Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Amanda ber kvæða­ mentanina víðari Undan jólum kom heimsins størsta jólaskip á Klaksvík, tá Norðborg við einum hópi av jólamonnum legði til bryggju. Í sambandi við hetta varð Ársins Rósa 2011 avdúkað. GEVA VÍÐARI Amanda Gullaksen (v.m.) eigur heiðurin av, at Klaksvík í dag ikki stendur aftan fyri nakran, tá ið talan er um at geva kvæðamentan okkara trygt víðari til komandi ættarlið, segði Gunvá við Keldu í kvøðu síni Myndir: Dávur Winther Amanda Gullaksen hevur við eldhuga eggjað børnum og ungum at taka aldargomlu kvæða­mentan okkara til sín og hevur givið sítt íkast til, at føroyski dansurin enn livir væl millum manna í Norðoyggjum, segði borgarstjórin í Klaks­vík, Gunvá við Keldu, tá hon handaði Amandu heiðurs­ gávu í hesum sambandi. Niðanfyri prenta vit røð­ una sum varð hildin týs­ kvøldið 20. desember. Tað eru nú liðin sjey ár, síðani farið var undir at kjósa Ársins Rósu í sambandi við, at Jólaskipið kemur til Klaksvíkar. Hugskotið er, at fólk, sum gera eitt stórt og áhaldandi, sjálvboðið arbeiði, fáa eitt væl uppiborið herðaklapp frá okkum í lokaløkinum. Tað er ikki altíð, at vit í gerandisdegnum duga at seta prís á tað stóra sjálv­ bodna arbeiðið, sum verður gjørt nógvastaðni í okkara samfelag. Men til eitt slíkt høvi sum í kvøld, kunnu vit heiðra fólki, sum hava uppiborið eina tøkk frá okk­ um. Vit gera tað ikki, tí hesi fólkini biðja um rós og heiður – tað er nevniliga ikki tí, at tey gera sjálvboðið arbeiði. Tey virka áhaldandi og íðin í sínum felagsskapi, seta ikki krøv um hetta og hatta, men byggja sjálvi upp, ganga undan, taka tøk og hjálpa til. Nógv uppskot Tað er blivin ein góður siður, at vit heiðra nøkur av hesum fólkunum. Vit skulu minnast til at steðga á og hugsa um, hvørji fólk hava týdning fyri okkum – tað kunnu vit gera bæði sum einstaklingar og sum samfelag. Vit skulu duga at siga takk. Eisini við tey fólkini, sum vit hava hug at taka sum ein sjálvfylgju. Og tað gera vit í kvøld. Fyri 8. ferð fara vit at kjósa og heiðra Ársins Rósu, og eg má siga, at hetta er ein av teimum hugaligastu uppgávunum, eg havi sum borgarstjóri. Ein nevnd, sum er mannað við fólki í lokaløkinum, tekur støðu til, hvør skal hava Ársins Rósu. Fólk senda upp­skot til nevndina, sum viðger og tekur støðu. Aftur í ár, hava vit fingið fleiri góð uppskot, og nú hevur nevndin tikið støðu til, hvør skal hava Ársins Rósu 2011. Í reglugerðini fyri Árins Rósu stendur í grein 1, at “endamálið við hesum til­ taki: “Ársins Rósa” [er] at stuðla undir hjálpararbeiði og annars alt gott og gevandi arbeiði, sum fólk í Klaksvíkar Kommunu gera fyri onnur menniskju og/ella fyri komm­ununa sum heild uttan at fáa nakað ella stórvegis afturfyri”. Ikki gloymt upprunan Vit føroyingar hava ígjøg- num øldir búleikast her í Norðuratlantshavi við long­ um teinum til okkara grann­ ar – rímiliga avbyrgd, eitt sindur útsett, men sera treisk og framfýsin. Tað er ilt at ímynda sær, at fólk hava sett seg niður í Føroyum av praktiskum or­ søkum, men ígjøgnum nógv hundrað ár hava føroy­ing­ar knossast og strítt seg ígjøg­ num ein gerandisdag her á landi, hóast korini ofta hava verið sera trupul. Men tað liggur í føroy­ ing­inum, at hann er stoltur og djarvur og gevur seg til tað ítarsta fyri at klára seg. Ríkidømi hava vit havt í havinum, og á landi hava vit roynt at gagnnýtt teir møguleikar, sum hava verið. Og nýggju tíðirnar hava skapt framburð, sum eingin kundi havt droymt um fyri hundrað árum síðani. Vit eru nú eitt nútímans samfelag, sum tó ikki hevur gloymt upprunan og siðvenjurnar. Samstundis sum tað hev­ ur snúð seg um at vinna til dagin og vegin, at fáa mat í munnin, at tryggja familjuni og bygdunum góð livikor, so hava føroyingar eisini havt sína mentan og ítriv – søgurnar, tættirnar, kvæðini,