Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Málið um fígging av Heilsu­ økinum, sum framhaldandi er danskt málsøki, hevur av donsku myndugleikunum – eftir umbøn úr Føroyum verið niður raðfest. Niðurlagingin av blokk­ in­u­m, sum beinleiðis verður nýttur til at rinda fyri donsk ábyrgdarøki í Føroyum, er við at koyra alt tos um føroyskt sjálvbjargni av sporinum.  Skiftandi føroysk lands­ stýrið hava yvirtikið ábyrgd­ ar­øki og harvið eisini fígg­ ingina av fleiri og fleiri ábyrgdarøkjum til frama fyri land og fólk. Allir flokkar uttan Tjóðveldi hava verið samd­ir um hesa varligu kós móti størri sjálvbjargni, men nú er spurningurin um danska stjórnin er um at skeikla hesa tilgongdina. Við ikki at liva upp til sína ábyrgd av eitt nú Heilsuøkinum, hevur danska stjórnin í veruleikanum stuðlað undir eini gongd, sum kann máa støðið undan gongdini til politiskt og búskaparligt sjálvbjargni. Heilsuøkið sum er sjálv ímyndin av norðurlendska vælferðarsamfelagnum, fer komandi árini at hava stór­an tørv fyri fígging – serliga í Føroyum – har vit á so mongum økjum eru eftir­bátar. So leingi sum danska stjórnin hevur ábyrgd av Heilsuøkinum er neyðugt at stjórnin eisini skilir tørvin hjá føroyska samfelagnum. Um danska stjórnin saman við føroyska Javnaðarumboðinum í Fólka­ tinginum ætla at føroyingar í hesum tíðum skulu sigla sín egna sjógv á heilsuøkinum er vandi fyri at føroyska tilgongdin til sjálvbjargni kemur í álvarsaman vanda.  Norðoya  Sambandsfelag fer tí at heita á løgtingslimir um at standa saman við lands­stýrinum í áheitan tess á donsku stjórnuna um at kenna sína ábyrgd og at veita føroyingum tað trygd, at so leingi sum Heilsumál er danskt ábyrgdarøki fara danskir myndugleikar at liva upp til sína ábyrgd. Tað hevur týdning fyri alt føroyska samfelagið at allir týðandi táttir í samfelagnum í hesum døgum fáa tað fíggja­ rliga rásarúm sum neyðugt er.  Við vón um at vit og skil vinnur frama. Er danska stjórnin við at avmontera ríkisfelagsskapin John William Joensen Formaður í Norðoya Sambandsfelag Undirritaði hoyrdi megin­ partin av orðaskiftinum, sum var í løgtinginum um millum annað flatskatt og skatting av pensjónum. Ongantíð áður havi eg sæð ella hoyrt ein landsstýrismann vísa and­støðuni á løgtingi so lítla virðing. Tað var skamm­leyst útyvir øll mørk. Í staðin fyri at svara mongu iva­spurn­ ingunum frá andstøðuni, førdi landsstýris­maðurin seg fram sum ein annar skúl­a­ lærari, sum skuldi læra næm­ ingar sínar góðan atburð. Tá ið tingmenn úr  and­støð­uni settu spurn­ingar aðru ferð, stóð lands­stýris­maðurin há­ stór­ur við einum for­hánis­ ligum smíli, uttan at svara spurn­ing­unum. Á forsíðuni á Dimma­ lætting tann 8. desember stendur citat: Pensiónir og flatskattur: Uppskotið at skatta pensjónir við inn­ gjald er so fongt við fyri­ varnum og óvissum, at um­sitingin ikki vildi leggja navn til tað, fyrr enn tey høvdu fingið harraboð um at gera tað kortini. Úrslitið er eitt uppskot, sum eingin kennir avleiðingarnar av, citat enda.   Tað visir seg at umsitingin hevur heilar 19 viðmerkingar, har óvissan er so stór, at tey siga seg ikki at kenna avleiðingarnar av hesum. Hædd er ikki tikin fyri pensjónum, sum føroyingar eiga í donsk­ um pensjónskassum, eins og nærum allur arbeiðs­ marknaðurin er ímóti at skatta pensjónir við inngjald. Harumframt er einki annað land í heiminum, sum hevur gjørt av yvir eina nátta, at skatta pensjónir við inn­ gjald.  Sær ikki mætari út enn, at landsstýrismaðurin undan løgtingsvalinum hevði funn­ ið uppá eina “smarta loysn”, fyri ikki at missa valdið í flokkinum.   Henda loysnin var at Føroyar sum tað einasta land í heiminum skuldi skatta pensiónir við inngjaldið. Hetta var gjørt, sjálvt um embætisfólk í Fíggj­ armálaráðnum ávaraðu um, at   við ætlaðu broytingum at skatta pensiónirnar var upp­skotið so víðfevnt, at tað ikki bar til at gera eitt haldgott lógaruppskot eftir so stuttari tíð. Men  hóast tað so fekk umsitingin harraboð um at fremja uppskotini um pensiónir og flatskattin. Sum ein fjølmiðul viðmerkti, so varð tað eitt makkverk, sum fíggjarmálaráðharrin kroysti burtur  úr umsiting síni. Álvaratos, tá lond sum Grikkaland, Spania, Italia og Portugal, sum eru um at fara á húsagang ikki vilja skatta pensjónir við inngjald, átti tað ikki at sagt okkum at ætlanin hjá fíggjarmálaráðharranum er burturvið.   Og ein kann spyrja seg sjálvan um fjøldin av ráðgevarum í nevndu lond­on eru idiotar, ella at okkara fíggjarmálaráðharri er størri flogvit enn teir allir til­samans. Men hinvegin so hevur motto hansara altíð verið, at gongur tað so gongur tað, og gongur tað ikki so gongur tað allíkavæl. Tað var tann tíð at sami politikari var tikin í óreglu­ semi, tá hann á náttartíð “tók” eina flakamaskinu, sam­ stundis sum hann við hesa “tøku” beindi fyri skrokk­ nummarinum á maskinuni. Ein álvarslig gerð, sum fyri onkran annan hevði fingið álvarsligar avleiðingar. Eig­ arin av nevndu maskinu valdi ikki at melda málið til løg­regluna, og tí var málið tagt burtur. Nakað aftaná og dagin fyri, sum sami politikari var kosin fiskimálaráðharri, bjóðaði hann sær til at inn­ viga eitt partí av toski, so­ leiðis at tað í staðin fyri tosk so hevði upsi staðið á inn­vigingarseðilinum, um tilboðið gjørdist veru­ leiki.   Fyri hesa tænastu kundi hann so fáa  kr. 2 – 3 í sín part av hvørjum kilo. Orsøkin til hetta gávumildni var, at skiparin mest sum í skemti greddi frá, at hann tann túrin hevði fingið í so nógva íblanding av toski, sum kvota var á tá. Sum eg skilti á skiparanum, so var hann ikki sørt skelkaður, tá hann fekk hetta tilboðið, og serstakliga tá sami maður sum kom við tilboðnum, dagin eftir skuldi taka við evsta valdinum innan fiskivinnuna. Síðan tá havi eg mist alla virðing fyri hesum politikara . Hevði annars ikki ætlað mær at komið alment fram við hesi vitan, og eg skilji væl, at fólk fær tað fatan at tað er sera primitivt og óhóskandi. Men hinvegin vísur omanfyri standandi ikki bara manglandi seriøsi­ tet, men tað vísur ein persón sum hevur stórar trupuleikar við at síggja mun á skemt og veruleika. Enn eitt gott dømi um hetta er tann vit­ leysa politiska telving íð fer fram í hesum døgum við fíggj­armálaráðharranum á odda, samstundis sum velj­ ara­fjøldin undan løgtings­ valinumdimma@ var drigin uppá trá við eini skatta­ skipan sum tá saman um kom, hevði frávalt lá og mið­al inntøkurnar fyri ein skattalættað. Tískil gjørdist Lovaða skattaskipanin møguliga størsta bluffnummar í før­ oyskum politikki nakran­tíð. Nú vísir veljarakanning, at 2/3 veljarum eru ímóti tí so høgt lovaða flatskattinum og skattingini av pensjónunum við inngjald.Samstundis eru øll fagfelagsrørðslan í móti at skatta pensiónirnar við inngjaldið. Tað eru ikki smávegis “hovsa loysnum”, sum nevndi politikari hevur framt seinastu árini. Millum annað var misálit reist ímóti honum, soleiðis at hann var noyddur at taka seg aftur sum landsstýrismaður í Fiski­vinnumálum. Sum utt­ an­ríkisráðharri var hann noyddur at leggja frá sær, tí hann segði seg ikki kunna røkja formansstarvið í flokk­ inum á skilagóðan hátt. Eftir hann lá eitt uttanríkisráð í sorli.   Eg spyrji bara, hvussu langt kann ein politikari fara moralskt og etiskt, uttan at tað fær avleiðingar, og kann samgongan liva við hesum. Nú slitnaði posabandið Frank Davidsen