Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 alt samfelagið og tí er tað serstakliga óheppið, at tey ikki liggja í eini fastari og tryggari legu. ­– Tað ber ikki til at skatta­ viðurskiftini verða broytt í tíð og ótíð. – Men vit eru púra sann­ førd um, at hendan flat­ skattaskipanin, sum nú verður skrumblað ígjøgnum tingið, skal ikki verða okkara framtíðar skattaskipan og tí skal hon broytast, so skjótt høvið býðst. Hon samd við Javn­að­ar­ flokkin í, at tað er neyðugt at seta eina nevnd, sum kann finna eina langtíðarsemju og tað hevur hon eisini skotið upp. – Vit mugu finna semja eina nýggja skattaskipan, sum hevur ein bul, ið heldur í eini 10-20 ár. – Tí er tað neyðugt, at umboð fyri allar flokkar seta seg saman og finna eina semju, men meginreglan skal vera, at skatturin á lágar- og miðalinntøkur skal lækka. Kristina Háfoss leggur dent á, at skal skatturin á lønir lækkast, verður neyðugt at finna aðrar inntøkur at figgja skattalættan við, tí hallið á fíggjarlógini má ikki veksa av hesi orsøk. Hon vil ikki binda seg fasta í, hvussu skattalættin skal fíggjast, um, hvat hon hugsar um, men Tjóðveldi hevur nevnt, at tilfeingisgjald kann vera við til at fíggja ein skattalætta á inntøkum og flokkurin heldur eisini, at skatturin av kapitalvinningi má endurskoðast. Alt fyri eitt Hóast Poul Michelsen er sinnaður at vera við í eini nevnd, sum skal endurskoða skattaskipanina og finna eina langtíðarsemju, heldur hann, at tað verður neyðugt at broyta flatskattin alt fyri eitt. Hann hevur ikki álit á, at ein nevnd klárar at koma til eina niðurstøðu tey fyrstu árini. Nevndararbeiðið í sam­ bandi við kommunu­bygnaðin og eftirlønirnar ræða, tí tað hevur vart í fleiri ár, uttan at nakað úrslit er komið burtur úr. Tí er formaðurin í Fram­ sókn sannførdur um, at skattakipanin má broytast alt fyri eitt, men so kann ein nevnd setast at finna eina langtíðarsemju. – Tað verður neyðugt at lækka skattin á lønir. Men talan vera um ein skatta­ lætta, sum kann seta ferð á samfelagið og tí má hann latast teimum, sum fara at brúka hann til økta nýtslu. – Tey, sum hava størstan tørvin á skattalætta eru húski við børnum. Fáa tey skatta­ lætta, fara at brúka hann til økta nýtslu. Flatskatturin, sum nú verður settur í verk, setir ikki ferð á búskapin, tí hann fer til tær høgu inntøkurnar, sum ikki hava brúk fyri skattalætta og sum ikki fara at brúka pengarnar, men heldur spara hann upp ella rinda húsaskuld fyri hann. Poul Michelsen sigur, at skattalættin má leggjast til tær inntøkubólkar, sum eru í vanda fyri at flyta av landinum. – Tað eru fyrst og fremst húskini við børnum. Tað er so mikið nógv lættari at vera familja við børnum í Danmark, at barnafamiljur hava lyndi at flyta av land- in­um og sostatt útflyta vit okk­ara framtíð. – Men tað verður altso eisini neyðugt at fáa skattin niður á háinntøkum, so at hann verður kappingarførur við skattin í øðrum londum, so tey ikki flyta. Poul Michelsen sigur, at tað er neyðugt, at skatta­ lætt­in verður fíggjaður og tað skal hann gerast við ný­ skip­anum. – Vit skulu leggja tilfeing­ is­gjald fiskivinnu og vit skulu eisini avtaka frádráttin til sjómenn og rentustuðulin til sethúsalán fyri at fíggja ein skattalætta, sigur Poul Michelsen. aki@sosialurin.fo Randi Jacobsen Klokkan 13 mikudagin fór løgtingið at viðgera upp­skotið um flatskatt, og um sama mundið komu fleiri fólk í øllum regn­inum og savnaðust á Niels Finsengøtu. Tey flestu vóru í regn­klæðum, og ein stórur partur hevði útgjørt seg við grýtu­ lok­um, kara­mell­eskjum og róp­ar­um. Á Niels Finsensgøtu var fundur, har Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelag og sjónleikarin Bárður Pers­son hildu røðu. Hanus G. og aðrir tón­ leik­arar settu dám á løt­una. Tá ið tann fundur­in var av, fóru mót­mælis­ fólkini nærri og nærri móti løgtingshúsinum. Tey bukaðu á vegg­ir­ nar runt um alt húsið og ýldu við róparum. Gangurin bleiv bara harðari og harðari, og hóast røðararnir royndu at hevja røddina, var ógjørligt at hoyra, hvat sagt var av pallinum og frá viðmerkjarunum í tingsalinum. Frægastur at rópa hart inni var ting­mað­ ur­in Henrik Old, sum byrjaði røðu sína við, at hetta var styttsti dagur og myrkasti dagur á árinum bæði so og so. Inni og út at buka Áhoyrarplássini vóru øll fulsett. Mót­mælis­ fólk­ini skiftust at fara inn at sita og so aftur út at buka. Mótmælini tóktust ikki at rína við. Onkur tingfólk hugdu út gjøg­ num vindeyguni og høvdu hug at flenna. Onk­ur andstøðufólk nýttu høvið at heilsa upp á mótstøðufólkini. Eina ferð kom Bill Just­inussen yvir til áskoð­ara­plássini og spurdi smílandi, um her vóru nakrir pedagogar. Jú, fekk hann at vita. – So skilji eg betur, at tit kunnu sita her, tá ið tit bara arbeiða 30 tímar um vikuna. Hann varð spurdur, um hann fekk við, hvat var sagt. Nei, men tað hevði ongan týdning, tí hann visti, hvat hvør segði, segi Bill Justinus­ sen. Ein svartur styttsti dagur Løgtingið læt ikki við seg koma á tingfundinum mikudagin, hóast mótmælisfólk buldraðu uttanfyri Flatskatturin avtakast - Teir tríggir samgonguflokkarnir eru samdir um, at flatskatturin skal bara verða ein fyribils skipan og so skjótt, teir fáa ávirkan í eini samgongu aftur, skal hann takast av, so at skattalætti kann latast lág- og miðal inntøkunum Tað ber ikki til at skattaviðurskiftini verða broytt í tíð og ótíð