fríggjadagur 23. desember 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
dansin, leikirnar, brøgdini og
mangt annað.
Næsta ættarlið
Vit eru fá, samanborið við
nógvar av hinum heimsins
tjóðum, men vit hava okkara
egnu mentan, okkara egnu
søgu, okkara stoltleika og
samleika, og vit eru eitt fólk
við egnum máli og mentan.
Og tað kemst ikki av sær
sjálvum. Fyrst og fremst snýr
tað seg um fólk, sum skulu
bera mentanina víðari.
Ættarliðini skulu fyrst
læra mentanina at kenna,
seta seg inn í hana, skapa,
brúka og menna hana, og
síðani føra hana víðari til
næsta ættarliðið.
Og hetta hava vit megnað
á so mongum økjum, og tí
hava vit eina aldargamla
mentan, sum er grundarlagið
undir okkara tjóð.
Barnadansurin
Persónurin, sum í kvøld fær
Ársins Rósu, hevur í nógv ár
gjørt ein eitt stórt og trúfast
arbeiði innan mentanarlívið
her í býnum.
Hon hevur við eldhuga
eggjað børnum og ungum at
taka aldargomlu kvæðament
an okkara til sín og hevur
givið sítt íkast til, at føroyski
dansurin enn livir væl millum
manna í Norðoyggjum –
og harvið eisini í føroyska
samfelagnum.
Barnadansurin í Klaksvík
blómar, og á hvørjum ári
luttaka eini hálvthundrað
børn í dansinum her í bý
num.
Tey hava eisini hugna
kvøld og útferðir, so at fe
lagslívið ikki bert snýr seg
um dansin, men eisini um at
trívast og verða saman sum
menniskju.
Børnini
í
Klaksvíkar
Dansifelagi hava verið á
Húsum, Viðareiði, Strondum,
Kollafirði, Giljanesi, Øravík, á
Sandoynni, við Gjógv, í Havn,
í Hattarvík, í Finlandi, Noregi
og Danmark.
Á øllum hesum ferðum
hevur persónurin, sum í
kvøld fær Ársins Rósa, verið
drívmegin og hevur gingið
høgt uppí, at ferðirnar hava
so gott sum verið ókeypis
fyri børnini.
Hon hevur lagt eitt stórt
arbeiði í at savna pening inn
til hesar ferðir, soleiðis at
einki av børnunum skuldi
setast aftur av peningaligum
ávum. Og tað eru ikki smá
vegis tøk hon hevur tikið, og
hon eigur stórt rós uppiborið
fyri áhaldni og eldhuga sín.
Hon eigur heiðurin av, at
Klaksvík í dag ikki stendur
aftan fyri nakran, tá ið talan
er um at geva kvæðamentan
okkara trygt víðari til kom
andi ættarlið. Og alt hennara
arbeiði hevur verið ólønt.
Við hesum orðum fari eg
biðja AMANDU GULLAKSEN
um at koma fram higar at
taka ímóti Ársins Rósu.
Her á steypinum stendur
eitt skriftsstað inngraverað,
sum ljóðar: “Sælari er at geva
enn at fáa”.
Hjartaliga tillukku,
Amanda!
Takk fyri tín innsats – og
Harrans ríku signing ynskja
vit tær framhaldandi!, endaði
Gunvá við Keldu røðu sína.
HEIMSINS STØRSTA
Norðborg var aftur í ár brúkt sum ársins jólaskip – heimsins størsta jólaskip, vilja tey vera við
SKRÚÐGONGA
Aftaná at jólaskipið hevði lagt at, fór ein skrúðgonga niðan á
fótbóltsvøllin, har avdúkað varð, hvør hevði fingið Ársins Rósu
Havn: Tað var ein heldur
sjáldsom sjón, sum møtti
dreinginum sum miku
kvøldið ætlaði sær undir
brúsuna í einum húsum
í miðbýnum í høvuðs
staðnum.
Hann hevði ikki meiri
enn koyrt vatnið frá, tá
róp kom í: - Babba, ein
vespa er í brúsuni!
Pápin trúði ikki rætti
liga tí, sum sonurin segði.
Men við egnum eygum
kundi hann kortini stað
festa, at satt var sum son
urin segði.
Í øllum ruðuleikanum
fingu teir kortini tikið
seg mikið saman, at teir í
fyrsta lagi fangað vespuna.
Í øðrum fekk pápin tíð at
renna eftir myndatólinum
fyri at foreviga hesa vilstu
vespuna á vetri.
Ikki kann sigast annað
enn, at vespurnar hava tað
gott her á Lutzens-trøð í
Havn. So verður spenn
andi at vita, um vespan
livir jólini av, sigur hann.
snorri@sosialurin.fo
Sum vespa á jólanátt
VILST VESPA
Eftir nógva kavan og kuldan í seinastuni, dagaði henda
vespan undan á Lutzenstrøð í Havn fyrradagin
Nú hava tvær kommunur
afturat fingið góðkenda
spillivatnsætlan - Hvanna
sunds
og
Viðareiðis
kommunur.
– Nú hava sostatt 16
av 30 kommunum fingið
spillivatnsætlanina góð
kenda, sigur Umhvørvis
stovan.
Út frá eini heildar
meting av upplýsingunum
í
spillivatnsætlanunum
hjá Viðareiðis og Hvanna-
sunds kommunum, verður
mett, at spillivatnsskip
anirnar í hesum komm
unum fara at lúka áset
ingarnar í kunngerðini
um spillivatn.
– Hetta merkir, at innan
1. januar 2015, skal alt
spillivatn, eftir reinsing,
leiðast
í
afturlatnum
spillivatnsskipanum bein
leiðis út á sjógv við góðum
vatnsskifti, verður sagt.
Spillivatn skal heldur
ikki leiðast út á økjum við
privatum ella vinnuligum
virksemi, sum til dømis
inni í bátahyljum, innan
fyri
molar,
nærhendis
neystum, aliøkjum ella
hvalvágum, ella nærhendis
serligum
frítíðarøkjum
og økjum, ið antin eru
serliga
viðkvom
ella
hava náttúruvísindaligan
týdning.
Góðkenningin
fevn
ir einans um tann um
hvørvisliga
partin
av
spillivatnætlanini.
Góð
kenningin
fevnir
ikki
um
hvørjar
tøkniligar
loysnir eru valdar og um
teknisku
viðurskiftini
sum heild eru í lagi, so
sum dimensionering og
tílíkt.
– Hetta er ábyrgdin hjá
kommununi, sigur Um
hvørvisstovan.
snorri@sosialurin.fo
16 av 30