mikudagur 21. desember 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit eiga nógv at vera errin av
og takksom fyri í Føroyum.
At tað hevur eydnast at
skapa so nógv í Føroyum, og
at vit hava møguleikan at liva
við egnum samleika, mentan,
ábyrgd,
samhaldsfesti
og
virkismøguleikum sum eitt
fólk millum onnur – her
í miðjum Atlantshavi við
sínum stóra náttúruríkidømi.
Hetta, hóast vit hava havt
eina
í
mongum
førum
ábyrgdarleysa politiska skip
an, sum hevur stríðst ímóti
framstigum, og hevur rent
landið út av ella út á eggina
búskaparliga
við
jøvnum
millumbilum.
Alt tað, sum er skapt og
hevur varðandi virði í Før
oyum, er skapt av fólkinum
her í landinum. Bæði tað
handaliga, tað andaliga, tað
vinnuliga og tað sosiala.
Og sjálvandi eisini tað bú
skaparliga. Síðani 1997 hava
vit
sett
tann
sonevnda
blokkstuðulin til viks í før
oyska
búskapinum.
Vit
hava rindað risaskuld aftur
við renturs rentum. Og vit
hava átikið okkum nýggjar
ábyrgdir, ið hava gjørt okkum
nógv óheftari av veitingum
uttanífrá.
Eitt bragd – hóast
politiska vanstýring
Síðani 1997 til í dag, er
virðið av tí, sum vit sjálvi
framleiða – tann sonevnda
bruttotjóðarúrtøkan – nær
um tvífaldað. Og luturin hjá
tí sonevnda blokkstuðlinum
er minkaður niður um 5%.
Tað vil siga, at av hvørj
um 100-krónuseðli, sum vit
skapa virði fyri í føroyska
samfelagnum, eru bara 5
krónur sonevndur blokk
stuðul. Vit skapa sjálvi tey 95
prosentini.
Og hetta er hent meðan
ein
heil
alivinna
fór
á
heysin í 2003. Fiskiskapurin
av toski og hýsu er síðani
2002 minkaður við einum
avreiðingarvirði uppá 600
mió. um árið – í stóran mun
orsakað
av
einum
heilt
skeivum fiskivinnupolitikki.
Ein stórur banki er farin á
heysin og nógv fólk hava
mist stórar upphæddir. Og
vit hava havt ábyrgdarleys
landsstýri, ið sambært Bú
skaparráðnum hava elvt til
ovurhiting í búskapinum
(altso, at alt ov nógvur
peningur er sprændur út
í samfelagið og ongin til
tøk gjørd at broyta grund
leggjandi viðurskiftir í sam
felagnum, tálma bankunum
ella leggja pening til viks.)
Nú vilja teir aftur
í fortíðina
So vit áttu at verið errin og
vónrík av, hvat hetta sam
felagið og fólkið í landinum
klárar, hóast ótrúliga trupl
ar
umstøður
og
skeivar
politiskar avgerðir. Um vit
taka veruliga ábyrgd og bara
fremja nakrar av teimum
neyðugu nýskipanunum, so
eru øll útlit til, at vit megna
væl at taka seinasta takið til
at skipa okkum sum sjálv
støðuga tjóð – og at skapa
eitt gott livistøði fyri øll.
Men nýggja samgongan
millum
Sambandsflokkin,
Fólkaflokkin, Miðflokkin og
Fólkaflokkin vil tað øðrvísi!
Nú skal grundarlagið undir
einum
samhaldsføstum
samfelag,
avmonterast:
Flatskattur til tær hægru
inntøkurnar skal fíggjast við
at skatta pensjónirnar hjá
øllum beinanvegin. Størsti
parturin av arbeiðandi fólk
inum skal gjalda beinanvegin
av sínum pensjónspengum
fyri
at
ein
bankastjóri
skal fáa tildømis 8000 kr. í
skattalætta um mánaðin –
uttan yvirhøvur at arbeiða
ein tíma meira! Sig so, at tað
loysir seg at arbeiða og spara
upp til egna pensjón.
Biddarabræv Bárðar
Og samgongan hevur nú sent
sítt biddara- og ómegdarbræv
til
danskar
politikarar.
Eins og í 1800-talinum, tá
ein bólkur av føroyingum
skrivaði til Kong undir felags
nevnararnum “Vi Fattige Folk
Udi Færø” og mæltu staðiliga
frá
at
avtaka
kongliga
Einahandilin. Tá vóru av
sendararnir í veruleikanum
ein samfelagsbólkur, ið hevði
mesta fæið í samfelagnum,
og sum var ræddur fyri at
missa framíhjárættindi, um
handilin gjørdist frælsur.
Og tað sama er galdandi
nú. Formligur sendari av
biddarabrævinum er Bárð
ur Nielsen, fíggjarnevnd
arformaður, vegna samgong
una.
Hann skrivar í brævinum,
at allir trupulleikar í føroyska
búskapinum eru íkomnir, tí
at sonevndi blokkstuðulin
er vorðin minni partur av
føroyska búskapinum.
Føroyska fólkið megnar
ikki at klára seg – og kann
ikki fáa vælferðartænastur,
heilsubót ella eitt minni
skattatrýst, um ikki danskir
politikara vísa vælvilja og
senda meiri pening til Før
oya árliga (!). Og vilja teir
ikki senda meira pening, so
fer hetta at skaða álitið hjá
føroyingum á Danmark.
Altso: Fáa vit stakkals
føroyingarnir
ikki
meira
pening frá tykkum, so hava
vit ikki álit á Danmark (!),
sigur Bárður Nielsen vegna
Sambandsflokkin,
Fólka
flokkin, Miðflokkin og Sjálv
stýrisflokkin.
Ov nógv peninganýtsla
hevur skapt okkara kreppur
Hetta er annars sami
Bárður
Nielsen,
ið
sat
sum fíggjarmálaráðharri í
Føroyum frá 2004 til 2007.
Sum slepti allari stýring
av føroyskum búskapi og
eggjaði til størri og størri
nýtslu. Sum hartaði teir
bankar, ið ikki vildu læna
enn meira pening út. Sum
helt tað vera rætt at fremja
serskipanir í skattinum fyri
at eggja fólki at læna sær
pening til at spekulera í
partabrøvum. Sum futtaði
allar pengarnar av fyri søl
una av táverandi Føroya
Banka og setti onki til viks.
Og sum ongar bygnaðarligar
broytingar framdi í føroyska
búskapinum.
Í biddarabrævinum slær
hann fast, at hann onga
ábyrgd hevur av nøkrum
trupulleikum í føroyskum
búskapi, men at “Den polit
iske beslutning om reduk
tion af bloktilskuddet i 2002
er hovedårsagen til den
negative udvikling på ind
tægtssiden.”
Sum
Búskaparráðið
og óteljandi frágreiðingar
hava sligið fast um bæði
búskaparkreppuna í 90’unum
og núverandi kreppuna, so
eru tær ikki íkomnar av pen
ingatroti. Tær eru íkomnar
av ov nógvari og ótamdari
peninganýtslu, ið ikki hevur
veruliga virðisskapan aftan
fyri seg. Og vit kunnu bara
ímynda okkum standin, um
fleiri blokk-pengar høvdu
verið oystir út seinnu árini.
Niðurstøðan í
Bárðarbrævinum
Niðurstøðan í biddarabræv
inum er soljóðandi:
“Den politiske beslutning
om at reducere tilskuddet
til Færøernes Hjemmestyre
samt bortfaldet af pristals
reguleringen har over tid
haft en betydelig negativ
indflydelse på Færøernes
offentlige økonomi
Færøerne har mistet ind
tægter i milliardklassen
Hvis
tilskuddets
lave
niveau samt ”fastfrysningen”
af pristalsreguleringen fast
holdes, forværres den nega
tive indflydelse på Færøernes
økonomi
Sundhedsvæsenet
ram
mes særlig hårdt, og borgere
på Færøerne oplever og får
en stadig forværret service
De voksende udgifter til
sundhedsvæsenet belaster
landskassen mærkbart, idet
tilskuddet til bl.a. sund
hedsvæsenet fastholdes på
samme niveau år efter år.
Reallønnen er lavere, og
det er dyrere at leve på Fær
øerne end i Danmark
Skattetrykket på Færøer
ne er højere end i Danmark
og resten af Europa, og fær
ingernes
levestandard
er
generelt lavere end dansk
ernes
Færøerne har over en 10 års
periode oplevet en stilstand i
befolkningstilvæksten.
Ovenstående økonomiske
fakta underbygger Færøer
nes Landsstyres ønske om
at størrelsen af tilskuddet
til Færøernes Hjemmestyre
ajourføres, så det fremover
bedre afspejler de faktiske
udgifter til de bloktilskuds
finansierede områder.”
Sjálvsvirðing og
framtíðarvón
Sambandsflokkurin
–
og
nú
eisini
Fólkaflokkurin,
Miðflokkurin og Sjálvstýris
flokkurin – siga altso, at fleiri
danskir pengar eru fortreytin
fyri at fólkið kann liva, og
vælferðin mennast í Føroyum
í rímiligari javnstøðu við
okkara grannalond. Og har
afturat, at danskir pengar
eru fortreytin fyri, at sam
bandsflokkarnir
kunnu
hava undirtøku millum fólk
og reka sín politikk.
At hesir flokkar soleiðis
vilja selja sína sál, er teirra
skomm.
Men vit skulu nokta fyri
og mótmæla harðliga, at teir
við síni framferð royna at
taka okkara sjálvsvirðing og
framtíðarvón frá okkum.
Tey virðini og tey rætt
indini, vit eiga, hevur før
oyska fólkið sjálvt skapt.
Og vit eru ikki verri ella
ússaligari enn onnur. Vit
kunnu øll liva við sømd og
menning í hesum landi, um
vit duga at umsita og býta
okkara ríkidømið rætt og
skilagott.
Ein rættur er nevniliga
ikki tað, sum onkur kann
geva tær. Ein rættur er tað,
sum ongin kann taka frá
tær.
Tit skulu ikki taka sjálvsvirðingina
og framtíðarvónina frá okkum!
Høgni Hoydal
Heldur enn at vera takksom, víðskygd og errin um alt tað, sum er skapt av fólkinum í Føroyum, hevur
ABDH-samgongan sent eitt biddarabræv til danskar politikarar. Har verður føroyska fólkið gjørt til
stakkaladýr, sum ikki kunnu klára seg, fáa heilsubót ella fáa skattalættar uttan hægri blokkstuðul.
Og samstundis stríðist samgongan fyri at skapa nýggjan og øktan stættarmun í Føroyum