fríggjadagur 23. desember 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
Strendur: Klokkan var ikki
farin nógv av seks gjára
morgunin, tá hjúnini Súsanna
og Niels Martin Olsen vóru
tikin á bóli, í orðsins sanna
týdningi.
Á miðjari nátt høvdu børn
teirra og onnur sett upp eitt
heiðursportur
við
húsini
undir Torvbrekku á Strond
um. Hetta var tó bert fyrsta
stigið í ætlanini at heiðra
silvurbrúðarparið.
Nakrar fáar tímar seinni,
árla á morgni savnaðust
børn, familja og onnur líka
norðan úr Tjørnuvík og Hal
dórsvík uttanfyri húsini og
skóru í at syngja tveir sangir
í hesum sambandi.
– Tey hava dugað sera
væl at hildið tað hemmiligt.
Vit merktu so ikki nakað á
nøkrum teirra dagin fyri.
Alt hevur gingið so sera
friðarliga fyri seg, greiðir ein
ovurfegin Súsanna frá.
Aftaná var ein góður
drekkamunnur á skránni, og
soleiðis var allan fyrrapartin
fram ímóti middegi í gjár,
tá Súsanna fór til Havnar
at keypa tær seinastu jóla
gávurnar, saman við mann
inum, ið arbeiðir í høvuðs
staðnum.
– Hetta hevur verið ein
fínur dagur, sigur hon. – Nú
gleða vit okkum bara til
fríggjakvøldið í næstu viku, tá
vit verða eini 280 fólk savnaði
saman í Bygdarhúsinum í
Leirvík.
Kongabræv
Súsanna minnist væl tann
minniliga dagin í 1986, tá
hon sum bert 16 ára gomul
og Niels Martin sum 20 ára
gamal giftust.
Av tí at hon var so mikið
ung, mátti serloyvi fáast
til tey bæði ungu at ganga
saman í hjúnaband – eitt
sonevnt
Kongabræv.
Tey
máttu eisini fáa loyvi frá
foreldrunum fyri at kunna
giftast.
Tað var presturin á stað
num, Petur Petersen sum
skipaði pappírsarbeiðið, með
an Jógvan Fríðriksson, sum
nú er bispur okkara, gifti tey
í Sjóvar kirkju.
At Súsanna bert var 16 ára
gomul sum brúður, fekk sum
vera man prátið at ganga.
– Tað vóru tey sum vóru
sannførd um, at eg var við
barn, og at tað var orsøkin til
at eg giftist sooo ung, sigur
Súsanna, sum eins og Niels
Martin bæði eru vaksin upp
við trúgvandi foreldrum.
– Men tað var eg ikki.
TAÐ var ikki orsøkin til at
vit skuldu giftast, og eingin
pressaði okkum til tað. Vit
vóru simpelthen bara so for
elskað, sigur hon við einum
brosi.
Prellaði av
Okkum vitandi er Súsanna
yngsta brúðurin her á landi.
Júst tí, kom tað sera óvart á
fólk at hon skuldi giftast fyri
25 árum síðani.
– Summi gleddust sjálv
andi saman við okkum, men
tað vóru eisini tey ið bein
leiðis tóku synd í mær.
– Tey góvu okkum ikki
nógvar tjansir fyri okkara
hjúnabandi. Tey mest dap
urtskygdu søgdu, at hetta
fór ikki at halda longur enn
nakrar fáar mánaðir – kanska
ikki longur enn til ólavsøku
árið eftir, sigur Súsanna og
brosar.
Men fyri tey bæði høvdu
hesir spádómarnir einki at
siga: – Teir líkasum prellaðu
av, tá man er so forelskaður.
Hetta kom í øllum førum
ikki langt inn um húðina á
okkum báðum.
Um hetta mundið arbeiddi
Súsanna í einasta handlinum
í heimbygdini Haldórsvík –
handilin hjá Niels Hansen.
Tað fyrsta árið búðu tey
heima hjá foreldrum hen
nara í Vík, men tá elsti son
urin, Bogi varð føddur eitt
ár seinni, fluttu tey út á
Strendur. Og her búgva tey
enn.
– Eg ivaðist onga løtu í,
at hjúnaband okkara fór at
halda. Og tað hevur tað gjørt
til denna dag.
snorri@sosialurin.fo
Vit vóru – og eru – so forelskað
SILVURBRÚDLEYP – Tað vóru tey sum ikki trúðu, at hjúnaband okkara fór at halda
longur enn til ólavsøku, sigur 41 (einogfjøruti!) ára gamla Súsanna Hammer Olsen
á Strondum. Í gjár høvdu hon og maðurin, Niels Martin, silvurbrúdleyp
FORELSKAÐ
Tað vóru ikki øll, sum vóru eins fegin um tað, tá Súsanna og Niels Martin Olsen giftust fyri 25 árum síðani. – Men vit vóru bara so
forelskað, greiðir Súsanna frá. Her eru hon og maðurin, Niels Martin avmyndað saman við foreldrum sínum
Mynd: Ruth Olsen
Tað vóru tey sum
vóru sannførd um, at
eg var við barn, og at
tað var orsøkin til at eg
giftist sooo ung