Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jólafrí 27. – 30. desember Avgreiðslan er stongd frá týsdegnum 27. desember til fríggja­ dagin 30. desember, báðir dagar íroknaðir. Opið verður aftur sum vanligt mánadagin 2. januar. Telefonavgreiðslan er tó opin frá kl. 10.00 – 12.00. sansir.fo Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo www.runavik.fo k r e a . m y n d : s a v n s m y n d tekniskur leiðari TIL RUNAVÍKAR KOMMUNU Høvuðsverkevni • Leiðsla á Teknisku deild • Býar- og byggiplanlegging • Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði • Fíggjarliga stýring og eftirlit við tekniska økinum • Stýring av kommunalum viðlíkahaldsarbeiði • Luttøka í dagligum umsigarligum uppgávum v.m. • Projekteringsarbeiði og eftirlit • Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingararbeiði Førleikakrøv • Verkfrøðingur, arkitektur, byggi- frøðingur, ella onnur viðkomandi útbúgving • Royndir í omanfyri nevndu arbeiðsøkjum • Førleika í projekteringsarbeiði og byggilist • Munnligan og skrivligan málførleika • Hollan telduførleika • Opin og fyrikomandi • Evni at eggja og ganga undan • Leiðsluroyndir/-førleikar Løn sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til borgarstjóran á telefon 41 70 00. Starvið verður at seta 1. mars 2012, ella eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skal verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 23. januar 2012. Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum. Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er trið størsta kommuna í landinum og búgva uml. 3.800 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjøl- broytt arbeiðspláss, starvast 2 byggifrøðingar, umframt leiðaran. Harumframt hava umleið 15 starvsfólk beinleiðis tilknýti til leiðaran á Teknisku deild. Vestmanna Fiskavirki liggur á havnarøkinum í Vestmanna og er samansett av tveimum bygningum: ·nýggj frostgoymsla, ið kann goyma 1500 plattar av frystum ·framleiðsluhølir við løggilding til Evropa og Russlands Útgerð, sum við fáum fólkum kann virka heilan og heysaðan gulllaks og uppsjóvarfisk, umframt flak og fars av hesum fiskasløgum. Útgerð ·tvær Baader 32 flakamaskinur ·útgerð til skiljing og avísing við tilhoyrandi bondum ·sjálvvirkin vigingar- og pakkingarútgerð · innfrysting við flow-blokkfrystara – 60 tons um samdøgrið, sum lætt kann økjast til uml. 100 tons um samdøgrið ·robottur til platting ·frystitunnil til 10 tons um samdøgrið Virkið hevur virkað uppsjóvarfisk seinastu tíðina og er tí klárt til framleiðslu. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Leiv Mohr á Vinnulívsdeildini í BankNordik á tel. 330 330. www.banknordik.fo Vestmanna Fiskavirki til sølu Við hesum verður Vestmanna Fiskavirki lýst til sølu við tilhoyrandi útgerð.