Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fólkaflokkurin fór til val uppá, at tað skuldi loysa seg at arbeiða og vann valið uppá hesa valskrá. Har var onki goymt og vit vóru opin og erlig. Tá tað verður sagt, at tað skal loysa seg betri at arbeiða, so liggur tað í tí, at tær síðst vunnu krónurnar ikki skulu skattast so hart sum nú. Fólk vóru troytt av, at tað eftir­hondini ikki loysti seg at arbeiða. Tey, sum forvinna meira enn 250.000 eru 14.500 fólk í tali, og tey gjalda gjalda 80 prosent av øllum skatt­in­ um. Hesar inntøkur gjalda soleiðis sín stóra part til sam­ felagshúsarhaldið. Hervið meini eg sjálvandi ikki, at inntøkur undir 250.000 skulu skattast harðari.  Við at innføra flatskatt fara vit 7 pláss niður á list­ an­um, sum vísir marginal­ skatta­trýstið í ymsum lond­ um, men vit koma fram­vegis at liggja langt oman fyri miðjuna. Sjálvt aftaná flat­ skattin eru tað 14 lond á hesum listanum við lægri marginal­skattatrýstið enn Føroyar. So tað er væl-skilj­ andi, at nú er tíðin komin til at gera tað liviligari í Før­ oy­um. Føroyingar eru stutt sagt troyttir av at gjalda so ovurhonds høgan skatt.  Sjálvt tey sokallaðu” væl­ bjargaðu” við teimum breiðu herðunum, sum tjóðveldi og javnaðarflokkurin so spei­ rekandi plaga at taka til, eru nú eisini hoykna undir skatta- og avgjaldstrýstinum. Tey eru noydd at søkja um stuðul fyri at kunna halda eini virðilig jól saman við børn­ unum. Her er talan um væl­ lærd fólk við góðum arbeiði, men onki leypir av. Tey gjalda ein so stóran part til felags­kassan nú, at tey hava ikki ráð til sín sjálvan.  Vit hoyrdu um einliga mammu, sum forvann kr. 35.000 um mánaðin og ikki fekk tað at hanga saman. Hon fær við flatskattinum munandi meira til sína familju. Lærda fólkið heimaftur? Vit tosa um at fáa okkara lærda fólk heimaftur ?? Heilt erligt, heimaftur til hvat? at blíva knokkroytt í skatti? Tað hevur verið slagorðið hjá fleiri poltikarum, at vit skulu hava okkara lærda fólk heimaftur. Tit mugu ikki vera so bláoygd at trúgva, at fólk við góðari út­búgving og góðari løn tíma at flyta til Føroya fyri at blíva knokkroytt í skatti og av­ gjøldum.  Nei nei her má og skal vend koma í, fyri at nakar yvir­høvir tímir at búleik­ ast her og tað er tað fólka­ flokk­urin vil. Og gloymið ikki, at tað eru teir breiðu herð­arnir, sum eftir hondini ikki orka meir og ikki kunnu búgva í landinum fyri høgum skattatrýsti. Hesi gjalda sín stóra part til væl­ferðar­sam­ felagið. Øll skulu hava tað gott Vit ynskja , at øll skulu hava tað gott, í øllum lønarløgum. Í løtuni gjalda tey, sum vinna kr 100.000 næstan bara kommunuskatt. Við flat­ skattinum verða tað 5000 av teimum lægstløntu, sum ongan landsskatt koma at gjalda.   Botnfrádrátturin verð­ur hækkaður, soleiðis, at ong­in landsskattur verður gold­in áðrenn ein hevur for­ tjent 65000. Pensiónir, sum eru inn­goldnar verða ikki rørdar Fyri at sláa tað fast, so verða pensiónirnar inntil 1. Jan. 2012 ikki rørdar. Tað eru pen­ siónirnar, sum verða inn­ gold­nar eftir 1. Januar 2012, sum verða skattaðar við inn­ gjaldi. Tað verður stórt sæð ongin munur um pensión­ir­ nar verða skattaðar við inn­ gjald heldur enn útgjald. Og munurin við hesum uppskoti okkara er, at samgongan hev­ ur valt, at nú skal tað verða fólkið, sum fær ágóðan av hesum skattinum. Sam­gong­ an ynskir, at hesin skatturin kemur fólkinum til góðar nú við skattaumlegging soleiðis, at tað fer at loysa seg betri at arbeiða. Vit ynskja heldur, at fólkið fær hesi 40 prosentini nú so tey fáa meir livilig kor, ístaðin fyri at landi fær henda p e n i n g i n um eini 30 ár. Orsøkin er heilt einfalt tann, at tað skal loysa seg betri at arbeiða og útbúgva seg. Her er ikki nóg liviligt, tá vit hugsa um skattatrýstið. Veruleikin er eisini, at vit blivu færri og færri.  Ein annar møguleiki var eisini at lænt pening til hettar, men tað vilja vit ikki, tí vit vilja hava hallið har piparið grør.  Hetta er mátin vit vilja gera tað uppá. Fólkaflokkurin hevur allatíðina verið opin og erligur um, hvussu vit vilja føra flatskattin út í lívð. Vit hava frá fyrsta degi greitt frá, at tað verður skatturin við inngjald av pensiónum , sum skal fíggja hetta. Og tað er tað vit fyrihalda okkum til. Í so máta er onki broytt. Gevið okkum møguleikan Sigi sum løgmaður, gevið okk­um møguleikan at vísa okkara politik. Sjálv yvist eg onga løtu í, at hetta fer at gera tað meira liviligt hjá øllum, og tað verður hugaligari at vera føroyingur. Samstundis fer hetta at eggja okkara fólki, sum búgva aðrastaðni at koma hendavegin at bú­ leikast og ikki minst - gjalda sín skatt her.  Vit skulu ikki gloyma, at tíðirnar eru nógv broyttar og at tað fellur okkum sera lætt at arbeiða í øðrum lond­um, og koma heim við jøvn­um millumbili, uttan at heim­longsulin bilar. Um hesi framhaldandi blíva knokk­ roytt í skatti, so rykkja tey pelarnar upp og flyta og úrslitið er kanska nógvar mist­ar framtíðar skatta-inn­ tøkur. Um vit spæla okkum av við hesar, verður kanska neyð­ugt at skatta aðrar inn­ tøk­ur enn harðari.  Tað má og skal gerast attraktivt at flyta til Føroyar og búgva her og gjalda sín skatt her. Fólk skulu ikki flyta til Føroya bara av idealismu - tað livir ongin av, men tí tað loysir seg at búgva her og tí tað er liviligari her.  Sum sæst á talvunum, so verður tað tíverri soleiðis, at hóast vit innføra flatskatt, so hava vit framvegis hægri marginalskattatrýst enn tey londini vit vanliga plaga at samanbera okk­um við. Hesi lond eru vælferðar­sam­ feløgini Svøríki, Norra og Danmark. Onnur lond, sum eisini hava lægri skattatrýst enn vit, sjálvt eftir flatskatt eru Italia, Frakland, Holland, Tjekkia, Portugal, Spania, Grikkaland, Slovakia, UK, Póland og USA. Av norðanlondum er tað bara Finnland, sum hevur eitt hægri skattatrýst enn Føroyar aftaná flatskatt. Sum tað er í løtuni, er tað bara Belgia, sum hevur hægri marginalskattatrýst enn vit.  Flatskatturin setir virksemi í gongd Flatskatturin fer at seta virk­ semi í gongd, við tað at fólk hava meir pengar um hendi. Tey fara at hava betri ráð til hart tiltrongdar ábøtur á hús teirra, skifta vindeygu, hurðar og tak. Hetta gevur arbeiði til handlar og handverkarar og setir soleiðis virksemi í gongd.  Fólk sum arbeiða niður­ setta tíð, fáa betri hug at arbeiða fulla tíð, tí tað fer at loysa seg betri. Sum støðan er nú, eru tær síðstu krónurnar ógvuliga súrt tjentar, tí tær vera so hart skattaðar. Nógv velja heldur at vera heima enn at skræða seg sundur fyri nakrar fáar krónur. Kann tilsíðst nevna, at vit rinda nógv meir enn danir í inntøkuskatti og sjálvt við flatskattinum, koma flestu føroyingar at gjalda meira skatt enn danir. (Sí talvu) Sjálvt »vælbjargað« hokna Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Løgtingskvinna Kjak