Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lova at avtaka flat­skattin aftur sum skjótast STOKKUTUR HITI So skjótt, sum hendan samgongan skrædnar, verður skipanin við flatskatti avtikin aftur alt fyri eitt Áki Bertholdsen Hóast samgongan nú sam­ tykkir at seta eina nýggja skipan við flatum skatti í gildi, er tað alt, sum bendir á, at hetta bara verður ein fyribils skipan Allir tríggir flokkar­nir í andstøðuni, Javn­aðar­flokk­ urin, Tjóðveldi og Framsókn lova nevniliga, at skipanin við flatskatti verður bara ein stokkutur hiti, tí hon skal avtakast aftur so skjótt, sum høvi yvirhøvur býðst. Tað gera umboð fyri allar tríggjar andstøðuflokkarnar púra greitt fyri Sosialinum í dag. ­– So skjótt, sum hendan sam­gongan skrædnar, og vit fáa ávirkan aftur í sam­ gongu, verður skipanin við flatskatti broytt aftur, siga umboð fyri allar tríggjar samgonguflokkarnar. Úr Javnaðarflokkinum vátta bæði Rigmor Dam, ting­kvinna og Aksel V. Jo­ hannesen, floksfor­maður, at so skjótt, Javnaðarflokkurin fær ávirkan aftur, verður skipanin við flatskatti broytt aftur. Tað sama sigur Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, sum er talskvinna hjá flokkinum í hesum máli og sum umboðar flokkin í Fíggjarnevndini. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, heldur eisini, at skipanin skal broytast, men hann leggur dent á, at broytingar mugu gerast alt fyri eitt. Ikki aftur til tað gamla Hóast allir tríggir and­støðu­ flokkarnir eru samdir í, at skipanin við flatskatti skal burtur aftur sum skjótast, eru teir eisini fullsamdir um, at vit skulu ikki aftur til skattaskipanina, vit hava nú. Allir tríggir flokkarnir eru samdir um, at lønin hjá fólki er ov hart skattað. – Skatturin á lønum má lækkast, men tað skulu vera tær lægru inntøkurnar, sum fáa tann mesta skattalættan, halda Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Tað er Poul Michelsen samdur í, men hann heldur, at tað má eisini okkurt gerast fyri tær høgu inntøkurnar fyri at varðveita tær í land­ in­um. – At seta eina skipan við fløtum skatti í gildi, er ein ein hugsjónarlig avgerð og tað ber til at broyta eina slíka skipan aftur, sigur Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum. Og hon leggur afturat, at so skjótt Javnaðarflokkjurin fær ávirkan aftur, verður sjálvsagt farið undir eina núggja skattaskipan, sum er meiri rættvís, sum hon málber seg. Rigmor Dam ivast ikki í, at tað verður ongin trupulleiki at fáa stóra undirtøku fyri at leggja skattin um, tí øll eru samd um, at skatturin av lønum er ov høgur. Tað, sum tey í Javn­aðar­ flokkinum hugsa um, tá ið tey tosa sum eina rættvísa skipan, er, at tað skulu vera lág og miðalinntøkurnar, ið fáa skattalættan og ikki tær hægstu inntøkurnar, sum ikki hava brúk fyri tí. Aksel V. Johannesen, for­ maður Javnaðarfloksins stað­festir somuleiðis, at so títt og knapt tey fáa ávirkan aftur, verður skattaskipanin broytt. Men hann leggur eisini stóran dent á, at samstundis er tað neyðugt, at skattalættin verður fíggjaður og tað skal gerast við at umleggja skattin til onnur gjøld, eitt nú tilfeingisgjøld. Sjálvur heldur hann, at tað einasta rætta er at seta ein nevnd við umboðum fyri øllum flokkum og við bú­ skaparfrøðingum og skatta­ serfrøðingum at gera eina nýggja skattaskipan, sum kann fáa dygga, politiska undirtøku. Langtíðarloysn Kristina Háfoss heldur, at skattaviðurskiftini eru so mikið grundleggjandi fyri einstaklingar, vinnulív og