Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sam­ráð­ ingar slitn­aðar Mikudagin slitn­aðu eisini samráð­ing­ arnar á al­menna ar­ beiðs­markn­aðinum, og har verður tí eisini brúk fyri semingsfólkum. Feløgini í Fak­ felags­sam­starv­in­ um valdu at slíta sam­ráðingarnar við Fígg jarmálaráðið, tí tað helt uppá, at rúm var ikki fyri løn­ar­hækking, nú skattalættin kemur. Hetta vilja fak­ fe­løgini ikki hoyra taling um, tí tey hava alla tíðina hild­ ið fast uppá, at løn­ar­ hækking og skatta­ lætti ikki mugu tvinn­ast sam­an. Sátt­ mála­ sam­ráð­ ingar Einki røkist fyri, at nakar nýggj­ ur sáttmáli verð­ ur gjørdur mill­um Maskin­meist­ara­ fe­lagið og Fíggjar­ mála­ráðið í hes­um árinum, tí semings­ royndin millum part­ arnar er ikki byrj­að enn. Kringvarpið veit at siga, at sem­ings­ menn­inir, Allan Skaal­um og Niels Winther Poul­sen, hava tosað við part­ ar­nar, men at enn eru ongar veruligar samráðingar byrj­ aðar. Allan Skaalum sigur við Kring­varp­ið, at sem­ings­menninir fara aftur at tosa við part­ar­nar millum jól og nýggjár, og tær sam­røðurnar skulu so vísa, hvussu langt partarnir koma. Sáttmálin ímill­ um Maski­n­meist­ara­ felagið og Fíggj­ar­ málaráðið fór úr gildi 1. oktober, og langt er millum part­arnar. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum krevur maskin­meist­ ararnar fýra pro­sent niður í løn, með­an Maskin­meist­ara­ felagið krevur 2,9 prosent í lønar­ hækk­ing í ár og 3,4 pro­sent næsta ár. Snorri Brend Í gjár fóru teir allar seinastu pakkarnir út við jólahjálp frá felagsskapinum “Í menn- iskjum góður tokki”. 444 pakkar fóru út samanlagt og tað var eitt stórt arbeiði at gera saman við Posta. – Tiltakið eydnaðist ómeta­liga væl. Bæði ein­stak­ lingar og fyritøkur stuðlaðu við nógvum pengum, og hetta er prógv um gott før­ oyskt hjartalag, sigur Annlis Bjarkhamar. Sjálv innsavningin gekk væl betur í ár enn í fjør, og skúlar, barnagarðar, fyritøkur dugdu væl at finna upp á mátar at savna inn uppá. Men samstundis sum Annlis Bjarkhamar fegnast um hjartalagið, harmast hon um, hvussu smáum korum nógvar familjur eru í. – Nógv fólk eru ófatiliga illa fyri, sigur Annlis Bjark­ hamar, sum sjálv gekk allar umsóknirnar ígjøgnum. Tað var eitt ikki so lítið arbeiði at ganga tær næstan 500 um­ sóknirnar ígjøgnum og at skula sálda nøkur frá. Tað var ein nokkso sam­ an­settur bólkur, sum fekk jólahjálp. – Tríggir av fýra um­ søkjarum vóru stakir uppi­ haldarar, og tey flestu fólkini høvdu lága løn. So vóru eisini umsøkjarar við hampiligari inntøku, men sum hava ómeta­liga stórar útreiðslur til bústað. Hetta var serliga í Havn, har dýrt er at leiga. Eg sá, at heilt nógv av fólkunum búðu til leigu í kjallaraíbúð, sigur Annlis Bjarkhamar. Umsóknir vístu eisini, at tær almennu veitingarnar eru ov lágar, so illa ber til at liva av teimum. Fleiri orsøkir kunnu vera til, at fólk eru so illa fyri. Hjá summum er tað sjúka, hjá øðrum arbeiðsloysi, og summi eru upp á forsorg­ar­ stuðul. Og so allir teir støku uppihaldararnir. “Í menniskjum góður tokki” heldur fram næsta ár, og Annlis Bjarkhamar vænt­ ar ikki, at umsóknirnar verða færri næsta ár, tí tað vrður dýrari at liva í Føroyum í 2012, tí ALS-gjaldið hækkar, SEV-prísurin hækkar og tað sama við Heilsutrygd, og príshækkingar eru í væntu. Gott føroyskt hjartalag Innsavningin hjá “Í menniskjum góður tokki” eydnaðist ómetaliga væl í ár, sigur forkvinnan Annlis Bjarhamar, sum annars er illa við av, hvussu smátt tað er hjá nógvum familjum Makrelurin etur seg feitan um summarið, tá hann er í føroyskum sjógvi. Tað vísir ein kanning, sum er gjørd í samstarvi millum Hav­stovuna og Kollafjørð Pelagic. Kanningin vardi frá hálv­um mai til fyrst í ok­ tober, tá fiskiskapurin end­aði, og í hesum tíðar­ skeiðið var fiti mátað í makrelinum, sum varð landaður til Kollafjørð Pelagic. Kanningin fevndi til­ sam­ans um 64 landingar hjá uppsjóvarskipunum í tíðar­skeiðinum mai til september 2011. Umleið 10 og í minsta lagi átta tilvildarliga valdir makrelar frá hvørjari land­ ing vórðu mátaðir, fyri at miðal­talið skuldi verða nøkulunda neyvt. Fyribils úrslit av kann­ ing­ini vísa, at innihaldið av fiti hjá makreli vaks frá umleið tveimum prosentum upp í næstan 30 prosent, og serliga í juni fitnaði makrelurin nógv. Tá fór fitiprosentið úr 10 upp í 25, men síðani broyttist fitin ikki nógv, til skipini góvust við fiski­ skapinum í oktober. Havstovan staðfestir á heimasíðu síni, at kann­ ing­ar­úrslitini eru ein góð ábending um, at makrelurin kemur í føroyskan sjógv at eta seg feitan um summ­ arið. Makrelurin fitar seg í Føroyum Nú skal fótbóltsvøllurin á Svangaskarði bæði út­ byggj­ast og umbyggjast, so umstøðurnar á og kring Tofta Leikvøll verða nútím­ ans­gjørdar. Tað hava Fótbóltssam­ bandið og Nes kommuna gjørt sam­starvsavtalu um. Flagið er longu tikið av vøllinum á Svangaskarði, so tað fyrsta verður at leggja nýggjan graslíkisvøll á í stað­ in. Byggisáttmáli er gjørdur við JHR Entreprenørar um at fyrireika undirlendið til nýggja gras­líkisvøll­in, og hetta arbeiði skal verða lið­ ugt tann 1. apríl. Síðani verður farið und­ir at leggja sjálvan gras­líkis­ vøllin á, og eftir ætlan skal alt arbeiði við nýggja gras­ líkinum verða liðugt tann 1. mai. Eisini skal felagshúsið á Svangaskarði út- og um­ byggjast, og í løtuni er Tekni- stovan í Gøtu í ferð við at prosjektera hetta arbeiði. Útbyggingin, sum nú verð­ur gjørd á Svangaskarði, verður fíggjað við stuðuli frá UEFA, og Fótbóltssambandið hevur eisini játtað umleið 12 milliónir krónur til verk­ ætlanina. Svangaskarð skal byggjast út