desember 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
lands, fær hon tey skakandi boðini
um, hvat ið er hent. Hans Jacob
varð jarðaður í gamla kirkjugarði í
Havn.
Elisa var við barn og fekk um
heystið ein son, sum sjálvandi varð
uppkallaður eftir pápa sínum. Elisa
giftist upp aftur við Einar Nordbø
og fekk tvey børn, Marin og Hannis.
Her raktu vanlukkan aftur. Hannis
doyði av sjúku 14 ára gamal.
Men vanlukkurnar vóru ikki av
hjá Lottu. Hon átti nú tveir synir
eftir, Johan og Christian. Teir fóru
árið eftir, á heysti 1931, til skips við
“Doru”, eini slupp úr Vestmanna.
Men her hendi tað vanlukkuliga,
at “Dora” gekk burtur við allari
manningini. Nú misti Lotta teir
synir, hon átti eftir, 19 og 22 ára
gamlar.
Hetta var heldur ikki endin á tí,
sum rakti Lottu. Stutt eftir gjørdist
maðurin Óla Jákup, brekaður og
kundi einki siga, bara ja og nei.
Eg minnist annars, at Lotta
var so løtt í sinninum. Eina ferð
eg kom fram við hjá henni saman
við børnunum, tá gloppaði hon
kamarsvindeygaðið og segði: “Tú
góða, Hann er góður, sum ger, at nú
kann eg aftur flenna viðhvørt.” Tað
hevði hon ikki kunnað gjørt leingi.
Eg minnist væl synir hennara.
Eg plagdi at spæla við tveir teir
yngstu, Johan og Kristian. Johan
dámdi so sera væl at spæla við
børn. Tá ið kavi var, spenti hann
eina bukt við enda um miðjuna á
sær. Síðan fóru vit í ta stóru ánna,
tá ið hon var fryst. Hann rann tá
sum ein hestur, og vit hingu øll uppi
í hesum bandinum. Har vóru nógv
børn, og sum tað var stuttligt!
Pápi átti eina hestasledu, sum
hann hevði smíðað. So plagdu vit
at fara í eina brekku frammanfyri
húsini har at stuttleika okkum.
Sledan var full av børnum. Johan
koyrdi á oman gjøgnum brekkuna.
Hann hálaði so sletuna niðan aftur
á heyggin, og so skreiddu vit oman
aftur.
Teir vóru sera fittir báðir tveir.
Eg minnist einaferð, at eg hevði
tikið pípuna úr munninum á Johan.
Hann kom eftir mær, eg hevði
flættur tá. Hann tók í flætturnar og
stýrdi mær beint har, sum pípan lá.
So mátti eg taka hana upp aftur og
seta hana í munnin á honum.
Hetta vóru sovorðin puss vit
gjørdu.
Hetta eru góð minni at hava
um hesar dreingir, sum fingu eitt
so stutt lív. Kristian var meira
friðarligur eins og pápi sín.
Tá ið teir báðir doyðu var tað,
sum vanligt var, at bíða og bíða, til
eingin vón var eftir.
Tað fór enntá eitt skip úr
Vestmanna at leita eftir “Doru”,
men her kom einki burtur úr.
Lotta kundi ikki góðtaka, at hon
nú hevði mist sínar seinastu synir,
og vildi hava teir at leita meira. Men
hetta bar so ikki til.
Tað gjørdist ein troyst fyri Lottu
og Óla Jákup, at ein systursonur
hansara, uppkallaður eftir Hans
Jacob, kom at vera nógv hjá teim
um.
Doyði frá 11 børnum
Ein av teimum, sum fórst við “Doru”,
var flaggskiparin Jacob Martin
Egholm úr Hvalvík. Hann var 38 ár
og átti konu og11 børn. Elsta barnið
var 14 ár. Jacob Martin hevði verið
til sjós í mong ár. Sum eitt dømi um
ta álit, hann hevði millum manna,
kann nevnast, at hann hevði verið
formaður í kommunustýrinum.
Kona Jacob Martin æt Anna
Maria og var úr Vík.
Elsta barnið æt Karolina. Hon
skuldi konfirmerast hetta heystið
í 1931. Men konfirmatiónin hjá
henni varð útsett, tí bíðað varð eftir
„Doru“.
Anna Maria fekk tað ellivta
barnið eftir, at Jacob Martin var
deyður. Hetta var ein genta, sum
varð uppkallað Jakoba eftir páp
anum.
Men hvussu kundi ein einkja við
11 børnum klára seg tá í tíðini? Her
var tað tað vanliga, at fólk hjálptu
á ymiskan hátt. Men tað var eisini
ein hjálp, at pápi Jacob Martin,
Sigmund, átti jørð, og hetta munaði
væl í húsarhaldinum. Sonurin,
Hilmar, var 11 ár, tá ið pápin doyði.
Tummas Egholm bóndi í Hvalvík
tók dreingin at arbeiða fyri seg.
Afturfyri fekk hann eisini burtur
av tí, sum bóndaskapurin kastaði
av sær, sum til dømis kjøt, avroð og
seyðarhøvd, ið kom væl við í hús
arhaldinum.
Fleiri av børnunum fóru til
onnur at vera. Tann næstyngsti,
Leivur, var tvey ár, tá ið pápin
doyði. Tá hendi tað, at mamma
skiparan, Lísbeta, sum hevði mist
mannin við Ruthland í 1916, spurdi
Onnu Mariu, um hon ikki kundi fáa
eitt av hennara børnum at vera hjá
sær. Hon hevði mist tveir synir við
„Doru“. Tískil kom Leivur at vera í
Vestmanna, til hann fór í skúla. Tá
kom hann heim aftur til Hvalvíkar.
Hetta er enn eitt dømi um,
hvussu fólk hjálptu hvørt øðrum
tá í tíðini.
Hilmar fór til skips, tá ið hann
hevði aldur til tess. Hann tók
skiparaprógv í 1941 og longdina
í 1943. Hilmar fær kjans sum
bestimaður við „Misletoe“ hjá Ebbu
Müller at sigla við ísfiski úr Íslandi
til Bretlands. Men tann 8. juli
sama ár verður „Misletoe“ álopin
av einum týskum flogfari. Teir
royndu at verja seg sum frægast.
Fyrst varð ein maður raktur av eini
kúlu, og hann doyði stutt eftir. Men
skjótt varð Hilmar eisini raktur og
illa særdur.
Manningin fór í bátin og hevði
bæði deyða mannin og Hilmar við
sær.
Men báturin lak illa, sum hann
var gjøgnumgataður av kúlum.
Tá ið flogfarið var horvið fóru
teir aftur umborð á ta søkkandi
„Misletoe“, so teir kundu blussa eftir
hjálp, samstundis sum teir royndu
at geva Hilmari hjálp.
Tá kemur „Wilhelmina“ teimum
til hjálpar. Teir taka menninar, og
siglt verður móti landi. Men dagin
eftir doyði Hilmar. Tá fara teir ikki
inn hagar, teir høvdu sett kós, men
teir fóru inn á Seyðisfjørðin. Hilmar
varð grivin í Hvalvík. Leivur sigur,
at veruliga skuldi Hilmar ikki verið
farin tann túrin, men hann fór við,
tí onkur annar av manningini hevði
fingið forfall.
Tískil doyði Hilmar eins og pápin
á sjónum. Ein sorgarleikur var eisini
norðuri í Vík. Har fórust tríggir
brøður við “Doru”. Teir vóru Daniel
Petur, Jacob Martin og Meinert
Olsen, 15 til 22 ára gamlir. Tey vóru
seks systkin, og nóru bara trý eftir.
Børnini á Skorpusoyri
mistu bæði foreldrini
Í 1930 fórst “Ernestina”, og níggju
menn doyðu. Av teimum vóru tveir
feðgar í Tjørnuvík, Elias og Henge
Heinesen, umframt Hans Jacob
Andreasen av Skorpusoyruni á
Langasandi.
Hetta var eisini ein syrgilig søga.
Hans Jacob var ættaður í Vík. Hann
var beiggi tann kenda skiparan Óla
Max Andreassen.
Hann giftist við Biritu Mariu,
sum eisini var úr Vík. Tey bygdu á
Skorpusoyruni norðast á Langa
sandi, har tað tá vóru tvey hús.
Tey fingu fyrst børnini Mariu,
Andreu, og Jógvan. Í 1927 hendi
tað syrgiliga, at Birita Maria doyr
á barsilssong, men dóttirin, Ebba,
livdi. Tað var sjálvsagt ikki lætt hjá
einum fiskimanni við fýra børnum
onga konu at hava. Men at fara til
skips var neyðugt. Fyrsta árið fóru
øll børnini til Saksunar at vera,
meðan Hans Jacob var burtur. Tey
vóru við Svartá og á Kvíggjarhamri.
Tá ið hann kom heim aftur á heysti,
komu so børnini heim til Langa
sands.
Árið eftir fara trý av børnunum
til Saksunar og eitt, Andrea; fer til
Streymnesar. Hon kom at vera hjá
Siggu og Sámal Jákup Egholm. Sigga
var av Kvíggjarhamri í Saksun.
Sámal Jákup var sonur Miu, sum
fór til Vágs.
Men nú er tað, at Hans Jacob
gongur burtur við “Ernestine”. Tí
skil verða hesi fýra børnini, sum
vóru frá 14 ár og niður í trý ár, for
eldraleys.
Men tá blivu tey verandi í
teimum húsum, har tey høvdu verið
um summarið, og har komu tey at
búgva, til tey komu undan.
Maria giftist til Vágs við Poul
Bech. Andrea doyði 16 ára gomul
av tuberklum. Vit báðar vóru javn
aldrar og konfirmeraðust saman.
Eg minnist, tá ið hon varð koyrd
við hestavogni oman til postbátin
til Havnar á sjúkrahús. Tá var hon
ikki før fyri at ganga. Hana sóu vit
ikki aftur á lívi.
Jógvan, Skorpus Jógvan kallaður,
giftist inn á Skála og var seinni
kendur bilstjóri í Havn. Ein sonur
hansara var tann kendi sangarin
Herálvur Andreassen. Ebba fór til
Svøríkis.
Komandi partur
Í 1932 fórust “Laura” og
“Immanuel” og í 1934
“Nólsoy” og “Neptun”.
Hensia minnist eisini fleiri
av teimum, sum tá ikki bóru
boð í bý.
Mia giftist við Tummas við Kráir
Jacob Martin Egholm doyði
við “Doru” frá 11 børnum
Hans Jacob Andreassen. Fyrst misti hann
konuna. Fá ár seinni fórst hann við “Ernestine”
frá fýra børnum, sum nú vóru foreldraleys.